← Løgtingsmál

52-084/2021

Avgerðirnar um, hvat hendir við landamørkini í Føroyum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. nov. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
084.21 Svar frá B. S. Nielsen til H. Hoydal - Avgerðirnar við landamørk Føroya.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 18. nov. 2021

Sjá útdrigin tekst
-- 1 of 2 --



-- 2 of 2 --
084.21 Spurningurtil B. S. Nielsen frá H. Hoydal - Avgerðirnar við landamørk Føroya.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 15. nov. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Høgni Hoydal, løgtingsmaður
Svarari: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
Evni: Avgerðirnar um, hvat hendir við landamørkini í Føroyum
Spurningar:
1. Hvør heldur løgmaður skal hava avgerðarrættin um, hvat fer fram við
landamørkini í Føroyum, og hvørji krøv kunnu setast til tey, sum koma til
Føroya – danskir myndugleikar ella føroyskir myndugleikar?
2. Ætlar løgmaður at gera nakað við málið?
Viðmerkingar:
Løgmaður og landsstýrismaðurin í heilsumálum hava seinastu vikurnar í sambandi við
koronutiltøkini lagt dent á, at tað eru danskir myndugleikar, ið hava alla avgerð um,
hvat fer fram við føroysku landamørkini.
Tjóðveldi hevur í fleiri førum lagt uppskot fyri tingið – eisini eftir koronu – um, at
Løgtingið og Føroya fólk eiga sjálvi at gera av, hvat hendir við okkara landamørk, og
hvørji krøv verða sett.
Kortini skilst á orðaskiftinum í fjølmiðlum og á sosialu miðlunum, at fleiri fólk eru
bilsin um, at tað eru danskir myndugleikar, ið skulu gera hetta av.
Tí verður spurt um støðu løgmans, og um hann ætlar at gera nakað við málið.
Á Løgtingi, 15. november 2021
Høgni Hoydal

-- 1 of 1 --