← Løgtingsmál

52-077/2021

Frávera hjá næmingum á miðnámi í sambandi við koronu

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 20. nov. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
077.21 Svar til H. Pálsdóttir frá J. av Rana - Frávera hjá næmingum á miðnámi í sambandi við korona.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 19. nov. 2021

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Dagfesting: 19. november 2021
Tygara ref.:
Máltal.: 21/08502-45
Svar
upp á
skrivligan fyrispurning nr. 52-077/2021 eftir § 52 a í Tingskipanini - frá Hervør Pálsdóttir,
løgtingskvinnu, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum.
Um fráveru hjá næmingum á miðnámi í sambandi við koronu.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Verða næmingar á miðnámi skrivaðir fyri fráveru í skúlanum, um teir eru heima, tí teir
hava koronu?
2. Verða næmingar á miðnámi skrivaðir fyri fráveru, um teir skulu kanna seg fyri koronu í
skúlatíðini?
3. Um ja, hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at frávera vegna koronu skal verða góðtikin
frávera?
4. Hvussu metir landsstýrismaðurin, at tað ber til at halda koronutilmælini á
miðnámsskúlunum?
Svar
Til 1: Miðnámsskúlarnir skipa sína fráveruskráseting eftir ásetingum í kunngerð nr. 5 frá 22. januar
2013 um lestrar- og skilhaldsreglur í gymnasialum miðnámsútbúgvingunum og sambært kunngerð
nr. 83 frá 4. juni 2013 um felagsreglur í yrkisnámi, sum seinast broytt við kunngerð nr. 121 frá 19.
juli 2019.
Eftir hesum ásetingum er tað hvør skúli sær, ið setur í verk reglur, herundir reglur fyri
fráveruskráseting.
Meginreglan er, at skúlar skráseta alla fráveru og orsøkina til fráveruna, um næmingur hevur
upplýst tað. Skúlin setur ikki agatiltøk í verk, uttan so, at frávera fer upp um rímiligt mark, og atlit
verður í tí sambandi tikið til orsøkina, m.a. møguliga koronusmittu ella aðra sjúku.
Síðan korona byrjaði, hava miðnámsskúlarnir havt tað siðvenju, at fyri næmingar, ið eru heima
vegna staðfest korona, ella eru settir í sóttarhald, skipa skúlarnir tilboð um undirvísing umvegis
ein talgildan samskiftismiðil, samstundis sum vanliga undirvísingin er. Tað mest vanliga er at

-- 1 of 2 --

U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Page 2 of 2
brúka Microsoft Teams. Harumframt verða næmingar leypandi kunnaðir um framtøkuna í
undirvísing, ið ger tað møguligt fyri næmingin at fylgja undirvísingini. Sostatt hevur næmingurin
ikki verið fráverandi frá undirvísing, hóast hann hevur verið heima vegna smittu, ella orsakað av
sóttarhaldi vegna samband við smittaðan. Loyvi til talgilda undirvísing skal veitast umvegis leiðslu
og/ ella lestrarvegleiðing, og verður loyvi bert givið, um dokumentatión uppá smittu ella sóttarhald
er.
Er tað so, at næmingur vegna koronusmittu ikki er nóg birgur at fylgja undirvísing á t.d. Teams,
verður hetta skrásett sum frávera.
Kravd skrivlig avrik skulu latast inn rættstundis í øllum skúlum, hóast koronusmittu ella sóttarhald.
Næmingar kunnu í ávísum førum fáa nýggja innlatingarfreist, um næmingurin ikki megnar síni
skrivlig avrik vegna sjúkuna.
Sjúkraundirvísing kann verða sett í verk, um frávera vegna sjúku væntandi er longri enn 15 dagar.
Í førum, har hetta er neyðugt, skipar skúlin hetta í samstarvi við einstaka næmingin.
Til 2: Næmingar, ið lata seg kanna fyri koronusmittu í skúlatíð, verða skrivaðir fyri fráveru, men
í einstøkum førum, tá smitta hevur havt størri útbrot við sær, tá eru heilir flokkar sendir til
kanningar, og undirvísingin flutt, ella tikin inn aftur seinni.
Til 3: Sum ávíst í svari til 1, so er meginreglan, at skúlar skráseta alla fráveru og orsøkina til
fráveruna, um næmingur hevur upplýst tað. Skúlin setur ikki agatiltøk í verk, uttan so, at frávera
fer upp um rímiligt mark, og atlit verður í tí sambandi tikið til orsøkina, m.a. møguliga
koronusmittu ella aðra sjúku.
Eg havi ongar ætlanir um at gera broytingar hesum viðvíkjandi.
Til 4: Koronutilmælini eru broytt nakrar ferðir, og nú er tað hvør einstakur skúli, í samstarvi við
landslæknan og heilsufakliga bólkin, sum tekur støðu til tiltøk í sambandi við smittufyribyrging,
tá ið smitta er. Skúlarnir eru ógvuliga ymiskir, og tað kunnu vera avbjóðingar eitt nú við at halda
tilmæli um fjarstøðu, tí hølisviðurskiftini eru so ymisk. Samanumtikið er tað tó mín fatan, at
skúlarnar, í tí stóra og heila, hava megnað væl at halda tilmælini frá myndugleikunum.
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
077.21 Spurningur frá H. Pálsdóttir til J. av Rana - Frávera hjá næmingum á miðnámi í sambandi við korona.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 9. nov. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hervør Pálsdóttir, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Evni: Frávera hjá næmingum á miðnámi í sambandi við koronu
Spurningar:
1. Verða næmingar á miðnámi skrivaðir fyri fráveru í skúlanum, um teir eru
heima, tí teir hava koronu?
2. Verða næmingar á miðnámi skrivaðir fyri fráveru, um teir skulu kanna seg fyri
koronu í skúlatíðini?
3. Um ja, hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at frávera vegna koronu skal
verða góðtikin frávera?
4. Hvussu metir landsstýrismaðurin, at tað ber til at halda koronutilmælini á
miðnámsskúlunum?
Viðmerkingar:
Nógv smitta av COVID-19 ger um seg í Føroyum hesa tíðina. Serliga eru tað børn og
ung sum gerast smittað. Næmingar á miðnámi á Kambsdali og á Glasi vístu
mánadagin á, at tey útseta seg fyri smittuvanda hvønn dag, tá tey møta í skúla. Á
miðnámsskúlunum eru eisini nógvir næmingar, og tá møtast fleiri í bólki, enn
almenna tilmælið á 50 fólk mælir til.
Frávera á miðnámi verður gjørd upp gjøgnum árið. Ov nógv frávera kann hava við
sær, at næmingar verða koyrdir úr skúlanum. Stúran um ov høga fráveru kann hava
við sær, at næmingar, sum møguliga burdu hildið seg heima, ella sum áttu at latið seg
kanna, møta í skúla. Hesir spurningar verða settir fyri at fáa greiðu á, um fráveru
uppgerðin hjá næmingum verður ávirkað, tá tey hava fráfall í skúlanum av orsøkum,
ið hava samband koronustøðuna.
Á Løgtingi, 9. november 2021
Hervør Pálsdóttir

-- 1 of 1 --