52-102/2021
Týningarevni í matvørum í Føroyum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 18. des. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
102.21 Svar frá M. Rasmussen til D. N. Joensen - Týningarevni í matvørum í Føroyum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 15. des. 2021
Sjá útdrigin tekst
U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð GONGIN 7 • POSTSMOGA 377 • 110 TÓRSHAVN • TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Føroyar Tórshavn, tann 15. desember 2021 J.nr.: 21/25770-4 At tilskila í svari Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-102/2021 frá Djóna Nolsøe Joensen, løgtingsmanni, um týningarevni í matvørum Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eftirlit við týningarevnum í matvørum í føroyskum handlum? 2. Er týningarevnið Chlorpyrifos, sum er bannað í ES og Danmark, loyvt at brúka í Føroyum? 3. Ætlar landsstýrismaðurin at gera reglur fyri, hvørji týningarevni kunnu brúkast, og hvørji ikki kunnu brúkast í Føroyum? Svarað verður undir einum Í Føroyum er eingin lóggáva um týningarevni í matvørum. Í ES, haðani flestu matvørur, sum verða innfluttar til Føroya, koma, eru reglurnar um týningarevni í matvørum ásettar í ES- fyriskipan nr. 396 frá 2005. Í hesum reglum eru ásett mørkini fyri mest loyvdu nøgd av týningarevnum (Maximun Residue Level) í matvørum. Meginparturin av innfluttum matvørum kemur úr Danmark, har omanfyrinevndu ES-reglur eru galdandi. Danska Fødevarestyrelsen hevur bæði stakeftirlit og eftirlit við vørum, sum stýrið hevur illgruna til, og eftirlitið fevnir bæði um vørur, framleiddar í Danmark, og vørur, innfluttar til Danmarkar. Um Fødevarestyrelsen afturkallar eina vøru, t.d. vegna leivdir av týningarevni, afturkallar Heilsufrøðiliga starvsstovan eisini vøruna, um hon er seld í Føroyum. Í ár hevur matvørudeildin á Heilsufrøðiligu starvsstovuni sum eitt átak kannað, um leivdir av týningarevnum eru í grønmeti og frukt, bæði føroyskum og útlendskum. Tilsamans 18 ymsar vørur eru kannaðar fyri 742 ymisk týningarevni, m.a. Chlorphyrifos. Fyribils úrslitini vísa, at vørurnar lúka treytirnar í ES-lóggávuni. Endaliga frágreiðingini kemur fyrst í 2022. Einki lógarásett yvirlit yvir loyvd ella bannað týningarevni er galdandi í Føroyum, men um Heilsufrøðiliga starvsstovan í sínum eftirliti staðfestir ella fær kunnleika til, at framleiðarar brúka ólóglig týningarevni, sbr. omanfyrinevndu ES-reglum um týningarevni, ella um loyvd týningarevni verða funnin í matvøru í Føroyum í nøgdum omanfyri loyvd markvirði, setur -- 1 of 2 -- U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð Heilsufrøðiliga starvsstovan forboð fyri at selja hesar matvørur. Heimild fyri hesi avgerð er í matvørulógini. Sum nevnt er í føroyskari lóg einki samlað yvirlit yvir loyvd ella bannað týningarevni í matvørum, og tí heldur starvsstovan seg til tey yvirlit, sum eru ásett í øðrum Norðurlondum. Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 15. desember 2021 Magnus Rasmussen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
102.21 Spurningur til M. Rasmussen frá D. N. Joensen - Týningarevni í matvørum í Føroyum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 7. des. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður Svarari: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum Evni: Týningarevni í matvørum í Føroyum Spurningar: 1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eftirlit við týningarevnum í matvørum í føroyskum handlum? 2. Er týningarevnið Chlorpyrifos, sum er bannað í ES og Danmark, loyvt at brúka í Føroyum? 3. Ætlar landsstýrismaðurin at gera reglur fyri, hvørji týningarevni kunnu brúkast, og hvørji ikki kunnu brúkast í Føroyum? Viðmerkingar: Í farna mánað kom fram gjøgnum Heilsufrøðiligu starvsstovuna (HFS), at týningarevnið Chlorpyrifos var funnið í eini vøru, sum er seld í føroyskum handlum. Fleiri kanningar vísa, at sjálvt í smáum mongdum er Chlorpyrifos skaðiligt fyri heilan hjá børnum. Um so er, at børn eru í heilsuvanda, so kann vera neyðugt at styrkja eftirlitið við slíkum vørum. Talan er um vørur, sum eru innfluttar úr Danmark, og tað eru kanningar hjá DTU Fødevareinstituttet í Danmark, sum hava funnið týningarevnið í vøruni. Í hesum sambandi er viðkomandi at spyrja, hvør leikluturin hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni er, og í hvønn mun HFS hevur eftirlit við slíkum evnum. Harumframt eru tíverri ongar ásetingar í føroyskari lóggávu um nýtslu av týningarevnum sambært heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni. Grannalond okkara hava reglur fyri, hvørji týningarevni kunnu brúkast, og hvørji ikki kunnu brúkast. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 7. desember 2021 Djóni Nolsøe Joensen -- 1 of 1 --