52-075/2021
Teknsmálstulking av tíðindasendingum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 19. nov. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
075.21 Svar frá J. av Rana til B. L. Jacobsen - Teknsmálstulking av tíðindasendingum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 22. nov. 2021
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Dagfesting: 20. november 2021 Tygara ref.: Máltal.: 21/08502-50 Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-075/2021 frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingskvinnu, um teknsmálstulking av tíðindasendingum, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum eftir § 52a í Tingskipanini. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at tryggja, at allar Dag og Viku sendingar verða tulkaðar beinleiðis? 2. Nær kann roknast við, at allar sendingar fara at verða tulkaðar beinleiðis? Svar Til 1: Tað hevur altíð verið eitt aðalmál at veita deyvum eina so góða tænastu sum til ber á public service-miðlinum Kringvarpi Føroya. Tað er tó ymiskt, nær og í hvønn mun teknmálstulkað tíðindi hava verið atkomulig. Beinleiðis tulking merkir vanliga, at deyv kunnu fylgja við D&V á netinum, samstundis sum sendingin verður send á sjónvarpsskíggjanum. Fyri at kunna tulka beinleiðis krevst, at tveir tulkar eru til arbeiðis og skiftast um at tulka. Tað ber væl til tøkniliga at simultantulka sendingarnar, men loysnin verður ikki brúkt í løtuni, eina mest av tí, at nóg nógvir tulkar ikki eru tøkir til at átaka sær eina støðuga simultantulkatænastu. Í løtuni er teknmálstulkingin merkt av, at trot er á tulkum. Hetta merkir, at tænastan er skiftandi, og aloftast verða tulkaðu sendingarnar ikki tøkar fyrr enn upp til fleiri dagar, eftir at D&V varð send fyrstu ferð. Henda støðan er als ikki nøktandi, og eg havi í eina tíð samráðst við Deyvafelag Føroya og Kringvarp Føroya um at finna eina loysn, ið kann bøta um viðurskiftini. Ætlanin er at loysa málið við at flyta upptøkustudio til teknmálstulking inn í hølini hjá Deyvafelag Føroya, og at tað verður felagið sjálvt, ið fer at varða av skipanini við teknmálstulking, undir hesum at útvega tulkar. Ásannandi, at stórt trot er á tulkum, fer tænastan væntandi ikki at fevna um simultantulking, men í minsta lagi, at teknmálstulkaðar D&V-sendingar verða tøkar á netinum sama kvøld, sum tær eru sendar fyrstu ferð. -- 1 of 2 -- U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Page 2 of 2 Til 2: Deyvafelag Føroya og Kringvarp Føroya hava á fundi í Uttanríkis- og mentamálaráðnum lovað at bera so skjótt at sum til ber, og væntað verður, at nýggja skipanin fer at virka um ársskiftið, um alt gongur um ætlað. Vinarliga Jenis av Rana landsstýrismaður -- 2 of 2 --
075.21 Spurningur til J. av Rana frá B. L. Jacobsen - Teknsmálstulking av tíðindasendingum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 8. nov. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsmaður Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum Evni: Teknsmálstulking av tíðindasendingum Spurningar: 1. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at tryggja, at allar Dag og Viku sendingar verða tulkaðar beinleiðis? 2. Nær kann roknast við, at allar sendingar fara at verða tulkaðar beinleiðis? Viðmerkingar: Gjørt hevur verið vart við, at ikki allar Dag og Viku sendingar í sjónvarpinum verða tulkaðar beinleiðis í løtuni. Sum skilst, so eru summar Dag og Viku sendingar nakrar dagar gamlar, áðrenn tær verða tulkaðar av teknsmálstulki. Fyri at fáa greiðu á hesum viðurskiftum verður fyrispurningur settur um hetta. Á Løgtingi, 8. november 2021 Beinta Løwe Jacobsen -- 1 of 1 --