← Løgtingsmál

52-070/2021

Vegurin í Sandslíð

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 8. nov. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
070.21 Svar frá J. Niclasen til B. Sandoy - Vegurin í Sandslíð.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 5. nov. 2021

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 5. november 2021
J. nr.: 21/22252
Viðgjørt: AE
Svar til fyrispurning nr. 52-070/2021 frá Brandi Sandoy, løgtingsmanni, settur
landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen, um vegin í Sandarlíð.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Um so er, at Løgtingið játtar peningin, nær fer so arbeiðið í gongd at bøta um vegin í
Sandslíð?
2. Er ætlanin at gera allan teinin gjøgnum Sandslíð tvísporaðan?
3. Er ætlanin, at Landsverk skal standa fyri arbeiðinum, ella er ætlanin at bjóða arbeiðið út
til privatar at gera?
4. Hvat er gjørt fyri tær 2 mió. kr., sum vegurin í Sandslíð fekk játtaðar á fíggjarlógini fyri
2021?
5. Hvør verður arbeiðsgongdin, tá arbeiðið eftir ætlan fer í gongd, og hvussu er ætlanin at
leiða ferðsluna eftir hesum vegi, meðan arbeitt verður?
6. Nær er ætlanin, at arbeiðið við vegnum skal verða liðugt?
Svar til spurning 1, 2, 3, 4 og 6
Vegurin gjøgnum Sandslíð er bygdur í 1920-21, og er sostatt 100 ár, og ein av elstu vegum í
landinum. Vegurin er ein 1.500 metrar langur einbreytaður vegur, ið liggur í brattlendi. Vegurin
er til eysturbygdirnar á Sandoynni, har umleið 250 fólk búgva. Dagliga koyra millum 400 og 500
akfør á vegnum.
Játtanin í ár hevur verið brúkt til at gera neyðugar ábøtur á vegin, og til at fyrireika verkætlanina.
Í løtuni verður eitt prosjekt fyrireikað, har allur vegurin verður breiðkaður til ein tvíbreytaðan
veg. Borað og sprongt verður eftir ætlan í lendinum omanfyri verandi veg, og verður vegurin í
høvusheitum breiðkaður inn eftir móti fjallinum. Øki kring vegin verður eisini dagført og
tryggjað. Til dømis verður ein grøv gjørd í ovara borði at taka ímóti møguligum gróti sum ríður
oman.
Nakað av myndugleikaviðgerð er eftir, eitt nú við friðingarmyndugleikar. Harumframt er
lendiskeyp. Miðað verður eftir at bjóða verkætlanina út, soleiðis at arbeiðið at byggja vegin kann
byrja á sumri í 2022. Verkætlanin verður bjóðað út til privatar at gera.
Sambært Landsverki, kann arbeiðið verða liðugt í 2023- 2024. Hetta er sjálvandi treytað av
játtan, og at arbeiðið kann fremjast uttan størri trupulleikar.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Svar til spurning 5
Eftir ætlan skal ferðslan hava møguleika fyri at koyra meðan arbeiðið fer fram. Arbeiðstakarin
skipar ferðsluna í hesum sambandi.
Vegurin kann verða stongdur eftir avtalu við Landsverk, tá ið tað til dømis verður sprongt. Hetta
kann verða skipað, sum ein føst daglig steinging, so fólk vita nær vegurin kann væntast at vera
stongdur.
Tinganes, 5. novembur 2021
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
070.21 Spurningur til J. Niclasen frá B. Sandoy - Vegurin í Sandslíð.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 27. okt. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Brandur Sandoy, løgtingsmaður
Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Vegurin í Sandslíð
Spurningar:
1. Um so er, at Løgtingið játtar peningin, nær fer so arbeiðið í gongd at bøta um
vegin í Sandslíð?
2. Er ætlanin at gera allan teinin gjøgnum Sandslíð tvísporaðan?
3. Er ætlanin, at Landsverk skal standa fyri arbeiðinum, ella er ætlanin at bjóða
arbeiðið út til privatar at gera?
4. Hvat er gjørt fyri tær 2 mió. kr., sum vegurin í Sandslíð fekk játtaðar á
fíggjarlógini fyri 2021?
5. Hvør verður arbeiðsgongdin, tá arbeiðið eftir ætlan fer í gongd, og hvussu er
ætlanin at leiða ferðsluna eftir hesum vegi, meðan arbeitt verður?
6. Nær er ætlanin, at arbeiðið við vegnum skal verða liðugt?
Viðmerkingar:
Løgtingið játtaði 2 mió. kr. til vegin í Sandslíð á fíggjarlógini fyri 2021. Vegurin er í
sera ringum standi, og er einsporaður mestsum ígjøgnum alla Líðina. Sum er koyrir
nógv tung ferðsla á vegnum. Bakkafrost er um at fara í gongd við bygging av
heimsins størstu lívfiskastøð í Skálavík, og tá Sandoyartunnilin er veruleiki, kann
væntast, at ferðslan fer at økjast nógv av m.ø. ferðafólkabussum.
Vísandi til íløguætlanina hjá samgonguni er ætlanin, at Løgtingið skal játta 16 mió. kr.
fyri 2022 og 18 mió. kr. fyri 2023, so at ábøtur verða gjørdar á vegin.
Tað hevur stóran týdning fyri tey, sum búgva og virka í eysturbygdunum í Sandoynni,
at arbeiðið at bøta um farleiðina í Sandslíð ávirkar dagligu ferðsluna sum minst, tó at
tað neyvan slepst heilt undan hesum.
Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 27. oktober 2021
Brandur Sandoy

-- 1 of 1 --