52-073/2021
Verkfall og tey veikastu í samfelagnum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 12. nov. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
073.21 Svar frá M.Rasmussen til U.Rasmussen - Verkfall og tey veikastu.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 12. nov. 2021
Sjá útdrigin tekst
Magnus Rasmussen landsstýrismaður Svar upp á § 52 a-fyrispurning nr. 52-073/2021 frá Una Rasmussen, løgtingsmanni, um verkfall og tey veikastu í samfelagnum Spurningurin var soljóðandi: 1. Hvussu gongst hjá landsstýrismanninum í arbeiðinum at tryggja, at tey veikastu í samfelagnum ikki verða rakt av møguligum verkføllum í framtíðini? 2. Hvørja ætlanir hevur landsstýrimaðurin fyri at koma á mál hesum viðvíkjandi? Til nr. 1 og nr. 2 Innleiðandi kann verða upplýst, at síðani undirritaði tók við sum landsstýrismaður seint í summar, hava fleiri partar vent sær til mín um júst spurningin, hvussu vit frameftir tryggja, at samfelagsbólkar, sum kunnu roknast sum serliga veikir, ikki gerast partar í ósemjum á arbeiðsmarknaðinum. M.a. havi eg havt fund við MEGD um málið. Í Føroyum eins og í hinum Norðurlondunum er útgangsstøðið, at lønar- og setanarviðurskifti verða regulerað í sáttmálum á arbeiðsmarknaðinum. Í okkara grannalondum eru skipanir, ofta sum avtalur millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, sum skulu tryggja, at lív og heilsa hjá borgarum ikki eru í vanda, tá sáttmálasamráðingar eru og boðað verður frá arbeiðssteðgi. Í hesum londunum hava partarnir á arbeiðsmarknaðinum ásannað, at veikastu borgararnir í einum vælferðarsamfelagi ikki kunnu setast í eitt nú lívshættisligar ella óvirðiligar støður orsakað av, at arbeiðssteðgur er fráboðaður. Tíverri finnast slíkar avtalur ikki á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Eg ynski at finna eina loysn á hesum málinum, so borgarar í landinum, sum hava brúk fyri røkt, sjúkrahúsviðgerð ella líknandi ikki koma í slíka støðu, sum vit hava sæð í sambandi við fleiri arbeiðssteðgir seinastu árini. Arbeiðssteðgir eru afturvendandi, og tí má ein varandi loysn finnast á hesum trupulleikanum, tí eitt vælferðarsamfelag kann ikki bjóða borgarum landsins at koma í slíkar støður. Hóast lóggávuvaldið formliga ikki er avskorið frá at lóggeva um eina loysn á hesum málinum, so eiga vit fyrst at miða eftir semju millum avvarðandi partar. Eg fari tí í næstum at seta meg í samband við verkafeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum fyri enn eina ferð at royna at fáa eina avtalu um, hvussu farast skal fram í sambandi við áseting av minstumanning o.l., tá ið arbeiðssteðgir taka seg upp. Undirritaði er av teirri fatan, at ein arbeiðsmarknaðaravtala er besti hátturin at finna fram til eina skipan í javnvág, t.e. eina skipan, sum øðrumegin tryggjar, at veikastu borgararnir í samfelagnum ikki verða óneyðugt raktir av arbeiðssteðgi, men hinumegin eisini leggur -- 1 of 2 -- upp fyri, at sjálvsagdi rætturin hjá verkafeløgum at røkja teirra áhugamál í sambandi við samráðingar um løn o.a. ikki verður óneyðugt skerdur. Endamálið við slíkari avtalu er jú ikki at skerja rættindini hjá verkafeløgum, men at tryggja, at arbeiðssteðgurin ikki í óneyðugan mun rakar ávísar útsettar samfelagsbólkar. Eg vóni, at allir partar á arbeiðsmarknaðinum konstruktivt vilja taka lut í einum dialogi um hesi viðurskiftini, soleiðis at vit í felag kunnu menna eina skynsama skipan, sum varandi steðgar afturvendandi og óvirðiligu støðunum, sum raka serstovnar og sjúkrahúsverk, tá arbeiðssteðgur er. Sum framkomið vælferðarsamfelag tørvar okkum trygd fyri, at eisini tá ið arbeiðssteðgur er, heldur eitt ávíst virksemi fram, soleiðis at borgarar landsins ikki verða fyri rættarbroti ella skulu óttast fyri lívi og heilsu. Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 12. november 2021 Magnus Rasmussen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
073.21 Spurningur til M.Rasmussen fra U.Rasmussen - Verkfall og tey veikastu.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 1. nov. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Uni Rasmussen, løgtingsmaður Svarari: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum Evni: Verkfall og tey veikastu í samfelagnum Spurningar: 1. Hvussu gongst hjá landsstýrismanninum í arbeiðinum at tryggja, at tey veikastu í samfelagnum ikki verða rakt av møguligum verkføllum í framtíðini? 2. Hvørja ætlanir hevur landsstýrimaðurin fyri at koma á mál hesum viðvíkjandi? Viðmerkingar: Undanfarin ár, tá verkføll hava verið á almenna arbeiðsmarknaðinum, hevur nógv verið tosað um, at vit skulu fáa skipanir, sum tryggja, at tey veikastu í samfelagnum ikki verða rakt av verkføllunum. Undanfarni landsstýrismaðurin á økinum segði seg fara at arbeiða fyri at fáa eina semju við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, soleiðis at tey veikastu í samfelagnum ikki verða rakt av framtíðar verkføllum. MEGD hevur millum annað víst á, at tey høvdu ynskt, at brekøkið lá uttan fyri rakt øki, tá ið verkfall rakar samfelagið. MEGD vísir á, at tað ikki eigur at endurtaka seg, at tey, ið búgva á stovnum og líknandi fyriskipanum verða flutt til avvarðandi at vera, at ymisku skipaninar, ið veita fólki, ið bera brek, ein nøktandi gerandisdag, verða raktar – sama við náttarvakt og at næmingar á serstovum ella serdeildum á skúlum sleppa í skúla eins og javnaldrarnir v.m. Ynskiligt er eisini, at mest týðandi virksemi á sjúkrahúsunum v.m. ikki verður rakt av framtíðar verkføllum. Vit skulu virða tann fría samráðingarrættin á arbeiðsmarknaðinum, men tað er tó av týdningi, at vit fáa eina semju við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, soleiðis at tey veikastu í samfelagnum ikki verða rakt av framtíðar verkføllum. Til undanfarin verkføll á almenna arbeiðsmarknaðinum hevur verið nevnt, at tað er í friðartíð, at slík viðurskiftir skulu koma uppá pláss, og tískil er løtan tann rætta at fáa hetta uppá pláss. Tí verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 1. november 2021 Uni Rasmussen -- 1 of 1 --