← Løgtingsmál

52-098/2021

Lendisætlan fyri Føroyar og matrikulering

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 13. des. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
098.21 Svar frá M. Rasmussen til J. Joensen - Lendisætlan fyri Føroyar og matrikulering.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 14. des. 2021

Sjá útdrigin tekst
U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
GONGIN 7 • POSTSMOGA 377 • 110 TÓRSHAVN
TELEFON 30 66 00 • TELEFAX 30 66 65 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO
Løgtingið Tórshavn, tann 13. desember 2021
Tinghúsvegur 1-3 J. nr.: 21/25144
Postboks 208
110 Tórshavn
§ 52a fyrispurningur til Magnus Rasmussen, landsstýrismann, frá Jóhannis Joensen,
løgtingsmanni, um lendisætlan fyri Føroyar og matrikulering
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Er ætlanin at gera eina lendisætlan fyri Føroyar?
2. Um so er, er ætlanin at taka atlit til staðbundnu umstøðurnar í Føroyum?
3. Er ætlanin at taka kommunurnar við í viðgerðina?
4. Er ætlanin at raðfesta matrikulering hægri í Føroyum?
Svar til nr. 1
Sum spyrjarin vísir á í viðmerkingunum til spurningin, mugu vit ásanna, at lendið er avmarkað
og tí er umráðandi at hugsa seg væl um, tá ætlanir verða gjørdar fyri, hvussu lendið skal brúkast
til gagns fyri fólk, fæ og náttúru. Nógv lendið er longu innlagt til bygging av ymsum slagi,
bøgarðar eru við fólkavøkstri og øktum vinnuligum virksemi fluttir longur niðan, nógvastaðni
eru útfyllingar gjørdar í sjóvarmálanum til havnir, virkisøki og bústaðarbygging, meðan tað
aðrastaðni eru boraðir tunlar til virkisgoymslur o.a. virksemi. Skilligt er, at økt virksemi og økt
fólkatal økir um tørvin á lendi til ymisk endamál og tá er tað landbúnaðarjørðini, sum tikið
verður av. Í Føroyum er tað soleiðis, at alt lendi upprunaliga er flokkað sum landbúnaðarjørð til
tað við býarskipan og byggisamtykt verður lagt til onnur endamál.
Tað eru fyrst og fremst kommunurnar, sum við lóg hava fingið heimild at tilrættisleggja, hvussu
lendisnýtslan í teirra kommunu skal vera. Tí eru tað í veruleikanum 29 sjálvstøðugir
myndugleikar, sum hava rætt til at gera eina lendisætlan fyri brúki av lendinum. Aðrir
myndugleikar hava eisini sjálvstøðuga lógarheimild at gera ætlanir, sum gera inntriv í ella
avmarka brúks- ella ræðisrættin á lendi: Landsverk hevur rætt til at gera ætlanir um framtíðar
vega- og tunnilsgerð, Umhvørvisstovan hevur rætt til at gera ætlanir um orkuútbyggingar,
Yvirfriðingarnevndin og landsstýrismaðurin hava rætt til at friða ávís náttúruøki, meðan aðrar
ætlanir stundum verða samtyktar av Løgtinginum við verklagslóg o.s.fr.
Við dagsins talgildu tøkni eru møguleikar at savna dátur um flest allar góðkendar lendisætlanir í
einum felags framsýningarglugga, sum vit eitt nú kenna frá Føroyakort.fo ella kortal.fo. Eitt slíkt
arbeiði krevur neyva fyrireiking og at krøv verða sett um eitt nú standardisering av upplýsingum
í góðkendum byggisamtyktum og øðrum ætlanum og at upplýsingar um ætlanirnar – saman við
kortum - verða sendar í talgildum formati til tann stovn, sum skal savna, skráseta og dagføra

-- 1 of 3 --

U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
2/3
slíkar dátur. Tá ið hetta er gjørt, hava vit skapt fortreytirnar fyri eini yvirskipaðari lendisætlan,
um politiskt ynski skuldi verið um tað.
Svar til nr. 2
Við avmarkaðum lendi eru nógv atlit at taka í mun til staðbundin viðurskifti í sambandi við
lendisætlanir og -nýtslu. Býarmenning, økt vinnuligt virksemi, nýggjar vinnur, fólkavøkstur o.a.
er atvoldin til, at neyðugt er við útbyggingum nógvastaðni og tí slepst ikki undan at gera seg inn
á uppdyrkaðan bø og hagalendi til útbyggingarnar.
Tá kommunur gera ætlanir um lendisnýtslu, skal ætlanin sambært lóg leggjast fram í almenna
hoyring. Tá ber til hjá borgarum, vinnurekandi og øðrum áhugaðum at leggja síni sjónarmið um
ætlaðu lendisnýtsluna fram fyri kommununi. Somuleiðis kunnu myndugleikar sum eitt nú
Búnaðarstovan, ið umsitur festijørðina og áhugafelagsskapir, gera síni sjónarmið galdandi, tá
talan er um at taka bø, haga ella náttúrurík lendi til onnur endamál.
Samanumtikið kann sigast, at tað er tilrættisleggjandi myndugleikin, sum hevur ábyrgd av at
tryggja, at atlit verða tikin til staðbundin viðurskifti av ymsum slagi og at ætlanir og inntriv eru
proportional við tørvin á útbygging og at mett verður, um tað eru aðrir meiri skynsamir
møguleikar enn júst har, kommunan hevur ætlað at fremja útbyggingina. Yvirskipað sæð kann
góðkennandi landsmyndugleikin sýta fyri at góðkenna eina ætlan, sum gongur ímóti týðandi
áhugamálum, men tá vil oftast vera talan um áhugamál av breiðum samfelagsligum týdningi
heldur enn staðbundnum týdningi.
Svar til nr. 3
Víst verður til svarini til spurning 1 og 2. Leggjast kann afturat, at allar kommunur og allir lands-
myndugleikar, sum leggja ætlanir um nýtslu av lendi til ymisk endamál, hava fyrisitingarliga
skyldu til at meta um, hvørt teirra ætlanir um framtíðar lendisnýtslu raka áhugamálini hjá øðrum,
tað verið seg alment sum privatrættarliga.
Við tað at øll lendisnýtsla skal skipast við byggisamtykt, slepst ikki uttanum kommunurnar,
landsins býarskipanarnevnd og góðkennandi landsmyndugleikan, tá lendisætlanir skulu
góðkennast. Tað er eisini tí at kunngerðin um kommunala byggimálsviðgerð frá 2001 eintýðugt
ásetur, at “kommunustýri kunnu ikki geva byggiloyvi ella nýtsluloyvi, fyrr enn tað er staðfest, at
tað sum søkt verður um, eisini kann góðkennast av øðrum myndugleikum, ið sambært aðrari
lóggávu hava heimild at seta krøv til byggingar.“ Við hesum er lógarfest, at hvør myndugleiki
umsitur áhugamálini innan sítt øki og at ongin myndugleiki kann “yvirtrumfa” ein annan
myndugleika og hetta hava kommunurnar eitt yvirskipað eftirlit við í sambandi við, at
kommunurnar skulu loyva allari bygging í kommununi.
Svar til nr. 4
Allar Føroyar eru matrikuleraðar og tí fevnir matrikuleringsarbeiðið í dag mest um matrikulering
av eigindómum í sambandi við nýbygging, sundurbýti og útskifting. Í góðum tíðum við øktum
byggivirksemi er vanliga longri bíðitíð eftir at fáa matrikuleru viðurskiftini avgreidd eins og tað
til tíðir eisini hava verið longri bíðitíðir eftir at fáa tinglýst skjøl.
Hesi seinnu árini hevur bygging av íbúðarbygningum rættiliga tikið dik á seg, og við slíkum
bygningum eru búeindirnar, sum koma upp í senn og sum skulu matrikulerast, nógv fleiri. At
matrikulera ein eigindóm krevur eitt nú, at ein umsókn um matrikulering verður latin inn, at
eigindómurin verður máldur upp, teknaður og lýstur á rættan hátt, at ognarheimildir verða
eftirkannaðar og at eigindómurin verður førdur inn á matrikulkort við ávísum upplýsingum. Flest
øll kenna úrslitið, sum er alment atkomuligt á føroyakort.fo og kortal.fo.

-- 2 of 3 --

U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
3/3
Umhvørvisstovan er farin undir at eftirmeta innanhýsis arbeiðsgongdir og samskifta úteftir við
umsøkjara, byggiharra, avvarðandi kommunu o.o. fyri at kanna, um til ber at lætta um
arbeiðsgongdir og samskifti millum partarnar í tilgongdini at matrikulera ein eigindóm, har
talgilt samskifti og talgildar upplýsingar helst vera týðandi tættir. Vónandi fer hetta arbeiðið at
føra til, at enn meiri ferð kann setast á matrikuleringsarbeiðið í framtíðini, so
matrikulmyndugleikin ikki gerst fløskuhálsur, tá nýggir bygningar eru lidnir og klárir at handa
eigaranum.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 13. desember 2021
Magnus Rasmussen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
098.21 Spurningur til M. Rasmussen frá J. Joensen - Lendisætlan fyri Føroyar og matrikulering.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 1. des. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum
Evni: Lendisætlan fyri Føroyar og matrikulering
Spurningar:
1. Er ætlanin at gera eina lendisætlan fyri Føroyar?
2. Um so er, er ætlanin at taka atlit til staðbundnu umstøðurnar í Føroyum?
3. Er ætlanin at taka kommunurnar við í viðgerðina?
4. Er ætlanin at raðfesta matrikulering hægri í Føroyum?
Viðmerkingar:
Føroyar eru eitt fjallaland, har lendið er grýtut. Moldin er grunn í flestu støðum í
fjøllunum. Niðri í dølum og út móti firðum er betur vallað. Har hava fólk ígjøgnum
ættarlið lagt haga inn til grønkandi bø. Nógvur bøur liggur ósligin í dag og kundi
verið brúktur betur. Eitt nú til stráfóður, grønmeti og velting.
Nú eftirspurningurin eftir byggilendi er stórur, og bygt verður um alt landið, verður
nógv innangarðsjørð, eins og uttangarðsjørð, løgd til byggilendi. Hetta kann vera
neyðugt fyri at nøkta tørvin. Men spurningurin er, um atlit verða tikin til framtíðina og
okkara eftirkomarar, tá tað snýr seg um landbúnað og brúksmøguleikar hesum
viðvíkjandi, og um raðfestingar og býarplanlegging verða samantvinnað við, hvar
besta landbúnaðarjørðin er.
Vandi er fyri, at Føroyar um stutta tíð eru uttan innangarðsjørð, og tí ikki hava nakað
lendi at velta eplir, grønmeti v.m. í - heldur ikki hjá føroyskum húsarhaldum. Summir
bøndur leggja í dag nýlendi inn einamest til stráfóður. Henda jørð kann tó ikki
samanberast við gomlu innangarðsjørðina, sum hevur nógv ár á baki og hevur nógv
betri mold. Á Sandi hevur mann góðar royndir við at dyrka grønmeti.
Sjálvandi eru nógvir áhugapartar í eini tilgongd at gera eina lendisætlan, og
kommunurnar eru týdningarmiklir hoyringarpartar.
Røddir í kommunala geiranum hava verið frammi um, at tilgongdin at ogna sær
byggilendi er ov long. At m.a. matrikuleringstilgongdin seinkar byggiætlanum
almikið. Her er ein avbjóðing, sum kundi verið loyst, tó at atlit verða tikin til gomlu
landbúnaðarjørðina.
Føroyska náttúran er viðbrekin, og landbúnaðarjørðin er lítil í vavi. Summar bygdir og
býir hava so at siga onga innangarðsjørð eftir. Tað kann fáa keðiligar avleiðingar fyri
framtíðina, landbúnaðin í framtíðini og Føroyar sum sjálvberandi matvøruframleiðara
í framtíðini.
Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 1. desember 2021
Jóhannis Joensen

-- 1 of 1 --