← Løgtingsmál

52-078/2021

Tinglýsing

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 20. nov. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
078.21 Svar frá M. Rasmussen til B. Johannesen - Tinglýsing.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 22. nov. 2021

Sjá útdrigin tekst
U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
GONGIN 7 • POSTSMOGA 377 • 110 TÓRSHAVN • TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Føroyar
Tórshavn, tann 19. november 2021
J.nr.: 21/23135-3
At tilskila í svari
Viðgjørt:
Tygara skriv:
Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-078/2021 frá Beinir Johannesen, løgtingsmanni, um
tinglýsing
1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera tinglýsing v.m. skjótari at avgreiða?
Svar
Ultimo august 2021 var málsviðgerðartíðin 10 vikur. Í løtuni - medio november 2021 - er
málsviðgerðartíðin 6½ vika. Tað er ikki óvanligt, at avgreiðslutíðirnar eru nakað longri í
sambandi við eitt nú summarfrítíðina, tó at avgreiðslutíðirnar í summar gjørdust serliga
drúgvar.
Sera nógv skjøl eru latin til tinglýsingar í summar, og fyri at koma íkomnu støðuni til lívs,
hevur Umhvørvisstovan framt innanhýsis umraðfestingar og útvegað sær tíðaravmarkaða hjálp.
Við útgangsstøði í hagtølunum fyri seinastu 5 árini kann staðfestast, at umleið 1.500 fleiri skjøl
vórðu latin til tinglýsingar í 2020 enn í 2016. Í 2020 vórðu tilsamans 13.165 skjøl latin til
tinglýsingar.
Higartil eru 12.194 skjøl latin til tinglýsingar í 2021.
Seinastu 10 árini hevur talið av starvsfólkum, sum burturav arbeiða við tinglýsing, svarað til 2
ársverk, og hetta er ov lítið, tá ið arbeiðsbyrðan er so munandi økt.
Tørvur á eini langtíðarætlan, um málsviðgerðartíðin skal styttast varandi. Ein langtíðarætlan
eigur at taka niðanfyri standandi atlit:
A. Uppraðfesting av málsøkinum
• Økja talið av málsviðgerum
B. Talgild innlating – fyrsta stig ímóti eini fult talgildari tinglýsing
• Menna sjálvgreiðslur, so tað verður skjótari og lættari at lata skjøl inn til tinglýsingar
• Standardisering av skjølum, soleiðis at færri feilir eru í innlatnu skjølunum til tinglýsingar.
Um færri feilir eru í sambandi við innlating, verða eisini færri burturvísingar. Hetta styttir um
málsviðgerðartíðina.

-- 1 of 2 --

U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
• Fyrireiking og førleikamenning í sambandi við at taka tey næstu stigini at menna eina fult
talgilda tinglýsing.
2. Um ja, nær kann man vænta, at broytingar verða framdar hesum viðvíkjandi?
Svar
Eitt stig í tilgongdini at talgilda Tinglýsingina varð sett í verk 21. juni 2021, tá ið atgongd til
tinglýsingarupplýsingar og -skjøl umvegis tinglysing.fo varð sett í verk. Borgarar, privatar
fyritøkur og almennir stovnar hava nú beinleiðis atgongd til tinglýsingarupplýsingar og -skjøl.
Hetta merkir, at færri umbønir um upplýsingar koma til Tinglýsingina og við tí fylgir
leysgeving av starvsfólkaorku til aðrar uppgávur, m.a. tinglýsing av fastogn. Í hesum sambandi
kann vísast á, at Tinglýsingin longu kann staðfesta eina munandi minking í umbønum um at fáa
avrit av skjølum.
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2022 verður lagt upp til at játta 1,1 mió. til Tinglýsingina.
Játtanin er til eina forkanning til talgilda innlating. Talgild innlating er fyrsta stig í gongdini at
menna eina fult talgilda tinglýsing til gagns fyri borgarar og vinnu.
Málið hjá Tinglýsingini er, at málsviðgerðartíðin støðugt kann liggja um 14 dagar.
Málsviðgerðartíðin ávirkast av kompleksitetinum í og talinum av skjølum, sum verða latin til
tinglýsingar. Talið av skjølum ávirkast av gongdini í samfelagnum; tá ið nógvar sølur eru, eru
fleiri skjøl at tinglýsa. Hvør einstøk søla krevur tinglýsing av fleiri skjølum, t.e. skeytir, byrðar
og veðbrøv.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 19. november 2021
Vinarliga
Magnus Rasmussen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
078.21 Spurningur til M. Rasmussen frá B. Johannesen - Tinglýsing.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 9. nov. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinir Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum
Evni: Tinglýsing
Spurningar:
1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera tinglýsing v.m. skjótari at
avgreiða?
2. Um ja, nær kann man vænta, at broytingar verða framdar hesum viðvíkjandi?
Viðmerkingar:
At fáa skjøl tinglýst kann oftani taka langa tíð. Fólk kunnu bíða í eitt langt tíðarskeið,
og verða fólk sett í eina bíðistøðu, tá tey m.a. skulu seta búgv o.a.
Seinastu árini eru fleiri enn 10.000 skjøl send til tinglýsingar, verður upplýst av
Umhvørvisstovuni á heimasíðu teirra.
Tí hevði verið áhugavert at vitað, um nøkur ætlan er um at gera tinglýsing skjótari at
avgreiða og lættari at umsita, og nær man kann vænta broytingar.
Á Løgtingi, 9. november 2021
Beinir Johannesen

-- 1 of 1 --