← Løgtingsmál

52-072/2021

Landskassastuðul til nýbygging av kirkjum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 8. nov. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
072. Svar frá J. av Rana til D. N. Joensen - Landskassastuðul til nýbygging av kirkjum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 2. nov. 2021

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Dagfesting: 1. november 2021
Tygara ref.:
Máltal.: 21/08502-37
Svar
upp á
skrivligan fyrispurning nr. 52-072/2021 eftir § 52 a í Tingskipanini frá Djóna Nolsøe Joensen,
løgtingsmanni, um landskassastuðul til nýbygging av kirkjum, settur Jenisi av Rana,
landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Ætlar landsstýrismaðurin at veita landskassastuðul, tá nýggjar kirkjur skulu byggjast í
Føroyum?
2. Eru nakrar ítøkiligar umsóknir í Uttanríkis- og mentamálaráðnum um landskassastuðul til
nýggjar kirkjur, og um so er, hvussu leingi hava tær verið til viðgerðar í ráðnum?
Svar
Til 1: Ja. Eg havi áður boðað frá, at eg haldi tað vera sjálvsagt, at landið brúkar heimildina í § 30
í løgtingslóg um fíggjarviðurskifti fólkakirkjunnar, og stuðlar kirkjubygging serliga, umframt tann
20% stuðul, sum liggur í, at kirkjubygging – eins og alt annað ikki vinnuligt, almannagagnligt
frítíðarvirksemi, har í minsta lagi 33% av samlaða íløgukostnaðinum eru útvegað sum gáva ella
við óløntum, sjálvbodnum arbeiði – fær meirvirðisgjaldið endurgoldið.
Hetta verður tó eisini at valdast um vælvild Løgtingsins í hvørjum einstøkum føri, tí talan kann
vera um stórar upphæddir, ið ikki rúmast innan vanliga játtanarkarm ráðsins.
Til 2: Nei. Stuðulin kann, sambært § 30, stk. 2 í løgtingslóg um fíggjarviðurskifti fólkakirkjunnar,
ikki verða verða veittur, fyrr enn landsstýrismaðurin, sambært løgtingslóg um bygningar
fólkakirkjunnar hevur givið endaligt loyvi til, at kirkja verður bygd, og eg havi ikki fingið tilmæli
um at geva nakað slíkt loyvi.
Men ein umsókn um at geva endaligt loyvi til at byggja kirkju hevur verið til viðgerðar í ráðnum
síðani 20. august 2021. Henda umsókn kom eisini til viðgerðar í ráðnum 3. mars 2021, men ráðið
legði hin 23. apríl 2021 málsviðgerðina stilla, tí neyðugt var, at kirkjuráðið greiddi greiniligari frá
ymsum viðurskiftum, áðrenn málsviðgerðin kundi halda fram.
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
072. Spurningur til J. av Rana frá D. N. Joensen - Landskassastuðul til nýbygging av kirkjum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 27. okt. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Evni: Landskassastuðul til nýbygging av kirkjum
Spurningar:
1. Ætlar landsstýrismaðurin at veita landskassastuðul, tá nýggjar kirkjur skulu
byggjast í Føroyum?
2. Eru nakrar ítøkiligar umsóknir í Uttanríkis- og mentamálaráðnum um
landskassastuðul til nýggjar kirkjur, og um so er, hvussu leingi hava tær verið
til viðgerðar í ráðnum?
Viðmerkingar:
Landskassin veitir fólkakirkjuni stuðul til rakstur, men kann eisini eftir § 30 í
løgtingslóg um fíggjarviðurskifti fólkakirkjunnar veita upp til 1/3 av góðkenda
byggikostnaðinum í stuðli, tá kirkja verður bygd ella umbygd.
Summar kirkjur eru niðurslitnar, og tí verður arbeitt við møguleikanum at byggja
nýggjar kirkjur. Fyri at fáa hetta arbeiðið í gongd er neyðugt at fáa svar frá
landsstýrismanninum, um 1/3 verður veittur í landskassastuðli ella ei.
Tí verður hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 27. oktober 2021
Djóni Nolsøe Joensen

-- 1 of 1 --