← Løgtingsmál

52-100/2021

Um landsstýrismaður situr fyri málsøkinum á fullgóðan hátt

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 17. des. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
100.21 Svar frá B.á S.Nielsen til T.Niclasen - hvørt landsstýrismaður røkir sítt málsøki á fullgóðan hátt.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 16. des. 2021

Sjá útdrigin tekst
-- 1 of 2 --



-- 2 of 2 --
100.21 Spurningur til B.á S.Nielsen frá T.Niclasen - hvørt landsstýrismaður røkir sítt málsøki á fullgóðan hátt.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 6. des. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Tordur Niclasen, løgtingsmaður
Svarari: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
Evni: Um landsstýrismaður situr fyri málsøkinum á fullgóðan hátt
Spurningar:
1. Heldur løgmaður, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum situr fyri sínum
málsøki á fullgóðan hátt í samband við ætlaðu avtøkuna av aldursmarkinum ?
2. Um løgmaður ikki heldur, at landsstýrismaðurin situr fyri sínum málsøki á
fullgóðan hátt, hvørji stig ætlar løgmaður tá at taka ?
Viðmerkingar:
Í samgonguskjalinum stendur soleiðis: “Aldurin eigur ikki at vera avgerandi fyri, nær
farið verður av arbeiðsmarknaðinum. Tænastumannalógin og aðrar forskriftir verða
broyttar samsvarandi. Meginreglan er, at førleikin og ikki aldurin skal avgera, nær
farið verður av arbeiðsmarknaðinum”.
Hóast hesa greiðu samgonguavtalu, hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum uppá
fyrispurning (52-082/2021) frá undirritaða um avtøku av aldursmarkinum bert boðað
frá, at “Arbeitt verður í løtuni við at hækka fráfaringaraldurin úr 70 ár upp í 72 ár,
bæði fyri sáttmálasett starvsfólk og fyri tænastumannasett.”
At hækka fráfaringaraldurin er ikki tað sama sum at avtaka hann, og hetta kann ikki
annað enn tulkast sum, at tað í veruleikanum ongar ætlanir eru um at avtaka
fráfaringaraldurin, soleiðis at pensjónistar sjálvir gera av, nær farið verður av
arbeiðsmarknaðinum í mun til áhuga og førleika hjá tí einstaka.
At avtaka aldursmarkið er fult í samljóði við tað, ið Landsfelag Pensjónista hevur víst
á og hevur havt ynski um at fáa broytt, soleiðis at vit fáa bannað hesum áralanga
mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum.
Í Danmark varð hesin rætturin hjá pensjónistum tryggjaður við lóg fyri fleiri árum
síðan.
Havandi eftirlitsskyldu løgmans í huga er tað, at spurningurin verður settur.
Á Løgtingi, 6. desember 2021
Tordur Niclasen

-- 1 of 1 --