52-069/2021
Átøk at bjarga og varðveita føroyska rossastovnin
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 6. nov. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
069.21 Svar frá M. Rasmussen til B. Samuelsen - Átøk at bjarga og varðveita føroyska rossastovnin.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 5. nov. 2021
Sjá útdrigin tekst
U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð GONGIN 7 • POSTSMOGA 377 • 110 TÓRSHAVN • TELEFON 30 66 00 • E-MAIL: UVMR@UVMR.FO Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Føroyar Tórshavn, tann 5. november 2021 J.nr.: 21/22049-2 Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-069/2021 frá Bjørt Samuelsen, løgtingsmanni, um átøk at bjarga og varðveita føroyska rossastovnin Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Hvat krevst av lógarbroytingum fyri, at føroysk ross kunnu útflytast? 2. Hvørjar lógarbroytingar skulu gerast, fyri at føroysk ross kunnu verða skrásett á góðkendan hátt og ein myndugleiki ella felag fáa heimild at vátta upplýsingarnar í rossapassum? 3. Ætlar landsstýrismaðurin at fáa hesa lóggávu gjørda og um ja, nær kann tað væntast? 4. Ætlar landsstýrismaðurin at hækka játtanina til stuðul til at varðveita føroyska rossið? 5. Ætlar landsstýrismaðurin at gera ein miðvísan alipolitikk fyri at tryggja framtíðina hjá føroyska rossastovninum? Til nr. 1-3: Umhvørvis- og vinnumálaráðið er saman við Heilsufrøðiligu starvsstovuni farið undir at fyrireika neyðugar lógarbroytingar, so føroysk ross kunnu útflytast. Sigast skal beinanvegin, at talan er um rúgvusmikið arbeiði, ið væntandi fer at taka drúgva tíð. Í fyrsta lagi er neyðugt at fáa føroyska rossið góðkent sum serligt rossaslag. Slík góðkenning krevur ávíst tal av djórum, alt eftir býtinum millum ryssur og hestar. Føroysku rossini eru fá í tali, og spurningurin er, um stovnurin er nóg stórur at verða góðkendur. Hetta verður kannað í løtuni. Síðani er neyðugt at fáa til vega lóggávu, sum heimilar Heilsufrøðiligu starvsstovuni at góðkenna og hava eftirlit við feløgum, sum skráseta ross. Tað er ein treyt fyri at útflyta føroysk ross, at rossini eru skrásett, og helst er tað eisini ein treyt, at skrásetingin fevnir um øll ross í Føroyum, eisini onnur rossasløg enn føroyska rossið. Treytirnar fyri at góðkenna eitt felag til at skráseta ross, eru m.a., at talan skal vera um ein løgfrøðiligan persón, at felagið skal prógva, at tað hevur eftirlit við ættarbókum (stambog), at felagið hevur góðkenda skrásetingarskipan og eyðmerkingarskipan, og at nóg nógv djór eru til at varðveita ættarslagið. Heilsufrøðiliga starvsstovan er góðkend sum skikkaður myndugleiki, tá ræður um innflutning av skrásettum rossum úr triðjalondum (Íslandi). Innflutningur av rossum úr Íslandi merkir, at skrásett ross kunnu sleppa til Føroyar um serligt marknaeftirlit á BIP-støðini í Tórshavnar havn. Heilsufrøðiliga starvsstovan er eisini góðkend sum skikkaður myndugleiki, tá ræður um samhandil við rossum við ES. Samhandil við ES merkir, at øll skrásett ross við eini heilsuváttan kunnu fara úr Føroyum til ES-lond, eins og skrásett ross við heilsuváttan kunnu fara úr ES-londum til Føroyar. Um Heilsufrøðiliga starvsstovan skal verða skikkaður -- 1 of 2 -- U M H V Ø R V I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð myndugleiki at skráseta ross, skal ES-avtalan helst víðkast til eisini at umfata hetta. Hetta verður kannað. Umhvørvis- og vinnumálaráðið er farið undir at fyrireika omanfyri nevndu lóggávu, men fyrst og fremst krevst, at Heilsufrøðiliga starvsstovan fær umstøður at kanna og nágreina veterinerfakligu treytirnar, sum skulu vera loknar, áðrenn farast kann undir at gera neyðugu lóggávuna. Heilsufrøðiliga starvsstovan metir í hesum sambandi, at tað er neyðugt at seta ein embætisdjóralækna at arbeiða við hesum, og at arbeiðið væntandi tekur eitt ár. Eingin játtan er til hetta í løtuni. Um komið verður á mál við hesum, og tá skipanin fæst at virka, verður mett, at føroysk ross uttan trupulleikar kunnu verða útflutt. Til nr. 4-5: Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2022 verður skotið upp at varðveita játtanina upp á 300 tús. kr. til Føroysk húsdjór. Hetta er sama upphædd sum í 2021. Játtanin er ætlað til alidjór og til verkætlanir við føroyskum húsdjórum og kann tí eisini brúkast til tiltøk, føroyska rossinum at frama. Afturat hesum er í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2021 ein játtan upp á 100 tús. kr. til Felagið Føroysk Ross. Játtanin, sum verður latin sum ein stuðulsjáttan, er ætlað til aling og skráseting av føroyskum rossum. Búnaðarstovan hevur sum part av uppgávuni at varðveita føroysk húsdjór keypt trý føroysk ross. Rossini skulu brúkast til kynbótaarbeiði. Tørvur er á at betra korini hjá rossunum, sum húsast á Búnaðarstovuni, og tí eru í fyrstu atløgu 250 tús. kr. raðfestar til hetta arbeiðið í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2022. Ætlanin er at seta eitt fólk parttíð at taka sær serliga av føroysku rossunum. Støðan hjá føroyska rossinum er trupul, og størsti parturin av trupulleikanum er, at tað eru ov fá fólk í Føroyum, sum vilja hava føroysk ross. Tað ber til at halda fram við teirri miðvísu aling, sum Felagið Føroysk Ross longu ger, men av tí at so fá vilja hava føroysk ross, er trupult at fáa talið upp á eitt støði sum tryggjar, at stovnurin ikki hvørvur. Partur av loysnini kann vera at útflyta nøkur ross, t.d. tey, sum ikki longur skulu brúkast til aling, men hetta loysir neyvan allan trupulleikan. Sambært spyrjaranum eru tað í løtuni 94 føroysk ross í Føroyum, og tá eru fyl og geld ross íroknað. Sambært FAO skal talið av aliryssum upp um 1000, skal stovnurin ikki vera hóttur. Tað er tískil greitt, at skal føroyska rossinum sum stovni vera lív lagað, skulu fleiri átøk setast í verk. Føroya Løgting hevur tikið undir við sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi (The Convention on Biological Diversity), og við hesum eru Føroyar bundnar at tryggja lívfrøðiligt margfeldi. Arbeitt verður sum nevnt við málinum, men ilt er at siga, nær komið verður á mál. Í øllum førum er greitt, at munagóð átøk í longdini mugu setast í verk. Hvørji hesi skulu verða, ber ikki til at siga neyvt í løtuni, og í fyrstu syftu verður tí arbeitt við at fáa til vega neyðugu reglurnar fyri at útflyta føroysk ross. Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 5. november 2021 Magnus Rasmussen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
069.21 Spurningur til M. Rasmussen frá B. Samuelsen - Átøk at bjarga og varðveita føroyska rossastovnin.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 26. okt. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Bjørt Samuelsen, løgtingsmaður Svarari: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum Evni: Átøk at bjarga og varðveita føroyska rossastovnin Spurningar 1. Hvat krevst av lógarbroytingum fyri, at føroysk ross kunnu útflytast? 2. Hvørjar lógarbroytingar skulu gerast, fyri at føroysk ross kunnu verða skrásett á góðkendan hátt og ein myndugleiki ella felag fáa heimild at vátta upplýsingarnar í rossapassum? 3. Ætlar landsstýrismaðurin at fáa hesa lóggávu gjørda og um ja, nær kann tað væntast? 4. Ætlar landsstýrismaðurin at hækka játtanina til stuðul til at varðveita føroyska rossið? 5. Ætlar landsstýrismaðurin at gera ein miðvísan alipolitikk fyri at tryggja framtíðina hjá føroyska rossastovninum? Viðmerkingar Fyri nógvum árum síðani varð farið undir at varðveita serføroyska rossið, sum var nærum útdeytt. Føroyar hava sambært ST-sáttmála bundið seg til at at verja lívfrøðiliga margfeldið. Føroyska rossið er eitt av gomlu serføroysku húsdýrasløgunum, og harvið fevnt av sáttmálanum. Felagið Føroysk Ross (FFR) upplýsir á heimasíðu síni, at í verandi løtu eru 94 ross av serføroyskum slag, tá fyl og geld ross eru íroknað. Umframt eini 500 útlendsk ross. Støðan hjá føroyska rossinum er sera álvarsom. Ov fá fyl verða folað árliga vegna mettaðan marknað í Føroyum. Tað eru einans umleið 25 ryssur í burðarførum aldri, og av hesum eru tað uml. 7-10 ryssur, sum verða brúktar í aling. Sambært The Food and Agriculture Organization (FAO) skal stovnurin av aliryssum upp um 1000 ryssur fyri ikki at vera hóttur. Neyðugt er at skipa eina effektiva aling, ið varðvetir genetiska fjølbroytnið. Í 2018 vórðu 13 fyl av føroyska rossaslagnum folað, sum var met, men árini eftir hetta 6-7 fyl árliga, og í 2022 væntast bert hitt eina fylið, ið er lægsta talið síðan 1990. Alarar tora ikki at seta við, tí vandin fyri ikki at sleppa av við fylini er ov stórur. Ein loysn á trupulleikanum, sum FFR hevur víst á, er at fáa loyvi at útflyta føroysk ross, so eisini ber til at ala hesi uttanlands. Eitt nú í Danmark er eftirspurningur eftir føroyskum rossum. Í løtuni vantar lóggáva um at skráseta ross, og tí hevur eingin myndugleiki ella felag í Føroyum heimild til at vátta upplýsingarnar í rossapassum. Ein lítil játtan er á fíggjarlógini til stuðul til at varðveita føroyska rossið, men pengarnir strekkja ikki langt, og eldsálir brúka tí nógvan pening úr egnum lumma fyri at varðveita stovnin. Á Løgtingi 26. oktober 2021 Bjørt Samuelsen -- 1 of 1 --