← Løgtingsmál

52-074/2021

Um ábyrgd av koronufyribyrgjandi tiltøkum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 12. nov. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
074.21 Svar frá B.Nielsen til B.Samuelsen - hvør hevur ábyrgd av koronastrategiini í Føroyum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 10. nov. 2021

Sjá útdrigin tekst
-- 1 of 2 --



-- 2 of 2 --
074.21 Spurningur til B.Nielsen fra B.Samuelsen - hvør hevur ábyrgd av koronastrategiini í Føroyum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 1. nov. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjørt Samuelsen, løgtingsmaður
Svarari: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
Evni: Um ábyrgd av koronufyribyrgjandi tiltøkum
Spurningar:
1. Hvør hevur evstu ábyrgdina av koronustrategiini í Føroyum?
2. Hvør tekur endaligu avgerðina um tey fyribyrgjandi átøk, sum landsstýrið velur at
seta í verk, og hvør tekur endaligu avgerðina í teimum førum, har tilmæli frá
farsóttarnevndini ikki verða fylgd?
3. Hvat merkir tað, tá løgmaður sigur “tá valdi mann”, “vit hava valt” ella “valdu vit í
landsstýrinum” – eru tað landsstýrisfólkini í felag, partar av landsstýrinum, meirilutin
av landsstýrinum ella nakar annar saman við hesum, ið sipað verður til, tá løgmaður
umrøður tiknar avgerðir?
4. Í hvussu nógvum førum, hevur løgmaður/heilsumálaráðharrin/landsstýrið/partar av
landsstýrinum valt ikki at fylgja ávísum tilráðingum frá farsóttarnevndini?
5. Er nøkur langtíðar koronustrategi løgd, og um ja, hvør leggur/hevur lagt hesa?
Viðmerkingar:
Støðan í sambandi við koronu er álvarsom. Sjey fólk eru innløgd og fleiri enn 700 staðfest
smittað í løtuni, og dagliga leggjast tíggjutals afturat. Fleiri læknar og serfrøðingar hava rópt
varskó og mæla til fleiri fyribyrgjandi tiltøk.
Føroyar liggja í toppinum í mun til smittu og innleggingar á sjúkrahúsi, lutfalsliga í mun til
fólkatalið, og eru sostatt farin frá at vera tey bestu til at teljast millum tey aftastu í Evropa, tá
talan er um at avmarka koronusmittuna.
At døma eftir mongu spurningunum frá fólki í almennu miðlunum, so er ikki heilt greitt, hvør
ætlanin er í mun til at fyribyrgja smittuna, og hví tilmæli frá farsóttarnevndini ikki altíð verða
fylgd. Løgmaður nevnir landsstýrið í sambandi við tiknar avgerðir, samstundis, sum eitt
umboð fyri landsstýrið framvegis alment setir spurnartekin við nyttuna av koppseting, og
harvið eisini við koronustrategiina hjá landsstýrinum.
Politisku flokkarnir á tingi frætta tíðindi gjøgndum miðlarnar og mugu seta almennar
fyrispurningar, fyri at fáa svar upp á nógvu spurningarnar. Løgmaður hevur higartil frávalt at
kalla flokkarnar saman javnan til at kunna um og viðgera støðuna og ætlarnirnar fyri
framman. Í flestu londum, vit sammeta okkum við, royna politisku leiðslurnar hinvegin at
savna flokkar um løgdu ætlanirnar.

-- 1 of 2 --

Í spurningi 3 verður víst til orðingar hjá løgmanni í miðlunum, til dømis í
kvøldtíðindasendingini í útvarpinum, KVF 31.10.2021. Korona sær út til at vera komið fyri at
verða. Tí verður spurt um langtíðarætlan fyri koronu.
Á Løgtingi, 1. november 2021
Bjørt Samuelsen

-- 2 of 2 --