← Løgtingsmál

52-086/2021

Inntøkumetingar og útreiðslur í landsroknskapinum 2020 og 2021 og í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2022

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. nov. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
086.21 Svar frá J. Niclasen til H. Hoydal - Inntøkumetingar og útreiðslur í landsroknskapinum 2020 og 2021 og í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2022.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 29. nov. 2021

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 26. november 2021
J. nr.: 21/23584-2
Viðgjørt: DH
Svar uppá fyrispurning nr. 52-086/2021 frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, settur Jørgeni
Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um inntøkumetingar og útreiðslur í
landsroknskapinum 2020 og 2021 og í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2022.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu metir Fíggjarmálaráðið inntøkurnar av veiðigjøldum/tilfeingisgjøldum í
fiskivinnuni fyri 2021 – og hvat byggja metingarnar á fyri veiðu av ymsu fiskasløgunum
og ymsu gjøldunum, ið verða løgd til grund?
2. Tá ið kvotur ikki verða fiskaðar, men fluttar til komandi ár, hvussu verður roknskaparliga
og fíggjartekniskt gjørt upp á fíggjarlóg og í landsroknskapinum – t.e. verða inntøkurnar
av veiðigjøldum altíð inntøkuførdar til tað árið, kvoturnar veruliga eru fiskaðar?
3. Hvussu hevði væntaða RLÚ-úrslitið verið í 2021 og í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2022
í krónum og oyrum, um inntøkurnar av vinningsbýti frá BankNordik høvdu verið sum í
fíggjarárinum 2020?
4. Hvussu nógv eru rakstrarútreiðslurnar á fíggjarlógini vaksnar hvørt árið og tilsamans í
2020, 2021 og í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2022 – í krónum og oyrum og í prosentum?
Svar til fyrispurning nr. 1
Metingarnar fyri veiðigjøldini í 2021 byggja á kvotur og fiskiskap fram til september. Tað er
serliga høga makrelkvotan fyri 2021, ið ávirkar veiðigjaldsinntøkurnar. Tað verður tó ikki
roknað við, at øll tann tøka makrelkvotan verður fiskað. Veiðigjøldini byggja á gjøldini, sum lýst
eru í lóg um serstakar treytir, umframt at uppboðssølugjøldini eru javnað fyri stødd av kvotu og
mettan prís fyri 2021.
Svar til fyrispurning nr. 2
Ja, inntøkurnar verða inntøkuførdar tað árið, fiskað verður.
Svar til fyrispurning nr. 3
BankNordik ætlaði at rinda út 67,2 mió. kr. í vinningsbýti í 2020 fyri roknskaparárið 2019. Av
hesum hevði landsins partur umvegis Fíggingargrunnin verið umleið 22,5 mió. kr. Vegna
COVID-19 varð tó onki vinningsbýti útgoldið í 2020. Í 2021 er fyri roknskaparárið 2020 goldið
út vanligt vinningsbýti á 48 mió. kr., harav 16,7 mió. kr. til Fíggingargrunnin. Fíggingar-
grunnurin hevur í fyrru helvt av 2021 verið undir avtøku og hevur ikki latið landskassanum

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
vinningsbýti í árinum. Uppgerðin av Fíggingargrunninum er serlig inntøka undir RLÚ II og
verður tí ikki tikin við sum vanlig inntøka í 2021.
Nevndin í BankNordik hevur mælt til at gjalda út serstakt vinningsbýti yvir árini 2021-2023 í
sambandi við, at danska virksemið varð avhendað. Bankin hevur goldið 450 mió. kr. út í 2021,
harav landsins partur var 156,7 mió. kr. Væntandi verður inntøkan frá serstaka vinningsbýtinum
einar 42 mió. kr. í 2022 og 42 mió. kr. 2023.
Svar til fyrispurning nr. 4
Raksturin fyri roknskapin 2020 var 5.538 mió. kr. Í játtanareftirlitinum fyri 2021, sum kom við
fíggjarlógaruppskotinum í september, varð roknað við rakstrarútreiðslum á 5.740 mió. kr. í 2021.
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2022 verður roknað við einum rakstri á 5.848 mió. kr., sum er ein
vøkstur á 310 mió. kr. yvir tvey ár ella í miðal umleið 2,8 % um árið.
Tinganes, 26. november 2021
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
086.21 Spurningur til J. Niclasen frá H. Hoydal - Inntøkumetingar og útreiðslur í landsroknskapinum 2020 og 2021 og í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2022.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 15. nov. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Høgni Hoydal, løgtingsmaður
Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Inntøkumetingar og útreiðslur í landsroknskapinum 2020 og 2021 og í
fíggjarlógaruppskotinum fyri 2022
Spurningar:
1. Hvussu metir Fíggjarmálaráðið inntøkurnar av veiðigjøldum/tilfeingisgjøldum
í fiskivinnuni fyri 2021 – og hvat byggja metingarnar á fyri veiðu av ymsu
fiskasløgunum og ymsu gjøldunum, ið verða løgd til grund?
2. Tá ið kvotur ikki verða fiskaðar, men fluttar til komandi ár, hvussu verður
roknskaparliga og fíggjartekniskt gjørt upp á fíggjarlóg og í
landsroknskapinum – t.e. verða inntøkurnar av veiðigjøldum altíð
inntøkuførdar til tað árið, kvoturnar veruliga eru fiskaðar?
3. Hvussu hevði væntaða RLÚ-úrslitið verið í 2021 og í fíggjarlógaruppskotinum
fyri 2022 í krónum og oyrum, um inntøkurnar av vinningsbýti frá BankNordik
høvdu verið sum í fíggjarárinum 2020?
4. Hvussu nógv eru rakstrarútreiðslurnar á fíggjarlógini vaksnar hvørt árið og
tilsamans í 2020, 2021 og í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2022 – í krónum og
oyrum og í prosentum?
Viðmerkingar:
Tíverri bendir nógv á, at føroyska makrelkvotan til føroysk skip neyvan verður fiskað
í ár. Vónandi hilnast betur við norðhavssildini og svartkjaftinum.
Tí verður spurt, hvussu hetta ávirkar metingarnar av úrslitinum hjá landskassanum í
2021. Eisini verður spurt, hvussu úrslitið hjá landskassanum hevði verið mett í 2021
og í fíggjarlógaruppskotnum fyri 2022, um inntøkurnar av vinningsbýti frá
BankNordik høvdu verið sum í 2020.
At enda verður spurt, hvussu nógv rakstrarútreiðslurnar á fíggjarlógini eru vaksnar í
2020, 2021 og í uppskotinum fyri 2022 – fyri hvørt ár sær og tilsamans, bæði í
krónum og í prosentum.
Á Løgtingi, 15. november 2021
Høgni Hoydal

-- 1 of 1 --