← Løgtingsmál

52-090/2021

Koronupass

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 3. des. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
090.21 Svar fra B. S. Nielsen til Honnu Jensen - Koronapass.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 6. des. 2021

Sjá útdrigin tekst
-- 1 of 4 --



-- 2 of 4 --



-- 3 of 4 --



-- 4 of 4 --
090.21 Spurningur til B. S. Nielsen frá Honnu Jensen - Koronapass.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 22. nov. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hanna Jensen, løgtingsmaður
Svarari: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
Evni: Koronupass
Spurningar:
1. Á hvørjum heimildargrundarlagi hvílir nýtslan av koronupassinum í føroyska
samfelagnum?
2. Hvør er orsøkin til, at spurningurin um at nýta koronupassið ikki er viðgjørdur
í Løgtinginum?
3. Hvørjar eru heilsufakligu grundgevingarnar fyri at seta sum treyt nýtslu av
koronupassi ymsastaðni í føroyska samfelagnum ?
4. Eru heilsufaklig prógv um, at koronupassið tálmar smittutrýstinum í
samfeløgum, har tað verður nýtt, og er hetta effektivari enn koronukanningar ?
5. Hvat merkir tað løgfrøðiliga, tøkniliga og praktiskt, at føroyska koronupassið
er ES-góðkent?
6. Kann uttan serstaka lógarheimild verða álagt privatpersóni at vísa ella upplýsa
um viðkvæmar upplýsingar so sum kanningarúrslit og koppsetingarstøðu fyri
feløgum og øðrum privatpersónum fyri at luttaka í almennum og privatum
tiltøkum?
7. Hava almennir og privatir arbeiðsgevarar í Føroyum heimild at krevja
upplýsingar um heilsustøðuna hjá sínum starvsfólki t.d. gjøgnum koronupass,
sum treyt fyri at kunna møta til arbeiðis ella fáa eitt arbeiði?
8. Ætlar løgmaður at tryggja teimum, sum ikki ætla at nýta talgildar
heilsuupplýsingar sum atgongumerki til arbeiði og annað virksemi í
samfelagnum, frítt at ferðast og virka í samfelagnum ?
9. Ætlar løgmaður at tryggja minnilutanum av føroyingum, sum ikki eru
koppsettir fyri koronu, framvegis at kunna virka frítt í føroyska samfelagnum ?
Viðmerkingar:
Á tíðindafundi 9/11 kunngjørdi løgmaður, at nú skuldi koronupass nýtast í føroyska
samfelagnum frá leygardegi 13/11. Hetta kom sum ein kvøkkur hjá fleiri. Inntil tá
hevði sitandi stjórn staðið saman um, at koronupassið, sum er fyrireikað innan
heilsøkið, einans var gjørt fyri at føroyingar, sum skuldu ferðast uttanlands, kundu fáa
eitt slíkt frá føroyskum myndugleika.
Nú skilst millum manna, at koronupassið elvir til fleiri spurningar, enn tað svarar
uppá, um m.a. dátutrygd, viðkvæmar heilsuupplýsingar, rættartrygd hjá føroyingum
og frælsi at velja, um demokratiskar heimildir til koronupassið, um minnilutaverju -
fyri at nevna nakrar. Av tí at løgmaður og sitandi landsstýri gjørdu púra greitt, at m.a.
koppseting fyri koronu er frítt val, hava ivamál nú tikið seg upp. Mong uppliva, at
koronupassið leggur eitt trýst afturat á tey, sum longu kenna trýst á tað lovaða fría
valið – ikki minst nú borgarstjórin í Havn tosar um hetta.

-- 1 of 2 --

Íslendski smittu-landslæknin Þórólfur Guðnason, skrivar so seint sum 17/11 í grein á
covid.is, at eingin heilsufaklig orsøk er at gera mun á m.a. koppsettum og
ókoppsettum, sum koronupassið er dømi um. Fleiri stúra um frælsisrættindi føroyinga
– tí verða hesir spurningar settir.
Á Løgtingi, 22. november 2021
Hanna Jensen

-- 2 of 2 --