← Løgtingsmál

52-081/2021

Tilmæli um koppseting og sóttarhald

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. nov. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
081.21 Svar frá J. av Rana til I. D. Strøm - Tilmæli um koppseting og sóttarhald.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 22. nov. 2021

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Dagfesting: 19. november 2021
Tygara ref.:
Máltal.: 21/08502-47
Svar
upp á
skrivligan fyrispurning nr. 52-081/2021 frá Ingilín Strøm, løgtingskvinnu, settur Jenis av
Rana, landsstýrismanni, eftir § 52a í Tingskipanini. Fyrispurningurin er um tilmæli um
koppseting og sóttarhald.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hevur landsstýrismaðurin koppsett seg fyri koronuvirus til tess at røkja sítt arbeiði sum
landsstýrismaður í uttanríkismálum?
2. Hevur landsstýrismaðurin verið í einum brúdleypi, har tíggjutals fólk seinni eru testað
positiv fyri koronu?
3. Um landsstýrismaðurin ikki er koppsettur og hevur verið í einum brúdleypi, har tíggjutals
fólk eru testað positiv fyri koronu, hevur landsstýrismaðurin so aftaná verið í sóttarhaldi?
Svar
Til 1: Ásett er í § 52 a, stykki 1 í tingskipanini, at tingmenn kunnu seta løgmanni og
landsstýrismonnum skrivligar spurningar um almenn viðurskifti. Hvørvítt persónur, sum til eina
og hvørja tíð røkir landsstýrissess, er koppsettur ella tekur ávísan heiligvág e.l., hoyrir ikki undir
almenn viðurskifti. Her er talan um persónlig (heilsu)viðurskifti hjá landsstýrismanninum.
Til 2:. Sama er at siga um spurning 2., har spurt verður um, hvørt landsstýrismaðurin - sum
privatpersónur - hevur verið í ávísum brúdleypi. Her er somuleiðis talan um viðurskifti, sum hoyra
privatlívinum til og harvið ikki snúgva seg um almenn viðurskifti, sum ásett er í tingskipanini.
Til 3: Triði spurningurin er bygdur á báðir teir fyrru fyrispurningarnar, hvørs grundarlag, - sum
víst er á í svarunum omanfyri, – ikki koma undir treytina um almenn viðurskifti. Av tí sama er
einki grundarlag til staðar fyri svari til henda spurning.
Leggjast kann afturat svarinum, at aftanfyri spurningar spyrjarans, í besta føri, eisini goymir seg
tann misskiljing, at koppseting er ein fyritreyt fyri at røkja týdningarmiklu embætini sum
landsstýrisfólk. So er ikki – hvørki sambært stýrisskipanarlóg ella aðrari yvirskipaðari lóg.
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
081.21 Spurningur til J. av Rana frá I. D. Strøm - Tilmæli um koppseting og sóttarhald.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 11. nov. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Ingilín D. Strøm, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Evni: Tilmæli um koppseting og sóttarhald
Spurningar:
1. Hevur landsstýrismaðurin koppsett seg fyri koronuvirus til tess at røkja sítt
arbeiði sum landsstýrismaður í uttanríkismálum?
2. Hevur landsstýrismaðurin verið í einum brúdleypi, har tíggjutals fólk seinni
eru testað positiv fyri koronu?
3. Um landsstýrismaðurin ikki er koppsettur og hevur verið í einum brúdleypi,
har tíggjutals fólk eru testað positiv fyri koronu, hevur landsstýrismaðurin so
aftaná verið í sóttarhaldi?
Viðmerkingar:
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum kunngjørdi í mai 2021, at hann ikki
ætlar at koppseta seg. Fyri viku síðani, 4. november, almannakunngjørdi
Dimmalætting, at sami landsstýrismaður var ein av gestunum í brúdleypi, har
tíggjutals fólk seinni eru testað positiv fyri koronu. Tað verður mælt til at fara í
sóttarhald í 10 dagar, um ein er ókoppsettur og hevur havt beinleiðis samband við ein,
sum hevur fingið staðfest koronuvirus. Tí verður hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 11. november 2021
Ingilín D. Strøm

-- 1 of 1 --