← Løgtingsmál

52-082/2021

Fráfaringaraldur á almenna arbeiðsmarknaðinum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 24. nov. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
082.21 Svar frá J. Niclasen til T. Niclasen - Fráfaringaraldur á almenna arbeiðsmarknaðinum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 25. nov. 2021

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
Tórshavn, tann: 24. november
2021
J. nr.: 21/23426
Viðgjørt: MJ
Svar uppá fyrispurning nr. 52-082/2021 frá Tordi Niclasen, løgtingsmanni, settur Jørgeni
Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um fráfaringaraldur á almenna
arbeiðsmarknaðinum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
Nær kann roknast við, at landsstýrismaðurin broytir galdandi mannagongd um fráfaringaraldur á
almenna arbeiðsmarknaðinum og fremur nýggjar ásetingar hesum viðvíkjandi ?
Svar
Arbeitt verður í løtuni við at hækka fráfaringaraldurin úr 70 ár upp í 72 ár, bæði fyri sáttmálasett
starvsfólk og fyri tænastumannasett. Hetta merkir, at fólk fáa møguleika at arbeiða longri, um tey
ynskja tað. Men tað er ikki nakað krav, tí fólkapensjónsaldurin verður óbroyttur.
Tænastumenn
Í mun til arbeiðið við at broyta fráfaringaraldurin hjá tænastumonnum umhugsar landsstýrið
eisini at gera aðrar broytingar í tænastumannalógini og tænastumannaeftirlønarlógini.
Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum hevur tí bjóðað teimum fakfeløgum, ið hava samráðingarrætt
fyri tænastumenn, á tveir fundir fyri at umrøða ætlanirnar hjá landsstýrinum og at hoyra, hvat
feløgini meina um ætlanirnar hjá landsstýrinum. Niðurstøðan á hesum báðum fundum hevur m.a.
verið, at tað var bara eitt felag, ið tók undir við at fráfaringaraldurin hjá tænastumonnum verður
hækkaður til 72 ár. Hini 5 feløgini taka ikki undir við at hækka fráfaringaraldurin.
Tað hevur sostatt ikki borið til at fingið semju við avvarðandi fakfeløg um at hækka
fráfaringaraldurin hjá tænastumonnum. Landsstýrið ætlar tó framvegis at fremja hetta mál og fer
í hesi tingsetuni at lata løgtinginum eitt lógaruppskot við broyting um at hækka
fráfaringaraldurin hjá tænastumonnum úr 70 ár upp í 72 ár.
Sáttmálasett starvsfólk
Í rundskrivi frá 2007 bleiv fráfaringaraldurin hjá alment sáttmálasettum starvsfólkum hækkaður
úr 67 ár upp í 70 ár. Í rundskrivi frá 2013 bleiv tað gjørt møguligt hjá arbeiðsgevarum at leingja
setanina, eftir at starvsfólk hava fylt 70 ár. Hetta verður gjørt við at seta starvsfólkið í eitt upp í
tvey ára tíðaravmarkað starv.
Ætlanin hjá landsstýrinum var at broyta rundskrivið frá 2013 um fráfaringaraldur um somu tíð
sum fráfaringaraldurin hjá tænastumonnum bleiv broyttur í tænastumannalógini.

-- 1 of 2 --

L Ø G M A N S K R I V S T O V A N
Prime Minister´s Office
2/2
Havandi í huga, at nógv tann størsti parturin av starvsfólkunum hjá landinum eru sáttmálasett,
ætlar landsstýrismaðurin ístaðin at broyta rundskrivið fyrst. Arbeitt verður við at seta eitt nýtt
rundskriv í gildi fyrst í komandi ári, eftir at tað hevur verið í hoyring hjá viðkomandi pørtum, har
fráfaringaraldurin hjá sáttmálasettum verður hækkaður til 72 ár, umframt at tað framhaldandi
verður møguligt hjá arbeiðsgevarum at leingja setanina upp til 2 ár í senn, aftaná at starvsfólk
hava fylt 72 ár.
Tinganes, 24. november 2021
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
082.21 Spurningur til J. Niclasen frá T. Niclasen - Fráfaringaraldur á almenna arbeiðsmarknaðinum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 12. nov. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Tordur Niclasen, løgtingsmaður
Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Fráfaringaraldur á almenna arbeiðsmarknaðinum
Spurningar:
Nær kann roknast við, at landsstýrismaðurin broytir galdandi mannagongd um
fráfaringaraldur á almenna arbeiðsmarknaðinum og fremur nýggjar ásetingar hesum
viðvíkjandi?
Viðmerkingar:
Í samgonguskjalinum stendur: “Aldurin eigur ikki at vera avgerandi fyri, nær farið
verður av arbeiðsmarknaðinum. Tænastumannalógin og aðrar forskriftir verða
broyttar samsvarandi.”
Hetta er í samljóði við tað, ið Landsfelag Pensjónista hevur víst á og hevur havt ynski
um at fáa broytt, og sum Miðflokkurin av heilum huga hevur tikið undir við, soleiðis
at vit fáa bannað hesum áralanga mismuni og tryggja javnviðgerð á
arbeiðsmarknaðinum.
Grundgevingin hevur verið, at tað eigur at vera førleikin og ikki aldurin, ið er
avgerandi fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum. Umframt tann fíggjarliga
týdningin, ið ætlaða broytingin fer at hava við sær, er eisini umráðandi at leggja dent á
tann trivnaðarliga týdningin fyri hin einstaka og samfelagsliga týdningin sum heild –
ikki minst í hesi tíð, tá tørvurin á arbeiðsmegi er sera stórur. Tí er ynskiligt, at
broytingin verður framd sum skjótast.
Tað er í hesum sambandi, at eg vil spyrja landsstýrismannin í fíggjarmálum, sum 1.
apríl 2013, eisini sum landsstýrismaður í fíggjarmálum, sendi út rundskriv um
fráfaringaraldur, nær hann sendir nýtt rundskriv út, sum er í samljóði við
samgonguskjalið, og nær stig verða tikin til at broyta tænastumannalóggávuna
samsvarandi.
Nevnast skal eisini, at fyri uml. 15 árum síðan varð í Danmark, við lóg, ásett bann fyri
at gera mismun á arbeiðsmarknaðinum orsakað aldur.
Loksins skal viðmerkjast, at landsstýrismaðurin tann 17. oktober 2019 svaraði
líknandi spurningi (§ 52a, nr. 4/2019) soleiðis: ”Miða verður ímóti at fremja
broytingar um fráfaringaraldur á almenna arbeiðsmarknaðinum sum skjótast.”
Nú tvey ár eru gingin – og mær vitandi ongar broytingar framdar – verður
spurningurin reistur av nýggjum.
Á Løgtingi, 12. november 2021
Tordur Niclasen

-- 1 of 1 --