← Løgtingsmál

52-096/2021

Hagtøl um koronu

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 11. des. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
096.21 Svar frá K. L. H. Johannesen til S. K. Poulsen - Hagtøl um koronu.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 10. des. 2021

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 10. desember 2021
HMR J. nr. 21/24683-10
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður
Svar
upp á
fyrispurning nr. 52-096/2021 eftir § 52a) í tingskipanini um hagtøl um koronu, frá Steffan K.
Poulsen, løgtingsmanni
Spurningurin var soljóðandi:
1. Hvør er orsøkin til, at Heilsumálaráðið upplýsir, hvussu nógv eru deyð við koronu í
Føroyum?
2. Hví verður ikki upplýst, hvussu nógv doyggja við øðrum virusum ella sjúkum á sama hátt?
3. Hvussu nógv eru deyð við koronu-koppseting innan 30 dagar eftir at hava fingið eina
koronu-koppseting?
4. Hvussu nógv eru innløgd orsakað av koronu-koppseting?
5. Hvussu nógv av teimum, sum eru deyð við koronu, vóru koppsett?
6. Hvussu nógv av teimum omanfyri 12 ár, sum hava fingið staðfest koronu, vóru koppsett?
7. Hvussu nógv eru blivin sjúk ella potaði positiv av koronu meira enn einaferð?
8. Hvussu nógv koppsett hava potað seg síðani 24. juni 2021?
9. Av hesum, hvussu nógv koppsett eru potaði positiv sama tíðarskeið?
10. Hvussu nógv ókoppsett hava potað seg síðani 24. juni 2021?
11. Av hesum, hvussu nógv ókoppsett eru potaði positiv sama tíðarskeið?
12. Hvussu nógv andingartól hevur sjúkrahúsverkið?
13. Hvussu hevur belegningurin verið á omanfyri nevndu andingartólum, síðani korona breyt út
í Føroyum?
14. Arbeiðir landsstýrismaðurin við at almannakunngera onnur (nýggj) hagtøl, enn tey sum eru
nevnd í hesum fyrispurningi, í samband við koronu?

-- 1 of 4 --

Svar:
Til spurning 1
Tað er ikki Heilsumálaráðið, men Landslæknin sum almannakunnger tílík hagtøl. Tí hevur
Heilsumálaráðið heitt á Landslæknan um at svara hesum spurningi, umframt spurningi 2, 3, 5, 6 og
7. Svarini hjá Landslæknanum eru endurgivin undir hesum spurningum.
Í skrivi, dagfest 1. desember 2021, hevur Landslæknin upplýst fylgjandi um spurningin:
”WHO hevur frá byrjan av hesi alheimsfarsótt heitt á øll limalondini um at upplýsa talið av
smittaðum, talið av deyðum í einum tíðarskeiði uppá 30 dagar eftir smittu við COVID-19,
umframt talið av innløgdum, herundir á intensiv og talið á teimum, ið hava tørv á
respirator. Hetta er eisini nágreinað í “Bekendtgørelse nr. 189 af 10. marts 2020 for
Færøerne om lægers anmeldelse af COVID-19”. Hetta er orsøkin til, at Landslæknin samlar
inn hesar dátur, og at hesar verða almannakunngjørdar á corona.fo”
(Umseting hjá Heilsumálaráðnum)
Til spurning 2
Í skrivi, dagfest 1. desember 2021, hevur Landslæknin upplýst fylgjandi um spurningin:
”Allir læknar skulu fráboða eina røð av virussjúkum til Landslæknan sambært “Anordning
nr. 655 af 14. juni 2011 om ikrafttræden for Færøerne af lov om foranstaltninger mod
smitsomme og andre overførbare sygdomme, sum seinast broytt við bekendtgørelse nr. 180
frá 5. mars 2020”. Landslæknin almannakunnger hesi hagtøl í árligu ársfrágreiðingini. Tað
eru einans tilburðirnir, sum verða fráboðaðir, og ikki hvørt persónurin er deyður av
sjúkuni.“
(Umseting hjá Heilsumálaráðnum)
Til spurning 3
Í skrivi, dagfest 1. desember 2021, hevur Landslæknin upplýst fylgjandi um spurningin:
“Øll andlát, sum verða staðfest innan 7 dagar aftaná koppseting móti COVID-19, skulu
sambært “Bekendtgørelse nr. 450 af 16. marts 2021 for Færøerne om retslægelig obduktion
i forbindelse med dødsfald kort efter modtagelse af vaccination imod Coronavirussygdom
2019 (covid-19)” fráboðast løgregluni, sum eitt óvæntað andlát. Síðani verður ein
rættarlæknalig líkskoðan framd. Samanlagt eru tríggir tilburðir fráboðaðir, har tað eina
andlátið tó varð staðfest 14 dagar aftaná koppseting. Tað hevur ikki verið grundarlag fyri at
staðfesta, at koppseting kann viðføra sjúku og deyða í longri tíð aftaná koppseting.”
(Umseting hjá Heilsumálaráðnum)

-- 2 of 4 --

Til spurning 4
Sjúkrahúsverkið er ikki vitandi um nakran sjúkling, sum er innlagdur, orsakað av at hann er
koppsettur fyri koronu. Sjúkrahúsverkið hevur upplivað okkurt einstakt dømi, har persónur í
sambandi við sjálva koppsetingina hevur fingið eina sonevnda «bráðreaktión», og tí er sendur á
skaðastovuna fyri at fáa hjálp.
Til spurning 5
Í skrivi, dagfest 1. desember 2021, hevur Landslæknin upplýst fylgjandi um spurningin:
”Landslæknin hevur ikki nærri upplýsingar um, hvussu nógv av teimum, sum eru deyð við
COVID-19, eru koppsett.”
(Umseting hjá Heilsumálaráðnum)
Til spurning 6
Í skrivi, dagfest 1. desember 2021, hevur Landslæknin upplýst fylgjandi um spurningin:
”Landslæknin hevur ikki gjørt tílíka uppgerð, men hevur tað neyðuga tilfarið til at gera
greiningar. Við hjálp frá uttanhýsis granskara, almannakunngjørdi Landslæknin tann 18.
november úrslit frá einari kanning um virknaðin av koppseting
(https://korona.fo/news/1401/koppsetingin-virkar-serliga-millum-tey-yngru). Serliga vístu
greiningarnar í teimum yngru aldursbólkunum frá 12-24 ár, at koppseting hevur góðan
virknað, eins og sannlíkindini hjá koppsettum fyri at verða smittað av COVID-19, eru 9
ferðir lægri samanborið við ókoppsett. Landslæknin ætlar at halda áfram við hesum
arbeiðinum og at almannakunngera dátur um virknaðin av koppseting.”
(Umseting hjá Heilsumálaráðnum)
Til spurning 7
Í skrivi, dagfest 1. desember 2021, hevur Landslæknin upplýst fylgjandi um spurningin:
”Landslæknin hevur bert kunnleika til ein tilburð í Føroyum, men hevur illgruna um, at
talan møguliga er um eina falska positiv roynd, í sambandi við at sjúkan í byrjanini tók seg
upp í Føroyum. Andevni, ið ein persónur fær, eftir at hann hevur verið smittaður við
COVID-19, gevur sera góða verju móti COVID-19 og betri enn koppseting.”
(Umseting hjá Heilsumálaráðnum)

-- 3 of 4 --

Til spurning 8, 9 10 og 11
Sjúkrahúsverkið hevur ikki hagtøl fyri, hvussu nógv koppsett hava latið seg kanna síðani 24. juni
2021. Tí er ikki møguligt at svara spurningunum 8, 9, 10, og 11.
Til spurning 12 og 13
Sjúkrahúsverkið hevur ímillum 15 og 20 virkin andingartól (respiratorar), alt eftir um ein velur at
telja sonevndar transport-respiratorar, respiratorar í narkosutólum og einstøk eldri men virkin tól,
við.
Sjúkrahúsverkið hevur ikki neyvt yvirlit yvir, hvat belegningurin hevur verið, men tølini eru smá.
Tilsamans hava tríggir persónar ligið í respiratori á intensiv vegna koronu. Leggjast skal afturat, at
nakrir og 20 persónar hava fingið viðgerð við sonevndum optiflow-tólið, ið hjálpir iltingini hjá
sjúklinginum.
Samanumtikið er metingin hjá Sjúkrahúsverkinum, at tað hevur havt týdning, at sjúklingarnir eru
komnir skjótt í viðgerð á sjúkrahúsunum, og tí hevur tað í allarflestu førum borið til at forða fyri, at
sjúkan er vorðin álvarsom.
Til spurning 14
Landsstýrismaðurin arbeiðir ikki við at almannakunngera onnur hagtøl um koronu, enn tey sum
longu í dag verða almannakunngjørd.
Heilsumálaráðið, 10. desember 2021
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 4 of 4 --
096.21 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá S. K. Poulsen - Hagtøl um koronu.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 30. nov. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Hagtøl um koronu
Spurningar:
1. Hvør er orsøkin til, at Heilsumálaráðið upplýsir, hvussu nógv eru deyð við
koronu í Føroyum?
2. Hví verður ikki upplýst, hvussu nógv doyggja við øðrum virusum ella sjúkum
á sama hátt?
3. Hvussu nógv eru deyð við koronu-koppseting innan 30 dagar eftir at hava
fingið eina koronu-koppseting?
4. Hvussu nógv eru innløgd orsakað av koronu-koppseting?
5. Hvussu nógv av teimum, sum eru deyð við koronu, vóru koppsett?
6. Hvussu nógv av teimum omanfyri 12 ár, sum hava fingið staðfest koronu, vóru
koppsett?
7. Hvussu nógv eru blivin sjúk ella potaði positiv av koronu meira enn einaferð?
8. Hvussu nógv koppsett hava potað seg síðani 24. juni 2021?
9. Av hesum, hvussu nógv koppsett eru potaði positiv sama tíðarskeið?
10. Hvussu nógv ókoppsett hava potað seg síðani 24. juni 2021?
11. Av hesum, hvussu nógv ókoppsett eru potaði positiv sama tíðarskeið?
12. Hvussu nógv andingartól hevur sjúkrahúsverkið?
13. Hvussu hevur belegningurin verið á omanfyri nevndu andingartólum, síðani
korona breyt út í Føroyum?
14. Arbeiðir landsstýrismaðurin við at almannakunngera onnur (nýggj) hagtøl, enn
tey sum eru nevnd í hesum fyrispurningi, í samband við koronu?
Viðmerkingar:
Alt, sum verður mátað í samband við koronu, fær øgiliga stórt uppmerksemi í
føroyska samfelagnum. Tal av smittaðum, innløgdum, fólki í sóttarhaldi, deyðum við
koronu og tal av koppsettum eru nøkur av tølunum, sum vera miðlað út hvønn dag.
Tað skapar tó undran, at tað ikki koma hagtøl uppá t.d. avleiðingar av koppseting og
sundurgreinað tøl ímillum koppsett og ókoppsett í samband við poting o.l. Ymiskir
myndugleikar og fakfólk hava meldað út, at koppsetingin riggar so og so væl.
Undirritaði metir tó, at ein almannakunngerð av hagtølunum aftan fyri hesar
niðurstøðurnar heði skapt eitt størri álit ímillum myndugleikan og borgaran.
24. juni 2021 høvdu 50% av føroyingum fingið sær tað fyrra prikið. Hetta verður
brúkt sum eitt úttgangsstøði fyri spurningarnar um poting. Fyrispurningurin er ein
roynd uppá at fáa meira fjølbroytt hagtøl, sum koma út í samband við koronu.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 30. november 2021
Steffan Klein Poulsen

-- 2 of 2 --