52-088/2021
Neyð- og menningarhjálp
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 27. nov. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
088.21 Svar frá J. av Rana til Ey. Samuelsen - Neyð og menningarhjálp.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 26. nov. 2021
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Dagfesting: 25. november 2021 Tygara ref.: Máltal.: 21/08502-56 Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-088/202 frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum eftir § 52a í Tingskipanini. Um neyð- og menningarhjálp. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvørjir felagsskapir og verkætlanir hava fingið stuðul til ávikavist neyðhjálp og menningarhjálp í 2020? 2. Hvussu nógvan stuðul hava omanfyrinevndu felagsskapir og verkætlanir fingið játtaðan í mun til upphæddina, ið søkt varð um? 3. Verður øll játtanin brúkt í ár? Svar Til 1 og 2: Fylgjandi felagsskapir og verkætlanir hava fingið stuðul til ávikavist neyðhjálp og menningarsamstarv í 2020. Um annað ikki er upplýst, hevur stuðulin samsvarað við fullu upphæddina, søkt varð um: Menningarsamstarv: Blái Krossur – 500.000 P/f Fiskaaling – 200.000 Chase Africa – 188.491 Guðrun&Guðrun – 71.960 New Life Africa International – 170.000 Mirjam/ABC Children’s Aid Kenya – 68.533 Heimamissiónin/SAT7 Academy – 303.782 Action Aid – 415.890 Føroyska Barnahjálpin – 26.500 ChildeHope UK – 362.556 Upplýsast kann, at Guðrun&Guðrun søktu um ein samlaðan stuðul á 133.000 kr.; tó var partur av umsóknini til virksemi, ið ikki fellir innanfyri tað, ið stuðlað verður sambært leiðreglunum um stuðul til menningasamstarv og neyðhjálp. Á heimasíðu Uttanríkis- og mentamálaráðsins ber til -- 1 of 2 -- U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Page 2 of 2 at lesa meira um menningarsamstarv og neyðhjálp, umframt og at síggja leiðreglur fyri stuðul v.m. Føroyska Barnahjálpin søkti um ein samlaðan stuðul á USD 52.200; tó var partur av umsóknini til virksemi, ið ikki fellir innanfyri tað, ið stuðlað verður sambært leiðreglunum um stuðul til menningasamstarv og neyðhjálp. Neyðhjálp: Reyði Krossur Føroya – 2.000.000 Mercy Ships – 200.000 Open Doors – 1.000.000 Action Aid – 100.000 Mirjam – 100.000 Life for a Child Føroyar – 150.000 Skandinaviska Barnamissiónin – 50.000 ABC Children’s Aid Pakistan – 46.185 ABC Children’s Aid Philippines – 43.106 Næstin/NLAI – 100.000 OM Føroyar (Tadjikistan) – 500.000 OM Føroyar (Miðeystur) – 500.000 Beirut, Libanon (landsstýrið umvegis Reyða Kross) – 500.000 World Food Program – 1.402.276 Viðmerkjast skal, at í summum førum er stuðulin útgoldin í útlendskum valuta; ómaksgjøld í hesum sambandi eru eisini farin av játtanini. Til 3: Ja Vinarliga Jenis av Rana landsstýrismaður -- 2 of 2 --
088.21 Spurningur til J. av Rana frá Ey. Samuelsen - Neyð og menningarhjálp.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 16. nov. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmaður Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum Evni: Neyð- og menningarhjálp Spurningar: 1. Hvørjir felagsskapir og verkætlanir hava fingið stuðul til ávikavist neyðhjálp og menningarhjálp í 2020? 2. Hvussu nógvan stuðul hava omanfyrinevndu felagsskapir og verkætlanir fingið játtaðan í mun til upphæddina, ið søkt varð um? 3. Verður øll játtanin brúkt í ár? Viðmerkingar: Føroyar lata 9 mió. kr. árliga í stuðli til neyð- og menningarhjálp. Hjálpin verður veitt sambært løgtingslóg frá 2007 um altjóða menningarsamstarv. Endamálið við samstarvinum er føroysk luttøka í altjóða samfelagnum við tí endamáli at minka um ójavnan í heiminum. Landið ynskir at vera við í sjálvberandi menningarsamstarvi til frama fyri menningarlond. Málsetningurin í hesum arbeiði er : « at skapa føroyingum og føroyska samfelagnum royndir, kunnleika og áhuga fyri altjóða menningarviðurskiftum. Tá ið til ber, eiga føroysk vitan og føroyskur serkunnleiki tí at verða gagnnýtt og ment í sambandi við menningarverkætlanir, ið landsstýrið stuðlar.» Seinastu árini hava føroyskir hjálparfelagsskapir verið virknir í arbeiðinum at veita menningar- og neyðhjálp. Fyri at síggja í hvønn mun játtanin til neyð- og menningarhjálp verður brúkt til at skapa royndir og áhuga fyri altjóða menningarviðurskiftum, sum ásett er í omanfyrinevnda málsetningi, verða hesir spurningar settir. Á Løgtingi, 16. november 2021 Eyðgunn Samuelsen -- 1 of 1 --