← Løgtingsmál

52-071/2021

Bíðilistar í Almannaverkinum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 8. nov. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
071.21 Svar frá E. M. Gunneygsdóttur til J. Joensen - Bíðilistar í Almannaverkinum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 9. nov. 2021

Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3Postboks 208
110 Tórshavn
8. november 2021
Mál: 21/22254-3
Tygara Skriv:
Viðgjørt: BÁT
Nr. 52-071/2021
Svar uppá § 52a fyrispurning nr. 52-071/2021 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni,
settur landsstýrismanninum í almannamálum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, um
bíðilistar í Almannaverkinum.
Fyrispurningurin ljóðar soleiðis:
1. Hvussu nógvir borgarar eru á bíðilista til ávikavist endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing,
taluvenjing, góðu tilgongdina (heimaráðgeving), virknistilboð (vard verkstøð), Megna
títt lív, stuðul, umlætting og bústað hjá Almannaverkinum?
Svar:
Endurvenjing
Fýra borgarar bíða eftir at koma í venjing. Umsóknirnar eru játtaðar, og venjingarskeiðini
verða sett í verk so hvørt terapeutarnir hava tøkar tíðir.
Harafturat bíðar Almannaverkið í løtuni eftir 5 borgarum, sum skulu byrja uppá
endurvenjing, tá ið teir eru lidnir við viðgerð í t.d. sjúkrahúsverkinum og skulu hava
endurvenjing frá Almannaverkinum.
Taluvenjing
Játtanin til endurvenjing hækkaði í 2018 við kr. 250.000 á fíggjarlógini við endamálinum at
veita taluvenjing til teir borgarar, sum hava fingið játtað endurvenjingarskeið, og sum afturat
øðrum førleikum eisini hava brúk fyri at venja samskiftisførleikarnar. Málbólkurin er tann
sami sum til endurvenjing, tvs. at borgarin skal vera í aldrinum 18-66 ár og endamálið skal
vera at betra um útlitini fyri, at borgarin kemur út aftur á arbeiðsmarknaðin og gerst
sjálvbjargnari og virknari í heima- og frítíðarlívinum. Endurvenjing, eins væl og
taluvenjingin í tí sambandinum, er tíðaravmarkað. Almannaverkið hevur keypt taluvenjing frá
privatum veitara eftir tørvi, og upplýst verður, at ongin borgari bíðar eftir talu ella
samskiftisvenjing í løtuni. Tað hevur yvirskipað gingið væl at fingið í lag samstarv við
privatu veitararnar, sum seinastu 2 árini hava verið førir fyri at seta talu og samskiftisvenjing
inn, svarandi til borgarans tørv.
Viðlíkahaldsvenjing
Seks borgarar bíða eftir at koma til viðlíkahaldsvenjing. Umsóknirnar eru játtaðar, og fýra av
hesum eru planløgd at byrja í komandi viku. Tveir borgarar eru í øðrum venjingartilboði/ella

-- 1 of 3 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 2 av 3
hava ynski um at útseta venjingarbyrjan í Almannaverkinum. 2 borgarar eru á bíðilista til
viðlíkahaldsvenjing.
13 umsóknir um venjing eru innkomnar og eru í ferð við at verða málsviðgjørdar.
Tann góða tilgongdin
Deildin Børn og Ung á Almannaverkinum samskipar Ta góðu tilgongdina (TGT), sum er
skipað til familjur við barni við autismu. Tað eru í løtuni 235 virkin TGT mál á deildini.
Málini koma til deildina ávikavist frá barna- og ungdómspsykiatrisku deild á
Landssjúkrahúsinum og frá familjum, sum venda sær beinleiðis til Børn og Ung. Hetta eru
familjur, sum antin flyta til Føroyar og hava barn við autismu, ella familjur, sum hava verið á
sjúkrahúsið uttanlands, og barnið har hevur fingið staðfest diagnosu innanfyri
autismuspektrumið. Upplýsast kann, at eingin bíðitíð er til TGT.
Ein partur av TGT er námsfrøðiliga tilboðið um Heimaráðgeving, sum er til familjur, sum
hava heimabúgvandi børn 0-18 ár, ið hava fingið staðfest autismu. Í sambandi við TGT eru
fýra ráðgevar settir, svarandi til 3,15 ársverk. So at siga allar áheitanir koma umvegis deildina
Børn og Ung. Eingin bíðilisti til hetta tilboðið í løtuni.
Heimaráðgeving
Heimaráðgevingin hevur eisini eitt námsfrøðiligt tilboð til familjur, ið hava heimabúgvandi
børn 0-18 ár, sum hava ADHD/ADD. Viðvíkjandi ADHD/ADD eru nú tveir ráðgevar í starvi
svarandi til 1,75 ársverk. Sum nú er, fyriheldur Heimaráðgevingin sær til allar umbønir, so
hvørt sum tær koma inn. Avtala er gjørd við deildina Børn og ung um at senda eina áheitan til
Heimaráðgevingina, við samtykki frá foreldrunum, tá mett verður, at ein familja hevur
fyrimun av ráðgeving frá Heimaráðgevingini. Barna- og ungdómspsykiatriin er byrjað at
senda innbjóðingar til netfund beinleiðis til Heimaráðgevingina, soleiðis at Heimaráðgevingin
kann vera við, tá barnið/tann ungi er liðugt útgreinaður fyri ADHD/ADD. Tað eru eisini
foreldur, ið venda sær beinleiðis til Heimaráðgevingina.
Higartil hava 32 familjur (ADHD/ADD) samband við Heimaráðgevingina, og talið veksur
støðugt.
Megna títt Lív
Endamálið við Megna títt lív (MTL) er “at lofta ungum við svárum sosialum ella sálarligum
trupulleikum og álvarsligum rústrupulleikum” (amr.fo). Bíðilistin til tænastu frá MTL er 18
fólk. Tað er individuelt, hvat tey á bíðilistanum til MTL tørva.
Trivnaðartænastur
Trivnaðartænastur hjá Almannaverkinum eru tænastur so sum umlætting, stuðulstænasta,
virknistilboð, vart bútilboð og bú- og viðgerðartilboð.
Hetta eru bíðilistarnar í løtuni:
40 eru á bíðilista til virknistilboð, harav sjey búgva hjá Almannaverkinum.
46 eru á bíðilista til stuðulstænastu.
43 eru á bíðilista til umlætting.

-- 2 of 3 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 3 av 3
167 eru á bíðilista til bústað. Tey, sum búgva hjá Almannaverkinum frammanundan, men
ynskja annan bústað, eru ikki tald við (tey eru 22 í tali).
Tórshavn 8. november 2021
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
landsstýrismaður í almannamálum

-- 3 of 3 --
071.21 Spurningur til E. M. Gunneygsdóttur frá J. Joensen - Bíðilistar í Almannaverkinum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 27. okt. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður í almannamálum
Evni: Bíðilistar í Almannaverkinum
Spurningar:
1. Hvussu nógvir borgarar eru á bíðilista til ávikavist endurvenjing,
viðlíkahaldsvenjing, taluvenjing, góðu tilgongdina (heimaráðgeving),
virknistilboð (vard verkstøð), Megna títt lív, stuðul, umlætting og bústað hjá
Almannaverkinum?
Viðmerkingar:
Seinastu árini hevur verið arbeitt við viðgerðartrygd innan heilsuverkið. Tað er greitt,
at um trygdin skal geva besta úrslitið, er neyðugt at borgarin hevur trygd fyri, at hann
fær tænastu eftir lidna viðgerð í heilsuverkinum. Her kann t.d. nevnast endurvenjing,
stuðul, umlætting, bústað v.m., ið viðkomandi hevur tørv á. Hesar tænastur eru
millum annað í Almannaverkinum. Fyri at fáa innlit í núverandi støðuna viðvíkjandi
bíðilistum á hesum økinum verður hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 27. oktober 2021
Jóhannis Joensen

-- 1 of 1 --