52-094/2021
Arbeiðsmegin hjá Atlantsflog
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 6. des. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
094.21 Svar frá J. Niclasen til J. Joensen - Arbeiðsmegin hjá Atlantsflog.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 7. des. 2021
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 06. des. 2021 J. nr.: 21/24251 Svar til fyrispurning nr. 52-094/2021 frá Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni, settur Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um arbeiðismegina hjá Atlantsflog. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um Atlantic Airways raðfestir bíliga útlendska arbeiðsmegi fram um royndar føroyskar umsøkjarar? 2. Kann landsstýrismaðurin upplýsa um starvsfólkakostnaðir til flogskiparar og flogternur frá 1. januar 2021 til 1. oktober 2021 í mun til sama tíðarskeið í 2019? Svar: Fíggjarmálaráðið hevur vent sær til felagið við spurninginum omanfyri. Sum kunnugt er Atlantsflog skipað sum partafelag og rikið við armslongd frá landsstýrinum. Atlantsflog hevði áðrenn farsóttina fyrireikað seg til nógva flúgving við fýra flogførum og hevði fingið manningar til øll flogførini. Tíverri hevði Covid-19 farsóttin við sær, at neyðugt varð hjá flogfelagnum at siga uml. 100 starvsfólkum úr starvi, herav 19 flogmonnum. Eftir heimsfarsóttina telur flotin trý flogfør, og virksemið er munandi lægri. Atlantsflog upplýsir, at síðani uppsagnirnar í mai mánaða 2020 eru fleiri flogmenn settir aftur í starv. Í fjør heyst fingu tveir flogmenn størvini aftur, í november 2021 eru fýra flogmenn settir í starv, og avtala er gjørd við ein flogmann, sum byrjar aftur í starvi tann 1. januar 2022. Allir hesir sjey flogmenninir eru millum teir 19 uppsøgdu flogmenninar frá mai 2020, og allir eru settir eftir sama sáttmála og neyvt sama lønarstigi, sum teir vóru løntir eftir, tá teir vóru sagdir úr starvi. Tí heldur felagið, at tað er beinleiðis skeivt, tá ført verður fram, at Atlantsflog hevur sett aðrar og bíligari flogmenn í starv, heldur enn at seta teir uppsøgdu flogmenninar aftur í starv. Í tíðarskeiðnum 1. januar til 30. september í 2019 vóru starvsfólkakostnaðir til flogskiparar og flogternur 36,9 mió. kr., og í tíðarskeiðnum 1. januar til 30. september í ár vóru starvsfólkakostnaðir til flogskiparar og flogternur 24,0 mió. kr. Sama tíðarskeið var framleiðslan umleið helvtina av framleiðsluni sama tíðarskeið í 2019. Atlantsflog sigur seg leggja dent á at útbúgva og førleikamenna staðbunda arbeiðsmegi og samstundis tryggja felagnum burðardygga arbeiðsmegi. Síðani byrjan hevur føroyska flogfelagið -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð Ministry of Finance 2/2 útlært fleiri hundrað fólk sum mekanikarar, flogskiparar, flogternur og hópin av øðrum størvum innan flogvinnu. Og síðani 2016 hevur felagið bjóða 17 ungum føroyingum góðkenning at flúgva Airbus A319/320 flogfør, sonevnda type-rating, ið er virðismett til umleið 250.000 kr. fyri hvønn. Hildið verður eisini á í 2022 at bjóða ungum føroyingum Airbus type-rating, eins og gjørt hevur verið síðani 2016, undantikið í koronutíðarskeiðnum. Í løtuni væntar Atlantsflog, at flúgvingin í 2022 fer at nærkast virkseminum í 2019 og eins og undanfarin ár, ætlar føroyska flogfelagið at seta fríyrkisfólk í størv í fleiri deildum í háárstíð. Atlantsflog setir fólk í starv eftir galdandi avtalum á arbeiðsmarknaðinum. Tinganes, 2. desembur 2021 Jørgen Niclasen landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 2 of 2 --
094.21 Spurningur til J. Niclasen frá J. Joensen - Arbeiðsmegin hjá Atlantsflog.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 24. nov. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Evni: Arbeiðsmegin hjá Atlantsflog Spurningar: 1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um Atlantic Airways raðfestir bíliga útlendska arbeiðsmegi fram um royndar føroyskar umsøkjarar? 2. Kann landsstýrismaðurin upplýsa um starvsfólkakostnaðir til flogskiparar og flogternur frá 1. januar 2021 til 1. oktober 2021 í mun til sama tíðarskeið í 2019? Viðmerkingar: Atlantsflog er okkara tjóðarflogfelag og eitt av stóru arbeiðsplássunum í Føroyum. Undir koronukreppuni, sum rakti flogvinnuna hart, varð avgjørt at seta 100 mió. kr. aftrat í almenna flogfelagið við eykajáttan. Hetta fyri at felagið skuldi koma betur burtur úr kreppuni. Undir viðgerðini í Løgtinginum førdu fleiri tingfólk fram, at treytin fyri íløguna var, at felagið setti føroysku starvsfólkini aftur í starv, sum høvdu mist starv sítt orsakað av minkandi flogferðslu. Landsstýrismaðurin varð kunnaður um hetta ynskið. Nú er stórur vøkstur í flúgving til Føroya og eisini hjá Atlantsflog. Hetta er gleðiligt. Røddir eru tó frammi í fjølmiðlunum um, at onnur bíligari arbeiðsmegi verður sett í størv, sum føroyingar mannaðu frammanundan koronukreppuni, hóast føroysku starvsfólkini eru tøk. Atlantsflog hevur altíð verið eitt føroyskt felag, sum vit eru errin av. Einamest tí, at leiðsla og flestu starvsfólk eru dugnaligir føroyingar við hollum royndum - bæði á landi og í luftini. Um bílig útlendsk arbeiðsmegi verður raðfest, kann mann ímynda sær, at tað verður fremmandamál, sum fer at mynda flogtúrin í framtíðini, hóast talan er um okkara tjóðarflogfelag. Fyri at fáa greiðu á hesum, verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 24. november 2021 Jóhannis Joensen -- 1 of 1 --