52-079/2021
Tal av læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum heilsustarvsfólki seinastu árini
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 22. nov. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
079.21 Svar frá K. L. H. Johannesen til H. Hoydal - Tal av læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum heilsustarvsfólki seinastu árini.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 22. nov. 2021
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 22. november 2021 HMR J. nr. 21/23235-12 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður Svar upp á Fyrispurning nr. 52-079/2021 eftir § 52a í tingskipanini um tal av læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum heilsustarvsfólki seinastu árini, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu nógv øktist ella minkaði talið av ávikavist læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum heilsustarvsfólki í heilsuverkinum frá september 2011 til september 2015? 2. Hvussu nógv øktist ella minkaði talið av ávikavist læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum heilsustarvsfólki í heilsuverkinum frá september 2015 til september 2019? 3. Hvussu nógv er talið økt ella minkað av ávikavist læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum heilsustarvsfólki í heilsuverkinum frá september 2019 til í dag (frároknað eyka starvsfólk í sambandi við koronu)? Svar: Til spurning 1, 2 og 3 Niðanfyri verður lýst, hvussu nógv talið er økt ella minkað av læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum heilsustarvsfólki í heilsuverkinum í teimum tíðarskeiðum, sum spyrjarin spyr um. Fyrst verður støðan í sjúkrahúsverkinum lýst, harnæst støðan í ávikavist Kommunulæknaskipanini og Gigni. Sjúkrahúsverkið Sambært sjúkrahúsverkinum hava tey biðið um og fingið yvirlit frá Gjaldstovuni yvir talið av starvsfólkum í øllum Sjúkahúsverkinum tíðarskeiðið 2011 til 2020. Í fyrispurninginum verður spurt um ársverk í valskeiðum, t.d. september 2011 til september 2015. Ársroknskapurin hjá teimum trimum sjúkrahúsunum fylgir kalendaraárinum, frá januar til og við -- 1 of 4 -- desember, og til ber ikki at fara niður í mánaðir, tá ið tað umræður tal av starvsfólkum. Tí er 2021 heldur ikki við í tølunum hjá Sjúkrahúsverkinum. Tað er ein avbjóðing at taka starvsfólkini burturúr tølunum, sum hava við koronu at gera fyri sjúkrahúsverkið. Fyri Landssjúkrahúsið eru tey tikin burtur úr, sum beinleiðis eru sett á deildum, sum greitt hava havt við koronuvirksemið at gera, t.d. á Koronudeildini, men tað gevur neyvan heilt røttu myndina. Tí á øllum trimum sjúkrahúsunum hava allarflestu starvsbólkar arbeitt sera nógv við koronu, samstundis sum arbeiðið í 2020 í tíðarskeiðum varð øðrvísi skipað vegna koronustøðuna. Út frá tilfarinum frá Gjaldstovuni, hevur Sjúkrahúsverkið gjørt talvuna niðanfyri, ið lýsir broytingina av ársverkum í Sjúkrahúsverkinum tíðarskeiðið 1. januar 2011 til 31. desember 2020. Talva 1 Sjúkrahúsverkið 2011-15 2016-19 2020 2011-20 Læknar 12,79 11,53 4,45 28,76 Sjúkrarøktarfrøðingar 6,77 36,89 10,01 53,67 Onnur heilsustarvsfólk 12,98 - 7,54 5,92 0,48 Onnur starvsfólk 1,71 - 24,21 2,97 25,47 í alt 4,88 80,17 23,34 108,39 Við teimum fyrivarnum, sum greidd eru frá omanfyri, so hevur samlaði vøksturin av ársverkum árini 2011 til og við 2020 verið 108,39. Fyrsta tíðarskeiðið 2011-15 vaks samlaða talið við knapt 5 ársverkum. Talið av læknum, íroknað konsulentar, vaks hetta tíðarskeiðið við knapt 13, meðan talið av øðrum heilsustarvsfólkum minkaði á leið tað sama. Tíðarskeiðið 1. januar 2016 til 31. desember 2019 vaks talið av ársverkum mest, nevniliga 80,17. Serliga vaks talið av sjúkrarøktarfrøðingum – knapt 37 - og øðrum starvsfólkum - umleið 24 - hetta tíðarskeiðið. Onnur starvsfólk er m.a. aðrir limir í Starvsfelagnum enn sjúkraflutningsstarvsfólk og limir í akademikara- og tænastumannafeløgum. Vit skulu gera vart við, at sálarfrøðingar eru í hesum høpi undir onnur starvsfólk, tí tey eru í limir í Akademikarafelagnum. Í 2020 hevur vøksturin hildið fram. Frá 1. januar til 31. desember 2020 komu gott 23 ársverk aftrat í Sjúkrahúsverkinum. Tá eru tey drigin frá, sum beinleiðis eru sett á deildum, sum burturav hava havt við koronu at gera. Talan er umleið 9 ársverk í hesum sambandi. Tá er vert at nevna, at tá ið samanberingar verða gjørdar millum tíðarskeiðini 2011-2015 og 2016- 2019, skal tað havast í huga, at fyrra skeiðið var merkt av búskaparstøðuni, sum var í landinum stutt eftir alheims fíggjarkreppuni, ið eisini merktist í Føroyum. Tí hevur tað í hesum tíðarskeiði ikki verið sama rásarúm til at gera tær somu fíggjarligu raðfestingarnar, sum árini eftir hetta. Tað kann harumframt nevnast, at tað t.d. í 2020 eru gjørdar aðrar størri fíggjarligar raðfestingar í heilsuverkinum, ið eru týdningarmiklar, men ikki síggjast aftur í starvsfólkahópinum. Í hesum sambandi kann t.d. nevnast ókeypis sálarfrøðilig viðgerð, umframt størri KT-verkætlanir. -- 2 of 4 -- Kommunulæknaskipanin og Gigni Sambært Heilsutrygd er tað í hesum føri ógvuliga trupult at svara spurningunum býtt á tíðarskeið, t.d. frá september 2011 til september 2015, tá ið tað viðvíkur tal av starvsfólkum í ávikavist Kommunulæknaskipanini og Gigni. Í talvu 2 verða broytingar í ársverkum tí lýstar frá januar til desember fyri hvørt ár. Í 2021 tó frá januar til 31. oktober. Ár 2011 2012 2013 2014 2015 2016 2017 2018 2019 2020 jan. til okt. 2021 Tal á kommunulæknaviðtalum 30 30 30 30 30 30 31 33 34 34 34 Ár 2011 2012 2013 2014 2015 2016 2017 2018 2019 2020 jan. til okt. 2021 Ársverk 20,5 21,6 21 22,7 21,7 19,4 17,9 22,5 25 27 25 Ár 2011 2012 2013 2014 2015 2016 2017 2018 2019 2020 jan. til okt. 2021 Ársverk 2,6 4,6 4,5 4 5 9,2 9,5 8,8 9,5 7,2 7,3 Ár 2011 2012 2013 2014 2015 2016 2017 2018 2019 2020 jan. til okt. 2021 Ársverk 2,5 2,6 2,6 3,3 3,3 2,9 3,8 1,2 0,7 1 1,5 Ár 2011 2012 2013 2014 2015 2016 2017 2018 2019 2020 jan. til okt. 2021 Ársverk 20,16 20,18 20,36 21,85 21,42 21,95 22,02 21,88 21,37 22,42 21,69 Sjúkrarøktarfrøðingar hjá Gigni Læknaskrivarar í kommunulæknaviðtalum Kommunulæknar í føstum starvi Sjúkrarøktarfrøðingar í kommunulæknaviðtalum Tal á kommunulæknaviðtalum Talið á kommunulæknaviðtalum er økt í tíðarskeiðinum 2016 til 2021 við 4. Í 2017 kom ein viðtala afturat í Eiðis læknadømi. Í 2018 komu tvær viðtalur afturat. Ein í Suðurstreymoyar læknadømi og ein í Skálafjarðar læknadømi. Í 2019 kom ein viðtala afturat í Suðurstreymoyar læknadømi. Soleiðis hava vit í dag 34 viðtalur ella kommunulæknastørv í Føroyum. Í teimum viðtalum, sum ikki eru mannaðar við kommunulækna í føstum starvi, røkja skiftandi avloysarar størvini. Hesir telja ikki við í ársverkum. Tí framgongur talið á kommunulæknaviðtalum ovast í talvu 2, og skal ikki blandast við ársverk. Talið á sjúkrarøktarfrøðingum í kommunulæknaskipanini økist og minkar, alt eftir hvussu nógvir kommunulæknar eru í føstum starvi. Ein kommunulækni í føstum starvi setur síni egnu fólk, og eru tey ikki við í hesum tølunum. Tað sama er galdandi fyri læknaskrivarar. Út frá tilfari frá lønar- og leiðslukunningarskipanini hevur Heilsutrygd gjørt talvu 3, ið lýsir broytingina av ársverkum hjá Heilsutrygd í áðurnevnda tíðarskeiði út frá teimum fortreytum, sum eru nevndar omanfyri. -- 3 of 4 -- Talva 3 Broytingar í ársverkum 2011-2015 2016-2019 2020-2021 2011-2021 Tal á kommunulæknaviðtalum 0 4 0 4 Kommunulæknar í føstum starvi (ársverk) 1,2 5,6 -2 4,5 Sjúkrarøktarfrøðingar í kommunulæknaskipanini (ársverk) 2,4 0,3 0,1 4,7 Læknaskrivarar (ársverk) 0,8 -2,2 0,5 -1 Heilsufrøðingar, Gigni (árverk) 1,26 -0,58 -0,73 1,53 Í alt 5,66 7,12 -2,13 13,73 Við teimum fyrivarnum, sum greidd eru frá omanfyri, so hevur samlaði vøksturin av ársverkum árini 2011 til og við 2020 verið 13,73. Av teimum 13,73 hoyra fýra til talið á kommunulæknaviðtalum. Frá 2011 til 2015 vaks samlaða talið við 5,6 ársverkum. Frá 2016 til 2019 vaks talið á kommunulæknum í føstum starvi við 5,6 ársverkum. Tað er eisini í hesum tíðarskeiðinum, at fleiri nýggjar kommunulæknaviðtalur verða settar á stovn. Í tíðarskeiðinum januar 2020 til oktober 2021 er talið minkað við 2,13 ársverkum. Hesi tølini siga ikki, at færri læknar arbeiða, men at færri kommunulæknar eru í føstum starvi, meðan avloysarar røkja størvini. Heilsutrygd boðar annars frá, at Kommunulæknaskipanin og Gigni hava ikki verið merkt nevnivert av korona. Samlaði vøksturin í ársverkum hesi árini er sostatt øktur við 13,73. Størsta økingin er innan kommunulæknar, og eru í hesum tíðarskeiðinum 4 nýggj kommunulæknastørv stovnað. Av teimum 34 størvunum eru í dag 9 mannað við skiftandi kommunulæknaavloysarum. Heilsumálaráðið, 22. november 2021 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður -- 4 of 4 --
079.21 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá H. Hoydal - Tal av læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum heilsustarvsfólki seinastu árini.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 10. nov. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Høgni Hoydal, løgtingsmaður Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum Evni: Tal av læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum heilsustarvsfólki seinastu árini Spurningar: 1. Hvussu nógv øktist ella minkaði talið av ávikavist læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum heilsustarvsfólki í heilsuverkinum frá september 2011 til september 2015? 2. Hvussu nógv øktist ella minkaði talið av ávikavist læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum heilsustarvsfólki í heilsuverkinum frá september 2015 til september 2019? 3. Hvussu nógv er talið økt ella minkað av ávikavist læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum heilsustarvsfólki í heilsuverkinum frá september 2019 til í dag (frároknað eyka starvsfólk í sambandi við koronu)? Viðmerkingar: Herfyri vóru tøl frammi alment frá Hagstovu Føroya um, hvussu nógv talið av serliga læknum og sjúkrarøktarfrøðingum er økt í heilsuverkinum síðani 2010. Tó varð ikki útgreinað, hvussu gongdin hevur verið í teimum ymsu valskeiðunum og hjá skiftandi landsstýrinum. Tí verður biðið um nágreinilig tøl um gongdina fyri ávikavist: - tal av læknum, - tal av sjúkrarøktarfrøðingum - tal av øðrum heilsustarvsfólki, sum eru í starvi í føroyska heilsuverkinum í teimum ymsu valskeiðunum. Korona hevur elvt til ávísa broytta støðu, og tí verður biðið um, at hesi tøl verða drigin frá, so til ber at gera eina sakliga samanbering um gongdina. Á Løgtingi, 09. november 2021 Høgni Hoydal -- 1 of 1 --