52-076/2021
Um eftirlit við og tryggjan av, at borgarar á ellis- og røktarheimum fáa nøktandi røkt, endurmenning og viðlíkahaldsvenjing
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 20. nov. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
076.21 Svar frá E. M. Gunnleygsdóttur til B. Samuelsen - Um eftirlit við og tryggjan av, at borgarar á ellis- og røktarheimum fáa nøktandi røkt, endurmenning og viðlíkahaldsvenjing.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 22. nov. 2021
Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3Postboks 208 110 Tórshavn 20. november 2021 Mál: 21/23238-2 Tygara Skriv: Viðgjørt: BÁT Nr. 52-076/2021 Svar uppá § 52a fyrispurning nr. 52-076/2021 frá Bjørt Samuelsen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í almannamálum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, um eftirlit við og tryggjan av, at borgarar á ellis- og røktarheimum fáa nøktandi røkt, endurmenning og viðlíkahaldsvenjing Fyrispurningurin ljóðar soleiðis: 1. Hvør hevur eftirlit við, at heilsutænastur og røkt av eldri, ið búgva á ellis- og røktarheimum ella sambýlum, eru nøktandi? 2. Hevur nakað eftirlit verið hesum viðvíkjandi síðani kommunurnar tóku ábyrgdina av eldraøkinum? Um ja, í hvønn mun? Um nei, hví? 3. Hvør ásetir og tryggjar, at eldri búfólk á stovni fáa tær tænasturnar, ið ásettar eru í § 1 í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.? 4. Verður gjørd nøkur góðskumeting og samanbering av tilboðunum í teimum ymisku kommununum og heimunum/bústovnunum? 5. Smb. § 10 og § 11 í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., hava kommunurnar skyldu at veita heimabúgvandi pensjonistum endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing. Hvønn rætt hava pensjonistar, ið búgva á heimum, til endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing? 6. Í hvønn mun verður endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing givin pensjonistum, ið búgva á ellis- og røktarheimum, og er munur á kommunum, í hvønn mun, hesi tilboð verða givin? 7. Hvør hevur eftirlit við, hvørt pensjonistar, ið búgva á heimum, fáa neyðug tilboð um endurmenning og endurvenjing? 8. Er eldralógin endurskoðað, sum ásett í § 22 í lógini, og um ja, er ætlanin at gera nakrar tillagingar í lógini, sum kvalitetstryggja tilboðið um røkt og menning fyri búfólk á ellis- og røktarheimum og á sambýlum? -- 1 of 3 -- ALMANNAMÁLARÁÐIÐ síða 2 av 3 Svar: Til nr. 1 Sambært § 19 í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. eru tað kommunurnar, sum hava eftirlit við bústøðum, tænastum og tilboðum, sum verða veitt við heimild í lógini. Tað eru eisini kommunurnar, sum kunnu steðga virksemi og tænastum sambært lógini, um krøvini í lógini ikki verða hildin. Til nr. 2 Sambært Kommunufelagnum hevur einki eftirlit verið síðani økið varð lagt til kommunurnar at umsita. Til nr. 3 og 4 Tað eru kommunurnar, sum sambært § 3 í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., skulu tryggja at eldri búfólk á stovni fáa tær tænasturnar, ið ásettar eru í lógini um heimatænastu, eldrarøkt v.m. Lógin er ein sokallað rammulóg, sum setir upp nakrar karmar fyri, hvussu kommunurnar skulu og kunnu veita tænastur og tilboð. Kommunurnar gera sjálvar av, um tær ynskja at veita fleiri tilboð og tænastur enn ásett í lógini, og hetta kann sjálvandi gera, at tilboðini og tænasturnar eru ymiskar frá kommunu til kommunu. Tað er ikki lagt upp til, at tilboðini og tænasturnar skulu samanberast. Til nr. 5 Sambært viðmerkingunum til § 14, stk. 1, í lógaruppskotinum frá 2014, gera kommunurnar sjálvar av, hvussu tænastan á heimunum verður løgd til rættis og hvørji tilboð teir borgarar, sum búgva á røktarheimi ella eldrasambýli, skulu hava í boði. Her verður umframt røkt og hjáveru, hugsað um virkistilboð, førleikamenning o.t. Til nr. 6 Tað er munur á, hvussu endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing er skipað á eldraøkinum kring landið. Yvirhøvur fáa búfólk á bústovnum endurvenjing eftir tørvi. Til dømis eftir at tey eru liðugt viðgjørd og útskrivað av sjúkrahúsi. Eisini verður skipað fyri bólkavenjingum á nógvum bústovnum við tí endamáli at styrkja virkisførleika og at fyribyrgja og útseta, at virkisførleikin versnar. Sambært kommununum er terapuetiska virksemið á eldraøkinum styrkt síðan økið varð yvirtikið. Til nr. 7 Sí svarið til nr. 1 -- 2 of 3 -- ALMANNAMÁLARÁÐIÐ síða 3 av 3 Til nr. 8 Sum nevnt í svarinum til nr. 1, so áleggur lógin kommunum nakrar skyldur um, hvat tær skulu og kunnu veita av tænastum. Eftirmetingin skal greiða frá, hvørt lógin virkar eftir ætlan og um kommunurnar halda tær skyldur, sum eru álagdar teimum. Í løtuni verður síðsta hond løgd á eftirmetingina, sum verður gjørd saman við Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, Fíggjarmálaráðnum, Kommunufelagnum og Almannamálaráðnum. Tá ið landsstýrismaðurin hevur fingið eftirmetingina, fer hann at taka støðu til, um tørvur er á broytingum í lógini. Tórshavn, 20. november 2021 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur Landsstýrismaður í almannamálum -- 3 of 3 --
076.21 Spurningur til E. M. Gunnleygsdóttur frá B. Samuelsen - Um eftirlit við og tryggjan av, at borgarar á ellis- og røktarheimum fáa nøktandi røkt, endurmenning og viðlíkahaldsvenjing.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 9. nov. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Bjørt Samuelsen, løgtingsmaður Svarari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður í almannamálum Evni: Um eftirlit við og tryggjan av, at borgarar á ellis- og røktarheimum fáa nøktandi røkt, endurmenning og viðlíkahaldsvenjing Spurningar: 1. Hvør hevur eftirlit við, at heilsutænastur og røkt av eldri, ið búgva á ellis- og røktarheimum ella sambýlum, eru nøktandi? 2. Hevur nakað eftirlit verið hesum viðvíkjandi síðani kommunurnar tóku ábyrgdina av eldraøkinum? Um ja, í hvønn mun? Um nei, hví? 3. Hvør ásetir og tryggjar, at eldri búfólk á stovni fáa tær tænasturnar, ið ásettar eru í § 1 í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.? 4. Verður gjørd nøkur góðskumeting og samanbering av tilboðunum í teimum ymisku kommununum og heimunum/bústovnunum? 5. Smb. § 10 og § 11 í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., hava kommunurnar skyldu at veita heimabúgvandi pensjonistum endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing. Hvønn rætt hava pensjonistar, ið búgva á heimum, til endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing? 6. Í hvønn mun verður endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing givin pensjonistum, ið búgva á ellis- og røktarheimum, og er munur á kommunum, í hvønn mun, hesi tilboð verða givin? 7. Hvør hevur eftirlit við, hvørt pensjonistar, ið búgva á heimum, fáa neyðug tilboð um endurmenning og endurvenjing? 8. Er eldralógin endurskoðað, sum ásett í § 22 í lógini, og um ja, er ætlanin at gera nakrar tillagingar í lógini, sum kvalitetstryggja tilboðið um røkt og menning fyri búfólk á ellis- og røktarheimum og á sambýlum? Viðmerkingar Frá 1. januar 2015 fingu kommunurnar ábyrgdina av eldraøkinum, við løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. (Eldralógin). Í sambandi við viðgerð og samtykt av lógini á vári 2014, var í álitinum til málið víst á fleiri avbjóðingar, ið fóru at standast -- 1 of 2 -- av at flyta eldraøkið til kommunurnar at umsita, tí hetta ikki var nóg væl fyrireikað (sí minnilutálit í tingmáli nr. 64/2013). Víst varð millum annað á, at tað í lógini einki minstakrav varð ásett í mun til tænastustøðið, og ei heldur ásett nakað eftirlit við dygd og tænastu, umframt at kærumøguleikar manglaðu. Eisini vísti Trivnaðarnevndin á, hvussu stóran týdning tað hevði at tryggja, at eldri fólk fáa viðlíkahaldsvenjing, so tey eru før fyri at virka í einum gerandisdegi. Skjótt eru 6 ár farin, síðani eldraøkið varð flutt kommununum. Javnan frættist um ov trongt fíggjarligt rásarúm, um tørv á starvsfólki, um mun á tilboðum millum kommunur og ymisk tilboð til búfólkið, alt eftir, á hvørjum heimi tú býrt. Tilboð um viðlíkahaldsvenjing og endurmennandi tilboð tykjast ikki vera nøktandi, í øllum føri nógvastaðni. Við teirri stóru avbjóðing fyri framman í mun til størri trýst á bæði heilsu- og almannaverk, ikki minst orsakað av vaksandi tørvinum á fleiri hondum, kann henda avbjóðing fara at gerast enn størri. § 22 í lógini ásetir: Henda løgtingslóg skal endurskoðast 5 ár eftir, at lógin er sett í gildi. Hetta fyri at meta um, hvørt lógin virkar eftir ætlan, ella um broytingar skulu gerast í skipanini. Spurningarnir verða settir fyri at fáa fram, í hvønn mun ovasti myndugleikin á almannaøkinum hevur innlit í støðuna á teimum ymisku heimunum fyri eldri. Og fyri at fáa fram, hvørt nakað eftirlit er, sum tryggjar, at borgarar fáa ta røkt og viðlíkahaldsvenjing, sum teimum tørvar – og sum kann vísa á tey føri, har borgarar detta niðurímillum. Og fyri at fáa hesi viðurskifti greitt fram, so orka kann setast inn at loysa avbjóðingarnar og betra røktina og tænastuna til eldri borgarar, sum av ellis- ella øðrum breku hava stóran tørv á dyggum heilsutænastum, røkt og viðlíkahaldsvenjing. Á Løgtingi, 8. november 2021 Bjørt Samuelsen -- 2 of 2 --