← Løgtingsmál

52-091/2021

Møguleikar hjá heilsurøktarum og námshjálparum at lesa víðari

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 4. des. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
091.21 svar frá J. av Rana til S. Stenberg - Møguleikar hjá heilsurøktarum og námshjálparum at lesa víðari.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 6. des. 2021

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Dagfesting: 3. desember 2021
Tygara ref.:
Máltal.: 21/08502-58
Svar
upp á
skrivligan fyrispurning nr. 52-091/2021 frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, til Jenis av
Rana, landsstýrismann í uttanríkis og mentamálum.
Viðvíkjandi møguleikum hjá heilsurøktarum og námsfrøðihjálparum at lesa víðari.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvat skal til fyri, at heilsurøktarar kunnu lesa víðari til sjúkrarøktarfrøðing og
námshjálparar til námsfrøðing?
2. Ætlar landsstýrismaðurin at skipa fyri, at heilsurøktarar og námshjálparar kunnu fáa
uppsamlingsskeið við tí, tey mangla, so tey kunna lesa víðari?
3. Hvat er kostnaðurin av hesum?
Svar
Til 1: Útbúgvingarnar til sjúkrarøktarfrøðing og námsfrøðing á Fróðskaparsetri Føroya eru
bachelorútbúgvingar, og upptøkukrøvini eru ásett í kunngerð nr. 98 frá 2021 um upptøku til lestur
á Fróðskaparsetri Føroya. Í § 1 er ásett, at gymnasial miðnámsútbúgving er upptøkutreyt.
Útbúgvingarnar til heilsurøktarar og til námsfrøðiligan hjálpara eru ikki gymnasialar og lúka
sostatt ikki upptøkutreytina. Ein gymnasial útbúgving er almennandi og lestrarfyrireikandi og
gevur næminginum fakligt grundarlag fyri hægri lestri og framhaldandi útbúgving. Lærugreinarnar
á hesum útbúgvingum eru á ávikavist A, B og C stigi. Útbúgvingarnar til heilsurøktara og
námsfrøðiligan hjálpara geva næmingunum yrkisfakligan førleika á teirra økjum. Í ávísan mun
geva hesar útbúgvingar eisini næmingunum almennan lestrarførleika, ið er grundarlag undir víðari
útbúgving við tað, at ávísar lærugreinar eru á A, B og C stigi, men tær uppfylla ikki treytina fyri
samlaða talinum av lærugreinum á gymnasialum stigi.
Fyri at hesar útbúgvingar skulu geva atgongd er sostatt tørvur á, at gera tær gymnasialar og
lestrarfyrireikandi.
Til 2: Seinastu tíðina hevur verið arbeitt við at fyrireika ein lærugreinapakka til næmingar, sum
frammanundan hava eina útbúgving sum heilsurøktari, námsfrøðiligur hjálpari ella annað. Ætlanin
er, at hesin lærugreinapakki skal innihalda tær lærugreinar og lærugreinastig, sum samlað eru
kravd í sambandi við upptøku á Fróðskaparsetri Føroya.

-- 1 of 2 --

U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Page 2 of 2
Til 3: Enn er kostnaðarmeting ikki gjørd av einum slíkum lærugreinapakka.
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
091.21 Spurningur til J. av Rana frá S. Stenberg - Møguleikar hjá heilsurøktarum og námshjálparum at lesa víðari.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 23. nov. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Sirið Stenberg, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Evni: Møguleikar hjá heilsurøktarum og námshjálparum at lesa víðari
Spurningar:
1. Hvat skal til fyri, at heilsurøktarar kunnu lesa víðari til sjúkrarøktarfrøðing og
námshjálparar til námsfrøðing?
2. Ætlar landsstýrismaðurin at skipa fyri, at heilsurøktarar og námshjálparar
kunnu fáa uppsamlingsskeið við tí, tey mangla, so tey kunna lesa víðari?
3. Hvat er kostnaðurin av hesum?
Viðmerkingar:
Nú starvsfólkatrotið er stórt á røktarøkinum og innan pedagogiska økið er neyðugt at
tryggja, at tey, sum hava lisið til heislurøktara og námshjálpara, kunnu útbúgva seg
víðari í Føroyum. Við eini smidligheit í útbúgvingarskipanini eigur hetta at bera til.
Til dømis kundi man skipað fyri uppsamlingsskeiðum, har hesi fólkini kunnu fáa tær
lærugreinar, sum tey mangla fyri at fara víðari. Sum skilst er ikki so nógv, sum
manglar í.
Bæði sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin og námsfrøðiútbúgvingin í Føroyum eru á hægri
stigi enn í Danmark. Av tí, at man í Danmark enn hevur hesar útbúgvingar á
professiónsbachelor støði, er møguleiki at lesa víðari har. Hetta kann gera, at fólk fara
av landinum at lesa útbúgvingar, sum eru í Føroyum. Við at skipa fyri, at hesi fólkini
kunnu fáa tær lærugreinar, sum tey mangla, verður skaptur møguleiki fyri, at tey
kunnu lesa víðari í Føroyum. Tað hevði uttan iva verið ein góð íløga fyri okkum øll.
Á Løgtingi, 23. november 2021
Sirið Stenberg

-- 1 of 1 --