52-097/2021
Eirargarður
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 13. des. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
097.21 Svar frá E. M. Gunnleygsdóttur til Ey Samuelsen - Eirargarður.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 14. des. 2021
Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 100 Tórshavn 13. desember 2021 Mál: 21/21985 Viðgjørt: KÁ Nr. 52-097/2021 Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 52-097/2021 eftir tingskipanini § 52a til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismann við almannamálum, frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmanni, um Eirargarð Spurningar: 1. Nær verður farið undir at umvæla/dagføra Eirargarð 16? 2. Hvat fevnir arbeiðið um? 3. Nær verður arbeiðið væntandi liðugt? 4. Svar: Spurningarnir verða svaraðir undir einum. Tá landsstýrismaðurin tók við, varð hann kunnaður um støðuna á fleiri av verandi bústovnum, sum eru í ringum standi. Ein lýsing, sum er gjørd av stovnunum fyri nøkrum árum síðani vísir greitt, at okkurt munagott eigur at gerast fyri at betra um umstøðurnar. Talan er í nógvum førum um gomul sethús, sum ikki eru hildin við líka og tí krevja ábøtur. Landsstýrismaðurin valdi tí at fara til verka beinanvegin fyri at bøta um støðuna, og í 2020 samtykti Løgtingið løgtingslóg nr. 85 frá 7. juni 2020 um dagføring av vardum bústøðum, sum heimilar landsstýrismanninum at dagføra verandi bústovnar fyri í alt 33 mió. kr. Úrslitini byrja nú at síggjast. Úr rúgvuni av smærri verkætlanum, sum eru lidnar síðani landsstýrismaðurin tók við kunnu nevnast: • Eirargarður 14, 2, í Havn, sum er total renoveraður, • Sambýlið á Traðarvegnum í Sandavági, har m.a. kjallarin er umbygdur, -- 1 of 2 -- ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Síða 2 av 2 • Hóvabrekka á Argjum, har m.a. 8 baðirúm og vátrúm eru dagførd, • Økisdepilin í Vági (Eiðisgarður), har bygt er eitt dag- og umlættingartilboð, • Sambýlið á Fugloyarvegnum í Havn, har m.a. tekjan er umvæld, • Blikagøta í Runavík, har m.a. stakitt og uttanduragoymsla er gjørt. Farið verður undir at umvæla Eirargarð 16, 1 og 2, í næstum. Arbeiðið byrjar 1. februar 2022. Tað fevnir um dagføring av 8 skolirúmum/baðirúmum. Í løtuni verður kannað, um til ber at finna fígging á játtanini við møguligari umraðfesting til at skifta ljós og leggja nýggja gólválegging. Sambært tíðarætlanini, so verður miðað ímóti, at arbeiðið við skoli-/baðirúm er liðug 1. apríl 2022. Aðrar verkætlanir, sum eru farnar ella fara í gongd í komandi tíðum eru m.a. • Sambýlið við Heyggjar í Havn, • Sambýlið við Rúnavegin í Runavík, • Sambýlið við Grønlandsvegin 63 í Havn, • Sambýlið í Niðaragøtu í Hoyvík. Tá komið er út í síðstu helvt í 2022, kunnu enn størri úrslit síggjast av, hvat fingist er burturúr. Í tilgongdini hevur landsstýrismaðurin umhugsað at umraðfesta onkra ætlan, og verður hetta kannað í løtuni. Í tí sambandi verður helst neyðugt at leingja verandi løgtingslóg, og hækkað fíggjarkarmin fyri at røkka heilt á mál við tí, sum landsstýrismaðurin hevur sett sær fyri. Hetta verður tikið upp politiskt í nærmastu framtíð, tá málið er búgvið. Av størri verkætlanum, sum eru ígongd, er talan um • Bú- og umlættingarheimið á Kvíggjartúni á Argjum til børn og ung við autismu, • Sambýli til fólk við menningartarni á Mýrini í Hoyvík, • Sambýli til fólk við menningartarni og fjølbreki í Reynstúni á Argjum. Arbeiðið á Kvíggjartúni gongur væl. Jørð- og betongarbeiðið er liðugt og farið er undir sjálva byggingina. Bygningurin verður liðugur síðst í 2022. Betongarbeiðið á Mýrini er komið væl áleiðis, og farið verður undir byggingina í næstum. Sambært tíðarætlanini verður bygningurin liðugur síðst í 2022. Prosjekteringin á Reynstúni er um at verða liðug og verður arbeiðið boðið út í januar 2022. Um hálvan februar 2022 verður lisitatión, og tá verður kostnaðurin kendur. Fylgjandi verður lógaruppskot lagt fyri Løgtingið. Bygningurin verður sambært tíðarætlanini liðugur síðst í 2023. Tórshavn, 13. desember 2021 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur landsstýrismaður -- 2 of 2 --
097.21 Spurningur til E. M. Gunnleygsdóttur frá Ey Samuelsen - Eirargarður.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 1. des. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmaður Svarari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður í almannamálum Evni: Eirargarður Spurningar: 1. Nær verður farið undir at umvæla/dagføra Eirargarð 16? 2. Hvat fevnir arbeiðið um? 3. Nær verður arbeiðið væntandi liðugt? Viðmerkingar: Bygningarnir Eirargarður 14 og 16 vórðu bygdir í 1970’unum og eru í ringum standi og ótíðarhóskandi í dag. Ætlanin hevur verið at gera ymsar ábøtur og dagføringar á Eirargarði 14 og 16, meðan bíðað varð eftir nýggja heiminum í Reynstúni. Við lógaruppskoti frá mars 2020 vórðu 30 milliónir settar av til at dagføra fleiri vardar bústaðir. Eirargarður er ein av hesum. Nú byggingin av heiminum í Reynstúni enn ikki er byrjað, hevur tað stóran týdning fyri búfólk, starvsfólk og avvarðandi, at arbeiðið á Eirargarði verður framt. Fyri at frætta, hvussu langt ætlanin at dagføra og umvæla er komin, verða hesir spurningar settir. Á Løgtingi 1. desember 2021 Eyðgunn Samuelsen -- 1 of 1 --