52-093/2021
Hvítting av pengum gjøgnum føroyskar fyritøkur og bankar
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 4. des. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
093.21 Svar frá M. Rasmussen til B. Samuelsen - Hvítting av pengum gjøgnum føroyskar fyritøkur og bankar.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 6. des. 2021
Sjá útdrigin tekst
1 / 3 Løgtingið Tórshavn, tann 3. des. 2021 Tinghúsvegur 1-3 J. nr.: 21/24091 Postboks 208 110 Tórshavn Svar upp á fyrispurning nr. 52-093/2021 frá Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu, um hvítting av pengum gjøgnum føroyskar fyritøkur og bankar Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Veit landsstýrismaðurin, um fleiri dømi eru um, at útlendskar fyritøkur ella persónar hava hvítvaskað pening ígjøgnum fyritøkur, skrásettar í Føroyum, og ígjøgnum føroysku bankarnar? 2. Fáa føroyskir myndugleikar fráboðan frá donsku eftirlitsmyndugleikunum um tey mál, har talan er um svik ella hvítvasking av pengum, har Føroyar so ella so verða brúktar til endamálið? 3. Fáa føroyskir myndugleikar yvirlit yvir, hvørjar fyritøkur ella persónar, skrásett ella búgvandi í Føroyum, ið eru partar av hvítvasking av pengum ella øðrum fíggjarligum kriminaliteti? 4. Er ætlanin at kanna vavið á hvítvaski ella øðrum fíggjarligum kriminaliteti í Føroyum og gera nakað við trupulleikan? Svar Til nr. 1 Vit hava ikki hagtøl ella váðametingar fyri Føroyar, sum vísa í hvønn mun útlendskar fyritøkur ella persónar hava hvítvaskað pening ígjøgnum fyritøkur, skrásettar í Føroyum og ígjøgnum føroysku bankarnar, Ætlanin er, at hesin parturin av arbeiðinum at fyribyrgja hvítvasking og fígging av yvirgangi verður styrktur. Víst verður til svar upp á spurning 4. Til nr. 2 og 3 Ákæruvaldið í Føroyum og TAKS fáa upplýsingar frá Hvidvasksekretariatet (Hvítvaskskrivstovan) hjá Statsadvokaten for Særlig Økonomisk og International Kriminalitet (SØIK), sum Hvítvaskskrivstovan hevur savnað um møguliga hvítvasking og fígging av yvirgangi í Føroyum, um mett verður, at tað kann verða grundarlag fyri at reisa eitt revismál ella fyristingarmál viðvíkjandi skattaviðurskiftum. Føroyskir myndugleikar fáa ikki yvirlit yvir, hvørjar fyritøkur ella persónar, skrásett ella búgvandi í Føroyum, ið eru partar av hvítvasking av pengum ella øðrum fíggjarligum kriminaliteti. Føroyskir mynduegleikar skulu tó eins og fyritøkurnar nýta váðmetingarnar, sum SØIK og Politets Efterretningstjeneste (PET) gera um hvítvasking og fígging av yvirgangi í Danmark undir hesum í Føroyum. -- 1 of 3 -- 2 / 3 Hvítvaskskrivstovan móttekur fráboðanir um møguliga hvítvasking og fígging av yvirgangi frá pliktaðum fyritøkum og eftirlitsmyndugleikum. Pliktaðar fyritøkur eru m.a. fíggjarfyritøkur, sakførarar, grannskoðarar, ognarmeklarar, skattaráðgevarar. Eftirlitsmyndugleikar eru m.a. Fíggjareftirlitið, Advokatrådet, Tryggingareftirlitið og Skráseting Føroya. Hvítvaskskrivstovan kann, um atlit viðvíkjandi rannsakan o.ø. ikki tala ímóti, geva tí fyritøku ella myndugleika, sum hevur fráðboðað, kunning um støðuna í málinum, undir hesum um ákæra er reist, um endalig avgerð er tikin, ella um málið er lagt til viks. Upplýsingar, sum Hvítvaskskrivstovan hevur móttikið í fráboðanum, verða latnar víðari til ákæruvaldið og skattamyndugleikarnar, undir hesum til ákæruvaldið í Føroyum og TAKS, um mett verður, at tað kann verða grundarlag fyri at reisa eitt revismál ella fyristingarmál viðvíkjandi skattaviðurskiftum. Hvítvaskskrivstovan ger hagtøl yvir mál, sum eru fráboðað, við yvirliti yvir tal á fráboðanum og tal á víðarilatanum av upplýsingum til ákæruvald, skattavald og aðrar almennar myndugleikar. SØIK ger eina nationala váðameting viðvíkjandi hvítvasking í Danmark, og PET gera eina nationala váðameting viðvíkjandi fígging av yvirgangi. Hagtøl og nationalu váðametingarnar, sum SØIK og PET gera, fevna eisini um Føroyar og Grønland. Hetta eru upplýsingar av generellum slag, sum eru alment atkomuligar, eisini hjá pliktaðum føroyskum fyritøkum og eftirlitsmyndugleikum, og eru ætlaðar at verða nýttar av fyrtøkunum og eftirlitsmyndugleikunum í tilrættislegging teirra av arbeiðinum við at fyribyrgja hvítvasking og fígging av yvirgangi. Tiltøkini móti hvítvasking og fígging av yvirgangi fevna m.a. um, at tað almenna skal hava eftirlit við, at pliktaðu fyritøkurnar fylgja krøvunum í hvítvasklóggávuni og virka samsvarandi hesum, fyri ikki at verða misnýttar til hvítvasking og fígging av yvirgangi. Skyldurnar hjá fyritøkunum fevna m.a. um at hava nøktandi skipanir um váðmeting, kundakunnleikamannagongdir og fráboðanarskyldu. Fyritøkurnar virka bæði á økjum, sum ikki eru yvirtikin, og sum tí eru undir eftirliti av donskum myndugleikum, t.d. bankavirksemi, sum er undir eftirliti av Finanstilsynet, og á økjum, sum eru yvirtikin, t.d. tryggingarvirksemi, sum er undir eftirliti av Tryggingareftirlitinum. Eftirlitsmyndugleikin kann geva fyritøkunum boð og seta forboð, og kann lata eitt mál til løgregluna til eftirkanningar. Tiltøk, sum t.d. Fíggjareftilitið hevur sett í verk mótvegis eini fyritøku, annaðhvørt tað eru eini boð, eitt forboð, ella at málið er latið løgregluni til eftirkanningar, verða almannakunngjørd á heimasíðuni hjá Fíggjareftirlitinum, og eisini dómar, sum eru feldir, verða almannakunngjørdir á heimasíðuni. Til nr. 4 Á lívs- og pensiónstryggingarøkinum verður mett, at váðin fyri hvítvasking og fígging av yvirgangi er lítil í Føroyum. Hóast tað er neyðugt, at økið sum so verður raðfest við dagførdari lóggávu og skipanum. Á t.d. bankaøkinum er tað danskir mynduleikar, sum hava lóggávu- og umsitingarvald, og bankarnir eru undir eftirliti av danska fíggjareftirlitinum Føroyar skuldu eftir ætlan saman við Danmark í 2021 verða kannaðar av FATF (Financial Action Task Force, altjóða felagsskapur at stríðast móti hvítvasking og fígging av yvirgangi), um Føroyar og Danmark lúka tey tilmælini frá FATF um lóggávu og skipanir. Henda kanning er tó ikki framd enn. -- 2 of 3 -- 3 / 3 Yvirskipað er at siga, at lóggávan í Føroyum lýkur altjóða krøv í mun til hvítvask og fígging av yvirgangi. Avbjóðingar hava serliga verið við at stovnseta ávísar skipanir (t.d. skráseting av eigarviðuskiftunum í vinnufeløgunum), men kunngerðir og skipanir um tað koma í gildi og fara at virka frá 01.01.2022. . Arbeiðið hjá eftirlitsmyndugleikum og fyritøkum viðvíkjandi hvítvasking og fígging av yvirgangi skal vera váðagrundað, t.v.s at orkan skal serliga nýtast, har mett verður at váðin er stórur. Nevnast kann í hesum samband, at Tryggingareftirlitið í 2020 hevði váðametingarnar viðvíkjandi lívstryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum sum fokusøki. Kortlegging av váðfaktorunum hjá fyritøkunum og yvirvøkan av hesum skal frameftir verða ein partur av váðagrundaðað eftirlitinum við, hvørt fyritøkurnar halda hvítvasklógina. Tá greiningin er liðug, fer Tryggingareftirlitið at gera ein samsvarandi greining fyri lívstryggingarmeklarar og Realin. Føroyskar fyritøkur og myndugleikar skulu nýta m.a. váðametingarnar hjá SØIK og PET, tá tiltøk á hvítvaskøkinum skulu leggjast til rættis. Hesar váðametingar fevna, sum nevnt, eisini um Føroyar og Grønland, sum ganga inn í ta samlaðu nationalu váðametingina hjá Danmark. Eingin serstøk váðameting er fyri Føroyar. Tryggingareftirlitið hevur havt fund við PET um nationalu strategiina fyri stríðnum móti hvítvasking og fígging av yvirgangi í Danmark, og hevur skotið upp, at tað verður gjørd ein serstøk váðamating fyri Føroyar. Eisini er skotið upp, at føroyskir myndugleikar kunnu verða umboðir í Hvítvaskforum, ið er samstarv millum donsku eftirlitsmyndugleikarnar. Eg meti, at ein serstøk og styrkt váðameting fyri Føroyar og ment samstarv við donsku myndugleikarnar á hvítvaskøkinum kundi styrkt arbeiðið hjá myndugleikum og fyritøkum á hvítvaskøkinum í Føroyum. Í næstum fari eg at umrøða hesar spurningar við Vinnustovnin. Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 3. desember 2021 Magnus Rasmussen landsstýrismaður -- 3 of 3 --
093.21 Spurningur til M. Rasmussen frá B. Samuelsen - Hvítting av pengum gjøgnum føroyskar fyritøkur og bankar.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 23. nov. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Bjørt Samuelsen, løgtingsmaður Svarari: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum Evni: Hvítting av pengum gjøgnum føroyskar fyritøkur og bankar Spurningar: 1. Veit landsstýrismaðurin, um fleiri dømi eru um, at útlendskar fyritøkur ella persónar hava hvítvaskað pening ígjøgnum fyritøkur, skrásettar í Føroyum, og ígjøgnum føroysku bankarnar? 2. Fáa føroyskir myndugleikar fráboðan frá donsku eftirlitsmyndugleikunum um tey mál, har talan er um svik ella hvítvasking av pengum, har Føroyar so ella so verða brúktar til endamálið? 3. Fáa føroyskir myndugleikar yvirlit yvir, hvørjar fyritøkur ella persónar, skrásett ella búgvandi í Føroyum, ið eru partar av hvítvasking av pengum ella øðrum fíggjarligum kriminaliteti? 4. Er ætlanin at kanna vavið á hvítvaski ella øðrum fíggjarligum kriminaliteti í Føroyum og gera nakað við trupulleikan? Viðmerkingar: KVF bar í gjár tíðindini um eitt mál, har ógvusligar mongdir av pengum eru hvítvaskaðar gjøgnum eitt føroyskt skrásett felag og gjøgnum føroyskan banka. Í hesum føri var talan um mál knýtt at sonevnda “ Kongoráninum”, har 100 milliónir krónur, stolnar frá fólkinum í Kongo, eru fluttar til Føroya. Áður hava vit frætt um fyritøkur, sum brúktu føroyskar skipanir til skattaundandrátt og svik. Í gjár boðaði Bank Nordik frá, at bankin í 2020 fráboðaði heili 176 mál til SØIK (Statsadvokaten for Særlig Økonomisk og International Kriminalitet), og at tað í danska peningastovnsgeiranum vórðu samanlagt meira enn 60.000 mál fráboðað. Føroysku bankarnir virka undir danskari lóggávu, og eftir somu krøvum og fráboðanarskyldum um hvítvask v.m., sum danskir bankar. Føroyskar fyritøkur eru fevndar av løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski og fígging av yvirgangi. Spurningarnir verða settir fyri at fáa fram, í hvønn mun føroyskir myndugleikar hava innlit í og kunning um tey mál har fyritøkur, skrásettar í Føroyum, og føroyskir bankar eru partar av. Og í hvønn mun ætlanin er at gera nakað við trupulleikan. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi, 23. november 2021 Bjørt Samuelsen -- 2 of 2 --