← Løgtingsmál

52-085/2021

Fundur við NATO-umboð, viðgerð av hernaðarradara og ábyrgd mótvegis Løgtinginum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. nov. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
085.21 Svar frá B. S. Nielsen til H. Hoydal - Fundur við NATO-umboð, viðgerð av hernaðarradara og ábyrgd mótvegis Løgtinginum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 26. nov. 2021

Sjá útdrigin tekst
-- 1 of 2 --



-- 2 of 2 --
085.21 Spurningur til B. S. Nielsen frá H. Hoydal - Fundur við NATO-umboð, viðgerð av hernaðarradara og ábyrgd mótvegis Løgtinginum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 15. nov. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Høgni Hoydal, løgtingsmaður
Svarari: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
Evni: Fundur við NATO-umboð, viðgerð av hernaðarradara og ábyrgd mótvegis
Løgtinginum
Spurningar:
1. Hví hevur løgmaður ikki ráðført seg við Uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum,
nú hann hevur havt fund við NATO-umboð, meðan mál um hernaðarradara hjá
NATO í Føroyum er á skránni?
2. Hví segði løgmaður við fjølmiðlar, at hann fór ikki at viðgera spurningin um
hernaðarradara í Føroyum beinleiðis við NATO-aðalskrivaran og onnur
NATO-umboð, tá ið hann nú hevði allar møguleikar at gera tað?
3. Var spurningurin um hernaðarradara í Føroyum viðgjørdur á fundum løgmans
við NATO-umboð, og um so er, hvat varð sagt og viðgjørt?
4. Hevur løgmaður givið NATO-umboðum ta fatan, at tað eru danskir
myndugleikar, ið eiga endaligu avgerðirnar um hernaðarmál í Føroyum?
5. Nær hava Løgtingið og Føroya fólk samtykt, at aðrir myndugleikar, enn teir,
ið vit sjálv hava valt í Føroyum, kunnu samráðast um og taka avgerðir um,
hvat okkara land skal brúkast til í hernaðarmálum?
6. Kennir løgmaður ábyrgd mótvegis fólkavalda Løgtinginum í viðgerðini av
hernaðarmálum, ella heldur hann seg verða lagdan undir danskt vald í
hernaðarmálum?
Viðmerkingar:
Í fjømiðlunum fáa vit sum fólkavald løgtingsfólk í Føroyum at vita, at løgmaður hevur
verið á fundi við NATO-aðalskrivaran og onnur umboð fyri NATO í Brússel.
Ongin ráðførsla ella kunning hevur verið í Uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum um
hesar fundir løgmans, hóast eitt mál um hernaðarradara hjá NATO í Føroyum hevur
verið til viðgerðar í Løgtinginum. Og hóast landsstýrismaðurin í uttanríkismálum
hevur sagt alment, at ein avtala skal undirskrivast um hetta í næstum.
Á hesum fundum í Brússel hevði gylt høvi verið at viðgjørt ynskini og
grundgevingarnar hjá NATO fyri einum hernaðarradara í Føroyum, beinleiðis millum
Føroyar og NATO. Men hetta skuldi ikki gerast sambært útsagnum løgmans í
fjølmiðlunum.
Til tess at fáa greiði á, hví løgmaður er farin soleiðis fram, og hvussu hann sær sína
ábyrgd mótvegis fólkavalda Løgtinginum, verður fyrispurningurin settur.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 15. november 2021
Høgni Hoydal

-- 2 of 2 --