← Løgtingsmál

52-080/2021

Bíðilistin til Megna títt lív

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. nov. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
080.21 Svar frá E. M. Gunnleygsdóttur til Ey. Samuelsen -Bíðilistin til Megna títt lív.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 23. nov. 2021

Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304000 • E-mail: amr@amr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3Postboks 208
110 Tórshavn
23. november 2021
Mál: 21/23263
Tygara Skriv:
Viðgjørt: BÁT
Nr. 52-080/2021
Svar uppá § 52a fyrispurning nr. 52-080/2021 frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmanni,
settur landsstýrismanninum í almannamálum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, um
bíðilista til Megna títt lív
Fyrispurningurin ljóðar soleiðis:
1. Hví eru 18 fólk á bíðilista til tænastuna Megna títt lív?
2. Hvussu nógv kostar tað at fáa hendan bíðilistan burtur?
Til nr. 1 og 2
Í sambandi við fyrispurning nr. 52-071/2021 frá Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni, varð
upplýst at 18 fólk stóðu á bíðilista til Megna títt lív (MTL). Her er talan um eina misskiljing,
tí MTL hevur ikki bíðilista, sum vit kenna tað frá øðrum tænastum í Almannaverkinum, t.d.
til bútilboð. Tá Almannaverkið hevur svarað, at 18 borgarar eru á bíðilista, tá skal tað ikki
skiljast soleiðis, at talan er um borgarar, sum hava søkt og eru ávíst til tænastu í skipanini.
Talan er hinvegin um 18 borgarar, ið Almannaverkið hevur samband við, og sum
Almannaverkið metir høvdu havt gagn av tættari tilknýti til MTL.
MTL er ikki ein tænasta, sum borgarin søkir um. Heldur er talan um, at MTL vendir sær til
teirra, sum mett verður hoyra til málbólkin. Tað eru 18 borgarar, sum MTL hevur fokus á,
men sum ikki enn hava fast tilknýti til MTL. Hesir borgarar eru ikki á einum vanligum
bíðilista og hava ikki regluligt samband við starvsfólkini í MTL. Í nøkrum førum er talan um
borgarar, sum ikki ynskja hjálp frá MTL. Í øðrum førum eru tey í øðrum skipanum, men fáa
nakað av hjálp og stuðli frá MTL til at megna at taka í móti hjálpini, sum aðrar skipanir
kunnu veita. Talan kann t.d. vera um rúsviðgerð. Onnur sita í fongsli og hava tí ikki
møguleika at fáa tænastu frá MTL, fyrr enn tey verða leyslatin. Skipanin MTL ger
uppsøkjandi arbeiði, og tað kann vera sera ymiskt, í hvønn mun borgarar eru motiveraðir at
vera partur av skipanini.
Av teimum 18 persónunum, sum nevnt omanfyri, eru 5, sum eru í ferð við at fáa eitt fast
tilknýti til tænastuna.
MTL hevur í dag 10 borgarar í skipanini, sum hava fast tilknýti til starvsfólkini í MTL.

-- 1 of 2 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 2 av 2
Avbjóðingin er fyrst og fremst, at persónarnir ikki eru motiveraðir at fáa hjálp frá MTL ella
øðrum skipanum, og harvið er trupulleikin í løtuni ikki manglandi játtan.
Tórshavn, 23. november 2021
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
landsstýrismaður í almannamálum

-- 2 of 2 --
080.21 Spurningur til E. M. Gunnleygsdóttur frá Ey. Samuelsen -Bíðilistin til Megna títt lív.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 11. nov. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingsmaður
Svarari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður í almannamálum
Evni: Bíðilistin til Megna títt lív
Spurningar:
1. Hví eru 18 fólk á bíðilista til tænastuna Megna títt lív?
2. Hvussu nógv kostar tað at fáa hendan bíðilistan burtur?
Viðmerkingar:
Í svari frá landsstýrismanninum fyrr í vikuni bleiv upplýst, at 18 fólk standa á bíðilista
til tænastu frá Megna títt lív. Her er ofta talan um ung fólk, sum hava brúk fyri hjálp
her og nú, tí tey hava svárar sosialar ella sálarligar trupulleikar og álvarsligar
rústrupulleikar. Tí kann ein bíðilisti gera ilt verri. Fyri at vita, hvussu vit kunnu sleppa
undan bíðilistanum, verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 11. november 2021
Eyðgunn Samuelsen

-- 1 of 1 --