← Løgtingsmál

52-101/2021

Ómaksgjøld fyri almennar tænastur

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 18. des. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
101. 21 Svar frá J. Niclasen til J. Dahl - Ómaksgjøld fyri almennar tænastur.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 27. des. 2021

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 22. desember 2021
J. nr.: 21/25878-5
Viðgjørt:
Svar til fyrispurning nr. 52-101/2021 frá Johan Dahl, løgtingsmanni, settur Jørgeni
Niclasen, landsstýrísmanni í fíggjarmálum, um ómaksgjøld fyri almennar tænastur.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvør er ómaksgjalds-politikkurin hjá landinum?
2. Hvat er endamálið við ómaksgjøldum hjá landinum?
3. Hvussu verða ómaksgjøld ásett og roknað út?
4. Hvørjir almennir stovnar krevja ómaksgjøld fyri sínar tænastur, býtt upp á málsøki,
stovnsnavn og slag av ómaksgjøldum (tænastugjald, rykkjaragjald, avgreiðslugjald o.a.)?
5. Hvussu stórar upphæddir vórðu kravdar inn í ómaksgjøldum í 2020, býtt upp á almennar
stovnar og slag av óamaksgjøldum (tænastugjald, rykkjaragjald, avgreiðslugjald o.a.)?
6. Ætlar landsstýrismaðurin at fremja nakrar broytingar í sambandi við ómaksgjøld, og hvørji
ómaksgjøld eru á veg at setast í verk og eru nøkur á veg at verða avtikin?
Svar til spurning 1
Tað er bert heimild at áleggja ómaksgjald fyristingarliga, um inntøkan frá hesum svarar til ella er
minni enn útreiðslan. Sí nærri undir svar 3.
Svar til spurning 2
Tey ómaksgjøld, ið sipað verður til í spurninginum: tænastugjøld, rykkjaragjøld, avgreiðslugjøld
o.a. hava til endamáls at gjalda fyri kostnaðin, ella ein part av kostnaðinum, av at fyrisita
tænastuna. Endamálið er sostatt, at tann, sum brúkar ávísa tænastu, rindar fyri ómakin, heldur
enn at tænastan verður fíggjað og goldin gjøgnum skattin.
Svar til spurning 3
Ómaksgjaldið verður roknað við støði í tí, sum tað kostar at veita tænastuna.
Tað er ikki altíð møguligt at áseta ómaksgjaldið, so tann einstaki neyvliga rindar fyri júst ta
tænastu viðkomandi fær, og verður gjaldið tá ásett eftir eini meting av samlaða kostnaðinum fyri
tænastuna býtt á metta talið av brúkarum.
Fyri flestu ómaksgjøldini hjá landinum eru upphæddirnar ásettar í lóg ella kunngerð og verða
hesar ikki prístalsjavnaðar.

-- 1 of 3 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/3
Tað er ein treyt, at samlaða gjaldið ikki er hægri enn tað, sum veitta tænastan verður mett at
kosta tilsamans. Er gjaldið hægri enn kostnaðurin av tænastuni, er talan um skatt ella avgjald, og
er kravið tá, at gjaldið er ásett við lóg.
Svar til spurning 4
Fíggjarmálaráðið skilir spurningurin soleiðis, at biðið verður um yvirlit yvir tey ómaksgjøld, ið
verða goldin fyri avgreiðslu av almennum tænastum, t.d. at senda bræv ella rykkjara o.líkn. og
tey gjøld, sum verða áløgd fyri at avgreiða síni viðurskifti við ein almennan stovn, t.d. gjald fyri
at lata inn mvg-uppgerð. Samlaða inntøkan í 2020 fyri gjøld av hesum slagi var 12,3 mió. kr. (sí
talvu niðanfyri)
Stovnur Áminningargjøld Tænastugjøld Avgreiðslugjøld Pantigjøld Ómaksgjøld
TAKS 792.521 4.372.020 3.838.456 759.521 481.460
Akstovan 1.187.255 859.376
Tilsamans 1.979.776 4.372.020 3.838.456 1.618.897 481.460
Kelda: Leiðslukunningarskipanin, Gjaldstovan. Áminningargjøld í sambandi við umsýn hjá Akstovuni eru bókað
óútgreinað á somu konto sum umsýningargjaldið. Talan er um eina minni upphædd, sum ikki er við í hesum yvirlit.
Í roknskapinum hjá landinum verða ómaksgjøld ikki altíð eintýðugt eyðmerkt og bókað á
standardroknskaparkonto fyri áminningargjøld, rykkjaragjøld, avgreiðslugjøld oa. Tað er tí ikki
møguligt at upplýsa heilt neyvt samlaðu inntøkuna frá ómaksgjøldum. Nøkur ómaksgjøld verða í
ávísum føri skrásett saman við gjøldum fyri t.d. eftirlit og umsjón og kravd gjøld, bøtur o.a.
Fíggjarmálaráðið hevur biðið avvarðandi aðalráð upplýsa ómaksgjøld hjá ymisku almennu
stovnunum. Inntøkan fyri hesi gjøld skal leggjast afturat omanfyri nevndu upphædd. Tey
ómaksgjøld, sum avvarðandi aðalráð hava upplýst, standa í talvu niðanfyri:
Inntøkufíggjað virksemi, og gjald, har ein vøra ella tænasta verður veitt fyri gjaldið, eru ikki tald
við. Sum dømi kunnu nevnast gjald fyri loyvir, løggildingar, undirvísingartilfar (íroknað gjald
fyri fjølrit), nummarspjøldur, skeinkiloyvi, navnabrøv, tinglýsing, bileftirlit, skrásetingargjald hjá
vinnufeløgum, gjald fyri fiskiloyvi og avhending av kvotum o.tíl. Tænastugjøld, rykkjaragjøld,
avgreiðslugjøld o.a. goldin í sambandi við avgreiðslu av hesum tænastum eru tald við.
Ómaksgjøld, har inntøkan er heilt ótýðandi, eru ikki tald við, t.d. gjald fyri journalinnlit.
Sjóvinnustýrið Slag av ómaksgjaldi: Rykkjaragjald
Upphædd fyri einstaka slagið av ómaksgjaldi: 100 kr.
Samlað upphædd í 2020 fyri einstaka ómaksgjaldið: 31.100 kr.
Samlað upphædd fyri stovnin: 31.100 kr.
Vinnustovnurin Skráseting Føroya hevur heimild at krevja kr. 100 í rykkjaragjaldi, um
ársgjald fyri skrásett feløg ikki verður goldið, men hetta er ongantíð
gjørt.
Miðnám Slag av ómaksgjaldi: innskriving sum sjálvslesandi til próvtøku.
Upphædd fyri einstaka slagið av ómaksgjaldi: 300 kr.
Samlað upphædd í 2020 fyri einstaka ómaksgjaldið: áleið 25.000 kr.

-- 2 of 3 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
3/3
Svar til spurning 5
Sí svarið til spurning 4.
Svar til spurning 6
Eftir galdandi reglum skulu ómaksgjøld í mesta lagi svara til tað, tænastan kostar, og heimild
skal vera fyri hvørjum einstøkum gjaldi. Støða verður tí tikin til ómaksgjald í hvørjum einstøkum
føri, tá ein almenn tænasta verður sett í verk ella broytt.
Landsstýrismaðurin hevur í løtuni ikki nakra ætlan um at gera yvirskipaðar broytingar í
sambandi við ómaksgjøld.
Tinganes 22. desember 2021
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 3 of 3 --
101. 21 Spurningur til J. Niclasen frá J. Dahl - ómaksgjøld fyri almennar tænastur.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 7. des. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Ómaksgjøld fyri almennar tænastur
Spurningar:
1. Hvør er ómaksgjalds-politikkurin hjá landinum?
2. Hvat er endamálið við ómaksgjøldum hjá landinum?
3. Hvussu verða ómaksgjøld ásett og roknað út?
4. Hvørjir almennir stovnar krevja ómaksgjøld fyri sínar tænastur, býtt upp á málsøki,
stovnsnavn og slag av ómaksgjøldum (tænastugjald, rykkjaragjald, avgreiðslugjald o.a.)?
5. Hvussu stórar upphæddir vórðu kravdar inn í ómaksgjøldum í 2020, býtt upp á almennar
stovnar og slag av óamaksgjøldum (tænastugjald, rykkjaragjald, avgreiðslugjald o.a.)?
6. Ætlar landsstýrismaðurin at fremja nakrar broytingar í sambandi við ómaksgjøld, og hvørji
ómaksgjøld eru á veg at setast í verk og eru nøkur á veg at verða avtikin?
Viðmerkingar:
Tað er vorðin ein alt meira vanligur partur av inntøkubygnaðinum hjá almennum stovnum at
útvega sær inntøkur við at krevja ómaksgjøld frá sínum viðskiftafólkum, t.d. tænastugjøld,
rykkjaragjøld, avgreiðslugjøld o.a.
Oftani kann tað vera sera trupult at gjøgnumskoða, hvussu hesi gjøld eru ásett og roknað út, og
tað skapar eina ónøgd millum tey, sum noyðast at gjalda.
Tað virkar eisini sum um, at tá játtanin til stovnin ikki er nóg stór, so verða inn gjøgnum
“bakdyrnar” ásett gjøld fyri at dekka vaksandi útreiðslurnar. Avleiðingin er eyka kostnaður fyri
brúkaran, og er hetta eisini við til at minka um eftirspurningin eftir almennu tænastuni.
Tað er týdningarmikið, at borgarin og vinnan vita m.a., hvat tað er, tey gjalda fyri í ómaksgjaldi,
tá almennar tænastur verða veittar. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 7. desember 2021
Johan Dahl

-- 1 of 1 --