← Løgtingsmál

52-092/2021

Príshækkingar í SEV

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 4. des. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
092.21 Svar frá M. Rasmussen til H. Old - Príshækkingar í SEV.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 6. des. 2021

Sjá útdrigin tekst
U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
GONGIN 7 • POSTSMOGA 377 • 110 TÓRSHAVN
TELEFON 30 66 00 • TELEFAX 30 66 65 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO
Løgtingið Tórshavn, tann 4. des. 2021
Tinghúsvegur 1-3 J. nr.: 21/24090
Postboks 208
110 Tórshavn
Svar
upp á
§52a fyrispurning frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi príshækkingum í SEV
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Ætlar landsstýrismaðurin at tvinga húsarhaldini at gjalda fyri streym, sum tey ikki fáa nyttu
av?
2. Ætlar landsstýrið at veita endurgjald til SEV fyri streym, sum húsarhaldini ikki fáa nyttu av
og samtíðis fyri at sleppa undan príshækkingum?
Svar til spurning 1 og 2
Umhvørvisstovan hevur veitt loyvi til tríggjar nýggjar vindmyllulundir seinastu tvey árini. Hetta
sum ein liður í at fyrireika samfelagið til orkuskiftið frá termiskari orku til grøna elorku.
Av nevndu loyvum vórðu tvey loyvi veitt samstundis á heysti í 2019 í Flatnahaga og á Eiði.
Triðja loyvið varð veitt í apríl 2021 við Gellingarklett.
Eftir upprunaligu ætlanini skuldu vindmyllulundirnar á Eiði og í Flatnahaga standa uppi í
2020/2021 og Vindmyllulundin við Gellingarklett í 2021/2022.
Soleiðis sum útlitini nú eru, kann væntast, at:
• Vindmyllulundirnar í Flatnahaga og á Gellingarkletti koma upp á heysti í 2022.
• Vindmyllulundin á Eiði kemur upp á heysti í 2023, treytað av, at neyðugu loyvini kunnu
útvegast til nýggju staðsetingina.
Sambært meting frá SEV er møguligt at fáa til høldar uml. 44% av samlaðu elframleiðsluni frá
teimum trimum vindmyllulundunum undir einum. Eftir at ein pumpuskipan er sett í verk, væntar
SEV, at møguleiki verður fyri at taka í móti einum munandi størri parti av elframleiðsluni frá
nevndu vindmyllulundum.

-- 1 of 3 --

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
2/3
Metingar frá SEV um møguliga framleiðslu áðrenn ein pumpuskipan er sett í verk:
Kostnaðurin fyri elframleiðslu úr vindorku fyri tey trý nevndu loyvini liggur um 23 oyru/kWt.
Kostnaðurin fyri oljugrundaða elframleiðslu liggur um 70 - 80 oyru/kWt (bundið at, hvat
oljuprísurin til eina og hvørja tíð er).
Við støði í nevndu tølum frá SEV um, at 44% av vindorkuni samlað frá øllum trimum
vindmyllulundunum kann koma til høldar, so vísir roknistykkið, at miðalkostnaðurin fyri
vindorkuna fer at liggja á 52 oyrum/kWt, inntil gjørligt verður at fáa meira av elorkuni til høldar
umvegis eina pumpuskipan, og so hvørt sum eftirspurningurin eftir elorku veksur. Sostatt er
kostnaðurin fyri elframleiðsluna frá nevndu vindmyllulundum væl lægri enn kostnaðurin fyri
oljugrundaða elframleiðslu.
Tað, at vindmyllulundin á Eiði í fyrsta lagi kann koma í rakstur á heysti 2023, viðførir, at ein
lutfalsliga størri partur av vindorkuni frá Gellingarkletti og Flatnahaga kemur til høldar. Í løtuni
arbeiðir SEV við at fáa neyðug loyvi til nýggju staðsetingina til vindmyllulundina á Eiði.
Fyri at kunna stabilisera vindorkuna, verður neyðugt at gera íløgur í battarískipanir o.a. Hetta er
kostnaður, sum SEV-net skal bera. Um hesin kostnaður verður lagdur afturat kostnaðinum fyri
vindmyllulundirnar, so er nevndi framleiðslukostnaður í miðal framvegis niðanfyri kostnaðin fyri
oljugrundaða elframleiðslu.
Samanumtikið metir Umhvørvisstovan, at ætlanirnar við teimum trimum vindmyllulundunum
í Flatnahaga, við Gellingarklett og á Eiði, eru neyðug stig á grønu kósini. Hvat kostnaði viðvíkur
so verður eisini mett, at hesar vindmyllulundirnar fara at geva eitt positivt íkast til búskapin hjá
SEV longu frá byrjan. Hetta hóast ein partur av elorkuni ikki kann koma til høldar í einum
skiftistíðarskeiði, fram til ein pumpuskipan væntast at verða sett í verk.
Í mun til framrokningar av elorkutørvinum komandi árini og vísandi til ætlanina um at gera
Føroyar grønar á landi seinast í 2030, so er ongin ivi um, at vit eru afturút við útbygging av
vindorkumátti, sum í rakstri er sera bíligur í mun til elframleiðslu úr olju.
Fyri hvørt ár, sum útbyggingin av vindorkumáttinum letur bíða eftir sær, rindar elbrúkarin
samlað sæð stórar eykarokningar fyri dýra og dálkandi elframleiðslu úr olju.
Tað er lógarásett, at SEV skal hava hóskandi inntøkur til at gjalda fyri rakstur og ætlaðar
neyðugar íløgur. Týdningarmikið er at gera greitt, at hóast elframleiðsla úr vindorku er bíligari
enn elframleiðsla úr olju, so snýr útbygging av vindorkumáttinum seg ikki bert um búskap. Vit
skulu útbyggja grønu orkukeldurnar m.a. við atliti til at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi.
Sambært elveitingarlógini er eitt av høvuðsendamálunum, at elorkuframleiðsla úr varandi
orkukeldum verður økt, og at prísurin fyri ravmagn skal ikki vera hægri enn neyðugt.

-- 2 of 3 --

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
3/3
Landsstýrismaðurin hevur ikki tørv á at tvinga húsarhaldini at gjalda fyri streym, og/ella veita
endurgjald til SEV fyri streym, sum húsarhaldini ikki fáa nyttu av.
Men um vit ikki skjótt koma longri fram á leið við útbyggingum av vindorkumáttinum, so fara
elbrúkararnir framhaldandi at rinda fyri dýra og dálkandi elframleiðslu úr olju, heldur enn at
rinda fyri lutfalsliga bíliga grøna elframleiðslu úr vindorku.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 4. desember 2021
Magnus Rasmussen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
092.21 Spurningur til M. Rasmussen frá H. Old - Príshækkingar í SEV.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 23. nov. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Henrik Old, løgtingsmaður
Svarari: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum
Evni: Príshækkingar í SEV
Spurningar:
1. Ætlar landsstýrismaðurin at tvinga húsarhaldini at gjalda fyri streym, sum tey
ikki fáa nyttu av?
2. Ætlar landsstýrið at veita endurgjald til SEV fyri streym, sum húsarhaldini ikki
fáa nyttu av og samtíðis fyri at sleppa undan príshækkingum?
Viðmerkingar:
Í øllum Norðurlondum og í pørtum av Europa hevur tað seinastu tíðina verið boðað
frá stórum príshækkingum á streymi til húsarhaldini. So nógv, at í onkrum londum
hevur verið upp á tal at veita stuðul til húsarhaldini fyri at byrgja upp fyri stóra
vøkstrinum í streymprísinum. Samtíðis frættust tey gleðiligu tíðindini her heima, at
SEV ikki hevði ætlanir um at hækka streymprísin í 2022.
Men mánakvøldið kom fram, at nýggjar vindmyllur eru á veg, sum fara at kosta SEV
á leið 60 milliónir kr. tey næstu 3-4 árini. SEV kann bara brúka 20% av orkuni frá
vindmyllulundunum, men er tvingað til at keypa streymin. SEV verður tvingað at
senda rokningina víðari til húsarhaldini, sum eru tey einastu, sum kunnu gjalda fyri
streymin, tey ikki fáa nyttu av. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 23. november 2021
Henrik Old

-- 1 of 1 --