← Løgtingsmál

52-089/2021

Gjald fyri koronukanningar við markið

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 27. nov. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
089.21 svar fra B. S. Nielsen til B. L. Jacobsen - Gjald fyri koronukanningar við markið.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 19. nov. 2021

Sjá útdrigin tekst
-- 1 of 2 --



-- 2 of 2 --
089.21 Spurningur til B. S. Nielsen frá B. L. Jacobsen - Gjald fyri koronukanningar við markið.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 16. nov. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsmaður
Svarari: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
Evni: Gjald fyri koronukanningar við markið
Spurningar:
1. Hví eru koronukanningar av ókoppsettum ferðandi við markið ókeypis ?
2. Hvussu nógv væntar løgmaður, at kostnaðurin hjá landskassanum fyri hesar
koronukanningarnar fer at verða?
3. Er ætlanin at leggja uppskot fyri Løgtingið um, at øll ferðafólk, koppsett sum
ókoppsett, skulu rinda fyri koronukanningar við markið á sama hátt, sum tað
áður var galdandi?
4. Um ikki, hvør er orsøkin til hesa støðutakan ?
Viðmerkingar:
Koronukanningar eru aftur settar í gildi við landamarkið eftir boðum frá
farsóttarnevndini. M.a. skulu fólk, sum ikki eru koppsett, ella ikki eru liðugt koppsett,
kannast fyri koronu við markið, og tann kanningin er ókeypis.
Løgtingið hevur áður samtykt, at ferðafólk sjálvi skuldu rinda fyri koronukanningar
við markið, men tann skipanin er ikki í gildi longur. Hetta spardi føroyska
skattgjaldaranum nógvar milliónir.
Tí kann tað tykjast undranarvert, at kanningin av ókoppsettum ferðandi nú er ókeypis,
at skattgjaldarin skal rinda fyri hetta, meðan tey koppsettu ferðandi sjálvi skulu rinda,
um tey ynskja at verða kannað við komu til landið.
Á Løgtingi, 16. november 2021
Beinta Løwe

-- 1 of 1 --