← Løgtingsmál

52-099/2021

Søla av vørum ímillum almennar stovnar

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 15. des. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
099.21 Svar frá K. L. H. Johannesen til F. Rasmussen - Søla av vørum ímillum almennar stovnar.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 15. des. 2021

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 15. desember 2021
HMR J. nr. 21/25215-5
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður
Svar
upp á
fyrispurning nr. 52-099/2021 eftir § 52a í tingskipanini um sølu av vørum ímillum stovnar, frá
Frimodt Rasmussen, løgtingsmanni
Spurningurin var soljóðandi:
1. Er nøkur kanning gjørd av, hvussu felagsgoymslan á Landssjúkrahúsinum setur prísirnar á
vøru til sjúkrahúsini?
2. Um so er at kanning er gjørd, hvat sigur hon so um prísásetingina á vørurnar?
3. Selur felagsgoymslan undir Landssjúkrahúsinum vørur til aðrar almennar stovnar?
4. Um ja, hvørjir eru hesir stovnar, og hvussu verða prísirnir ásettir?
Svar:
Til spurning 1
Stjórnin á Landssjúkrahúsinum heitti í oktober 2020 á eina grannskoðarafyritøku um at gera eina
gjøgnumgongd av goymsluni á Landssjúkrahúsinum. Frágreiðingin varð handað
Landssjúkrahúsinum í september 2021.
Orsøkin til, at kanningin varð umbiðin, var millum annað, at spurnartekin varð sett við leistin, sum
Landssjúkrahúsið brúkar í sambandi við avrokning av goymsluvørum bæði innanhýsis (t.v.s. til
Sjúkrahúsverkið og Heilsutrygd) og uttanhýsis. Harumframt var tað eitt ynski hjá stjórnini, at tað
varð gjørd ein fyrisitingarlig grannskoðan av goymsluni.
Til spurning 2
Frágreiðingin gav ábendingar um, at prísásetingarnar hjá goymsluni vórðu settar í hægra lagi, um
sølan eigur at vera útreiðsluneutral.

-- 1 of 3 --

Tó vísti frágreiðingin eisini, at kanningin hevði veikleikar, tí hon bygdi á sonevndar “standard
rapportir” úr goymsluskipanini, ið ikki áður hava verið nýttar til hetta endamál. Eisini vóru
kostnaðir gjørdir út frá leysligum metingum, tí neyðug dáta ikki vóru haldgóð. Tí veitir
frágreiðingin eisini tilmælir um at styrkja fyrisitingarligar mannagongdir, eitt nú um mett ískoyti
fyri flutning við vørukeypi, prísáseting og søluvinning, greining av sølu og vinningi fyri kundar,
uppgerð av øðrum kostnaði, skráseting av svinn v.m.
Hesar mannagongdir er goymslan á Landssjúkrahúsinum farin í gongd við, har endamálið er at
koma nærri, hvat rætta prísásetingin skal vera fyri t.d. hini sjúkrahúsini.
Til spurning 3
Ja, goymslan á Landssjúkrahúsinum selur eisini vørur til aðrar almennar stovnar.
Til spurning 4
Kundarnir hjá goymsluni á Landssjúkrahúsinum eru í høvuðsheitum:
a. Klaksvíkar Sjúkrahús
b. Suðuroyar Sjúkrahús
c. Heilsutrygd
d. Almannaverkið (søla u/játtan)1
e. Almannaverkið (søla v/játtan)2
f. Aðrir kundar
Innanhýsis sølan hjá goymsluni til deildir á Landssjúkrahúsinum er áleið 55% av søluni. Sølan til
Heilsutrygd er áleið 30%, meðan sølan til Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús er
ávikavist 5% og 2% av samlaðu søluni. Uttanhýsis kundar umfata sostatt bert áleið 8% av samlaðu
søluni.
Goymslan á Landssjúkrahúsinum hevur bólkað allar kundar sum antin innanhýsis ella uttanhýsis
kundar. Klaksvíkar Sjúkrahús, Suðuroyar Sjúkrahús og Heilsutrygd eru mettir at vera innanhýsis
kundar, og er søluprísurin á einari vøru tá kostprísurin, íroknað mettan toll- og frakt kostnað og 25
1 Talan er her um sølu til bústovnar hoyrandi til Almannaverkið
2 Talan er her um sølu til privatar borgarar, ið hava fingið játtan frá Almannaverkinum til ymisk hjálparráð – t.d. blæur,
skinnarar o.a.

-- 2 of 3 --

prosent prísískoytið omaná. Allir aðrir kundar eru bólkaðir sum uttanhýsis kundar, og er
prísískoytið tá 40 prosent.
Prísískoytið skal rinda fyri annan avleiddan kostnað hjá goymsluni, sum kemur afturat
vøruinnkeypið og frakt. Sum áður nevnt, eru ábendingar um, at hetta prísískoytið er í hægra lagi.
Prísásetingin hevur verið brúkt síðani 2005, og goymslan er nú í gongd við at endurskoða og
dagføra við atliti at tilmælinum, sum frágreiðingin kom við, har tað millum annað verður roknað
uppá prísískoytið.
Heilsumálaráðið, 15. desember 2021
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
099.21 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá F. Rasmussen - Søla av vørum ímillum almennar stovnar.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 3. des. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Frimodt Rasmussen, løgtingsmaður
Svarari: Kaj Leo Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Søla av vørum ímillum almennar stovnar
Spurningar:
1. Er nøkur kanning gjørd av, hvussu felagsgoymslan á Landssjúkrahúsinum
setur prísirnar á vøru til sjúkrahúsini?
2. Um so er at kanning er gjørd, hvat sigur hon so um prísásetingina á vørurnar?
3. Selur felagsgoymslan undir Landssjúkrahúsinum vørur til aðrar almennar
stovnar?
4. Um ja, hvørjir eru hesir stovnar, og hvussu verða prísirnir ásettir?
Viðmerkingar:
Løgtingið játtar á hvørjum ári pengar til tær ymisku konturnar á fíggjarlógini,
og sigur harvið hvar, pengarnir skulu verða brúktir.
Mær vitandi, so hevur Sjúkrahúsverkið gjørt av at hava felags innkeyp, sum
felagsgoymslan undir Landssjúkrahúsinum stendur fyri. Tað er skilagott at
hava felags innkeyp, tá ið hetta kann hava eina jaliga ávirkan á innkeypsprísin.
Men um so er, at prísásetanin á vørurnar til aðrar partar í Sjúkrahúsverkinum
verður sett ov høgt, verður vinningurin størri hjá tí, sum selur. Á henda hátt
vera pengarnir fluttir frá teimum kontum, Løgtingið hevur avgjørt, at teir skulu
brúkast, til felagsgoymsluna undir Landssjúkrahúsinum, sum stendur fyri
innkeypinum.
Um so er, at aðrir almennir stovnar keypa vørur frá felagsgoymsluni á
Landssjúkrahúsinum, so ger tað sama seg galdandi viðvíkjandi Løgtingsins
vilja.
Um so er at prísurin, ið verður ásettur ímillum partarnar, ikki fremur ætlanina
við at hava felags innkeyp, skuldi hvør partur havt møguleikan at keypt inn,
har bíligast var.
Á hendan hátt fæst best burtur úr á øllum kontum, ið Løgtingið hevur ásett, og
pengarnir verða ikki fluttir frá einum almennum stovni til annan, uttan
Løgtingsins vilja.
Á Løgtingi, 2. desember 2021
Frimodt Rasmussen

-- 1 of 1 --