52-087/2021
Hestleiðin – nøgdsemi, batar og ætlanir eftir at Sandoyartunnilin er tikin í nýtslu
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. nov. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
087.21 Svar frá J. Nicalsen til H. Hoydal - Hestleiðin – nøgdsemi, batar og ætlanir eftir at Sandoyartunnilin er tikin í nýtslu.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 29. nov. 2021
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 26. nov. 2021 J. nr.: 21/23585 Viðgjørt: AE Svar til fyrispurning 52-087/2021 frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, settur Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um Hestleiðina, nøgdsemi, batar og ætlanirnar eftir at Sandoyartunnilin er tikin í nýtslu Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvørji skjalprógv hevur landsstýrismaðurin fyri uppáhaldunum í svari til fyrispurning frá undirritaða um Hestleiðina um, at fastbúgvandi í Hesti sum heild eru nøgd við ferðaætlanina á Hestleiðini? 2. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er rættvísandi, tá ið hann í sama svari brúkar hagtøl um miðal ferðafólkatalið við Spógvanum, á túrunum, har ið hann ikki hevði tilkalling um morgnarnar, sum grundgeving fyri at niðurleggja túrin kl. 07.00? 3. Hvat hugsar landsstýrismaðurin ítøkiliga, tá ið hann í sama svari sigur, at Strandferðslan nevnir møguleikan, at Erla Kongsdóttir kann sigla nakrar túrar – t.d. túrin kl. 07.20 – sum eina royndarverkætlan – t.e. eru nakrar fyrireikingar gjørdar til, at Erla Kongsdóttir kann leggja at í Hesti? 4. Hvussu hugsar landsstýrismaðurin, at tað skal bera til at pendla til arbeiðis ella fara til eitt nú frítíðarvirksemi hjá Hestfólki – og hvussu skulu fólk, ið hava tørv á hesum, kunna velja at seta búgv í Hesti? 5. Kann landsstýrismaðurin geva eitt ítøkiligt svar um, hvørjar ætlanir eru fyri Hestleiðina, eftir at Sandoyartunnilin er tikin í nýtslu? Svar til spurning nr. 1 Sambært Strandferðsluni byggir tað á samrøður við fastbúgvandi í Hesti. Svar til spurning nr. 2 Talið av ferðandi á morguntúri á Hestleiðini hevur verið sera lítið. Ja, ferðafólkatalið var 0,2 í miðal fyrsta túrin hjá Spógvanum kl 07.00 tá hann var settur í fasta sigling og síðan 1-2 ferðafólk tá farið var aftur til tilkalling, til túrin hjá Teistanum kl.7.20. Hetta er ein grund til at farið var aftur til gomlu ferðaætlanina. -- 1 of 3 -- F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð Ministry of Finance 2/3 Við ella uttan tilkalling, metti Strandferðslan at ferðafólkatalið var so mikið lítið, at grundarlag var ikki fyri at halda fram við hesum túri. Ætlandi skuldi ein hoyring verða um siglingina út í Hest. Tað vóru útoyggjafelagið og hestfólk, sum tóku stig til hetta. Ætlanin var at hava pallborð 26. novembur 2021, við luttøku av landsstýrismanninum, Strandferðsluni og Tórshavna kommunu. Útoyggjafelagið ynskti at útseta fundin. Svar til spurning nr. 3 Strandferðslan hevur víst á, at Erla Kongsdóttir kann sigla millum Gomlurætt og Hest, men tað krevur at Tórshavnar kommuna ger neyðugar tillagingar á havnarlagnum úti í Hesti, á sama hátt sum úti í Nólsoy og á Bursatanga í Tórshavn. Strandferðslan metir ikki, at ferðafólkagrundarlag er fyri fleiri túrum á Hestleiðini í løtuni, og játtan er heldur ikki til fleiri túrar. Eftir ferðaætlanini í ár (2021) siglir Teistin 18 ferðir um vikuna (tur/retur) beinleiðis millum Gomlurætt og Hest. Hetta er sama túratal sum í 2016, 2017 og 2018. Tilkalling er til allar túrar. Landsstýrismaðurin fylgir við gongdini í Hesti, og er til reiðar at taka málið upp um møguliga broytta ferðaætlan, um fyritreytirnar broytast. Svar til spurning nr. 4 Í løtuni verður ikki mett at tørvur er á øktum túratali. Teistin røkir í dag siglingina millum bæði Gomlurætt – Skopun, og Gomlurætt – Hest. Tá Sandoyartunnilin verður liðugur, fer skip burturav at røkja siglingina til Hest. Tá verður lættari at flyta túrar um tørvur er á tí. Sum er kunnu fólk úr Hesti vera á Gomlurætt, kl. 9.30, og fara út aftur í Hest kl. 19.10. Fýra dagar um vikuna verður eisini siglt av Gomlurætt kl. 14.30. Viðmerkjast kann, at Klaksvíkar kommuna luttekur fíggjarliga bæði í sigling til Kalsoynna, og busssambandi í Kalsoynni. Eisini luttaka Fugloyar kommuna, og Klaksvíkar kommuna í flutningi av ferðafólki millum Hvannasund og Klaksvík, í sambandi við siglingina til Fugloy og Svínoy. Hetta seinna er tó bert fyri fastbúgvandi. Ein møguleiki kundi verið at gjørt avtalu millum Tórshavnar kommunu og Strandferðsluna, um at betra ferðasambandið. Borgarstjórin hevur víst áhuga fyri hesum møguleika. Svar til spurning nr. 5 Landsstýrismaðurin vil, at tá ið Sandoyartunnilin letur upp fyri ferðslu, er ein hóskandi loysn funnin á Hestleiðini. Verandi skip á Hest- og Sandoyarleiðini, er í størra lagi, og sera dýrt í rakstri í mun til eitt møguligt ferðafólkatal millum Gomlurætt og Hest, tá siglingin til Sandoynna steðgar. Í sambandi við at siglingin til Sandoynna verður niðurløgd, hevur Strandferðslan heitt á fólk úti í Hesti, um at koma við einum uppskoti um ynskiligt ferðasamband í framtíðini. 10 hestfólk, umboðandi Teistanevndina í Hesti, nevndin í bygdafelagnum Randarsól og fastbúgvandi fólk í -- 2 of 3 -- F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð Ministry of Finance 3/3 Hesti, hava fyri kortum sent Strandferðsluni eitt uppskot, sum verður tikið við í víðari tilgongdini at fyrireika framtíðar ferðasamband út í oynna. Tinganes, 26. novembur 2021 Jørgen Niclasen landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 3 of 3 --
087.21 Spurningur til J. Nicalsen frá H. Hoydal - Hestleiðin – nøgdsemi, batar og ætlanir eftir at Sandoyartunnilin er tikin í nýtslu.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 15. nov. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Høgni Hoydal, løgtingsmaður Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Evni: Hestleiðin – nøgdsemi, batar og ætlanir eftir at Sandoyartunnilin er tikin í nýtslu Spurningar: 1. Hvørji skjalprógv hevur landsstýrismaðurin fyri uppáhaldunum í svari til fyrispurning frá undirritaða um Hestleiðina um, at fastbúgvandi í Hesti sum heild eru nøgd við ferðaætlanina á Hestleiðini? 2. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er rættvísandi, tá ið hann í sama svari brúkar hagtøl um miðal ferðafólkatalið við Spógvanum, á túrunum, har ið hann ikki hevði tilkalling um morgnarnar, sum grundgeving fyri at niðurleggja túrin kl. 07.00? 3. Hvat hugsar landsstýrismaðurin ítøkiliga, tá ið hann í sama svari sigur, at Strandferðslan nevnir møguleikan, at Erla Kongsdóttir kann sigla nakrar túrar – t.d. túrin kl. 07.20 – sum eina royndarverkætlan – t.e. eru nakrar fyrireikingar gjørdar til, at Erla Kongsdóttir kann leggja at í Hesti? 4. Hvussu hugsar landsstýrismaðurin, at tað skal bera til at pendla til arbeiðis ella fara til eitt nú frítíðarvirksemi hjá Hestfólki – og hvussu skulu fólk, ið hava tørv á hesum, kunna velja at seta búgv í Hesti? 5. Kann landsstýrismaðurin geva eitt ítøkiligt svar um, hvørjar ætlanir eru fyri Hestleiðina, eftir at Sandoyartunnilin er tikin í nýtslu? Viðmerkingar: Landsstýrismaðurin svaraði tann 21. oktober 2021 § 52a-fyrispurningi frá undirritaða um Hestleiðina. Svarið reisti tó fleiri spurningar og tørv á skjalprógvum og grundgevingum. Tí verða hesir uppfylgjandi spurningar settir. Á Løgtingi, 15. november 2021 Høgni Hoydal -- 1 of 1 --