52-095/2021
Tunlar Norður um Fjall – spreinging og ferðsluljós
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 7. des. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
095.21 Svar frá J. Niclasen til S. K. Poulsen - Tunlar Norður um Fjall – spreinging og ferðsluljós.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 8. des. 2021
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 08.12.2021 J. nr.: 21/24308 Viðgjørt: AE Svar til fyrispurning nr. 52-095/2021 frá Steffani Klein Poulsen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen, um tunlarnar Norður um Fjall – spreinging og ferðsluljós. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvør er orsøkin til, at verandi farleið Norður um Fjall steingir, meðan sprongt verður fyri nýggju tunlunum? 2. Er grót dottið undan loftinum í verandi farleið orsakað av einari spreinging í nýggju tunlunum? 3. Vera tunlarnir stongdir hvønn dag í vikuni orsakað av spreingingini? 4. Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um at tillaga ferðsluljósini til tunlarnar Norður um Fjall? 5. Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um at sløkkja ferðsluljósini leygardag og sunnudag? 6. Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um at sløkkja ferðsluljósini kl. 18.00 heldur enn kl. 20.00? 7. Hvussu nógvir bilar hava koyrt ígjøgnum tunlarnar í miðal mánadag, týsdag, mikudag, hósdag, fríggjadag, leygardag og sunnudag, eftir at ferðsluljósini eru sett upp, t.v.s. frá 16. juli til og við 24. november 2021? 8. Hvussu nógvir bilar koyrdu ígjøgnum tunlarnar í miðal mánadag, týsdag, mikudag, hósdag, fríggjadag, leygardag og sunnudag, áðrenn ferðsluljósini vórðu sett upp, frá 1. mars til 16. juli? Svar til spurning 1 og 2 Arbeiðið við at bora nýggju tunlarnar Norður um Fjall gongur væl, og eru nú 570 metrar boraðir. Tá sprongt var fyri tunnilsmunnan í nýggja Árnafjarðartunlinum, varnaðust menn, at grót var dottið undan loftinum í verandi tunli. Tað ber ikki til at staðfesta, um grótið kom frá sjálvari spreingingini, men av trygdarávum avgjørdi Landsverk í fyrsta umfari, at halda vakt tá sprongt var, og síðan at steingja tunlarnar meðan sprongt verður. Landsverk hevur sett upp ristimátarar, og kann staðfesta at higartil eru ongar ristingar skrásettar í verandi tunlum orsakað av spreingingum, og at einki grót síðan er dottið niður av loftinum. -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð Ministry of Finance 2/2 Fyri at binda um heilan fingur valdi Landsverk at steingja verandi tunlar tá sprongt verður, men fer við tíðini at eftirmeta støðuna, fyrstu ferð eftir jól. Svar til spurning 3 Tað verður arbeitt hvønn dag í vikuni. Roknast kann við tveimum spreingingum um dagin, einaferð seinnapart og einaferð út á kvøldið. Í vikuskiftinum er vaktarskifti, og kemur onkuntíð fyri, at tað ikki verður sprongt sunnudag. Svar til spurning 4, 5 og 6 Ferðslusljós vóru sett upp við tunlarnar Norður um Fjall í juli 2021 fyri at betra ferðsluna og trygdina, tá koyrt verður gjøgnum tunlarnar. Onkrar tillagingar eru síðan gjørdar. Sambært Landsverki virkar skipanin væl, og fólk eru sum heild nøgd. Landsverk upplýsir, at í løtuni eru ongar ætlanir um at broyta ferðslustýringina Norður um Fjall. Svar til spurning 7 og 8 Sí yvirlit yvir miðal ferðslu gjøgnum tunlarnar Norður um Fjall, lutað á tíðarskeið og vikudagar. Tíðarskeið mán týs mik hós frí Ley sun 1 mars - 15 juli 2021 1.686 1.718 1.815 1.749 1.732 1.433 1.280 16. juli -24. nov. 2021 1.613 1.592 1.620 1.617 1.666 1.367 1.175 Tinganes, 8. desembur 2021 Jørgen Niclasen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 2 of 2 --
095.21 Spurningur til J. Niclasen frá S. K. Poulsen - Tunlar Norður um Fjall – spreinging og ferðsluljós.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 25. nov. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Evni: Tunlar Norður um Fjall – spreinging og ferðsluljós Spurningar: 1. Hvør er orsøkin til, at verandi farleið Norður um Fjall steingir, meðan sprongt verður fyri nýggju tunlunum? 2. Er grót dottið undan loftinum í verandi farleið orsakað av einari spreinging í nýggju tunlunum? 3. Vera tunlarnir stongdir hvønn dag í vikuni orsakað av spreingingini? 4. Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um at tillaga ferðsluljósini til tunlarnar Norður um Fjall? 5. Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um at sløkkja ferðsluljósini leygardag og sunnudag? 6. Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um at sløkkja ferðsluljósini kl. 18.00 heldur enn kl. 20.00? 7. Hvussu nógvir bilar hava koyrt ígjøgnum tunlarnar í miðal mánadag, týsdag, mikudag, hósdag, fríggjadag, leygardag og sunnudag, eftir at ferðsluljósini eru sett upp, t.v.s. frá 16. juli til og við 24. november 2021? 8. Hvussu nógvir bilar koyrdu ígjøgnum tunlarnar í miðal mánadag, týsdag, mikudag, hósdag, fríggjadag, leygardag og sunnudag, áðrenn ferðsluljósini vórðu sett upp, frá 1. mars til 16. juli? Viðmerkingar: Landsverk boðaði tann 24.11.2021 frá, at tunlarnir Norður um Fjall steingja á leið tvær ferðir um dagin orsakað av spreinging í nýggju tunlunum. Linjuføringarnar liggja tætt at hvørji aðrari, og tí verða omanfyri nevndu spuningar settir, fyri at fáa greiði á, hvussu arbeiðið og spreingingarnar í nýggju tunlunum ávirka galdandi farleið. Nú eru eisini góðir fýra mánaðir, síðani ferðsluljósini vórðu sett upp. Her er áhugavert at síggja, um talið á bilum er broytt á hesari farleiðini, og um landsstýrismaðurin ætlar at tillaga ferðsluljósini. Á Løgtingi, 25. november 2021 Steffan Klein Poulsen -- 1 of 1 --