52-068/2021
Bústaðir
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 5. nov. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
068.21 Svar frá E. M. Gunnleygsdóttur til U. Rasmussen - Bústaðir.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 8. nov. 2021
Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 100 Tórshavn 5. november 2021 Mál: 21/21985 Viðgjørt: Nr. 52-068/2021 Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 52-068/2021 eftir tingskipanini § 52a til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismann við almannamálum, frá Una Rasmussen løgtingsmanni um Bústaðir Fyrispurningurin er soljóðandi: Kann landsstýrismaðurin geva eina útgreining av, hvat leiguinntøkurnar hjá Bústøðum seinastu 5 roknskaparárini (2016-2020) eru nýttar til? Her verður hugsað um fyrisiting, viðlíkahald, niðurrindan av skuld v.m. Svar: Almannamálaráðið hevur í sambandi við viðgerðina av fyrispurninginum, vent sær til Bústaðir. Bústaðir hava upplýst fyri Almannamálaráðnum, at stovnurin hevur eina bruttoinntøku, sum er samansett av m.a. kapitalinntøkum og inntøku av leigumálum, og at tað tí ikki ber til at siga, hvat leiguinntøkurnar hjá Bústøðum eru brúktar til. Niðanfyri er eitt yvirlit, sum Almannamálaráðið hevur fingið frá Bústøðum, sum vísir úrvaldar postar og samanteljingar úr ársroknskapunum hjá stovninum fyri roknskaparárini 2016-2020. -- 1 of 2 -- ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Síða 2 av 2 Ársroknskapirnir eru at finna í heilum líki í ársfrágreiðingunum, sum liggja á heimasíðuni hjá Bústøðum www.bustadir.fo. Tórshavn, 5. november 2021 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur landsstýrismaður 2020 2019 2018 2017 2016 Inntøkur Inntøka av útlánum, virðisbrøvum v.m. 2.026.944 2.313.306 5.391.282 6.756.754 8.643.559 Inntøka av bíðilista, skráseting v.m. 498.650 422.389 488.600 308.940 294.848 Inntøkur í alt 2.525.594 2.735.695 5.879.882 7.065.694 8.938.407 Rakstur av leigumálum Inntøkur av leigumálum 21.261.318 17.124.410 13.173.514 8.563.367 6.165.978 Útreiðslur av leigumálum -2.941.760 -2.676.840 -1.637.994 -1.479.658 -710.153 Rakstur av leigmálum 18.319.558 14.447.570 11.535.520 7.083.709 5.455.825 Rakstrarútreiðslur Sølukostnaður -143.403 -177.859 -119.857 -211.626 -147.362 Høliskostnaður -543.069 -340.442 -378.883 -473.621 -712.969 Fyrisitingarkostnaður -2.998.000 -3.502.991 -3.774.084 -3.531.656 -3.752.520 Rakstrarútreiðslur -3.684.472 -4.021.292 -4.272.824 -4.216.903 -4.612.851 BRUTTOÚRSLIT 17.160.680 13.161.973 13.142.578 9.932.500 9.781.381 Starvsfólkakostnaður -8.613.930 -10.166.804 -9.651.897 -8.713.732 -7.850.121 Av- og niðurskrivingar av materiellari støðisogn -7.234.622 -5.018.670 -4.240.683 -2.935.390 -2.824.420 Avsett móti tapi av útlánum og inngj. áður avskrivað v.m. 1.116.829 255.987 285.724 312.723 1.114.995 RAKSTRARÚRSLIT 2.428.957 -1.767.514 -464.278 -1.403.899 221.835 Aðrar fíggjarliga inntøkur - - 23.301 - 1.317 Arðir fíggjarligir kostnaðir -2.100.402 -1.629.104 -2.484.879 -120.162 11.516 ÚRSLIT ÁÐRENN SKATT 328.555 -3.396.618 -2.925.856 -1.524.061 234.668 Skattur av ársúrsliti 679.828 432.781 ÁRSÚRSLIT 328.555 -2.716.790 -2.493.075 -1.524.061 234.668 -- 2 of 2 --
068.21 Spurningur til E. M. Gunnleygsdóttur frá U. Rasmussen - Bústaðir.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 25. okt. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Uni Rasmussen, løgtingsmaður Svarari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður í almannamálum Evni: Bústaðir Spurningur: Kann landsstýrismaðurin geva eina útgreining av, hvat leiguinntøkurnar hjá Bústøðum seinastu 5 roknskaparárini (2016-2020) eru nýttar til? Her verður hugsað um fyrisiting, viðlíkahald, niðurrindan av skuld v.m. Viðmerkingar: Seinastu dagarnar hevur nógv verði skrivað og sagt um Bústaðir og eisini um fíggjarstøðuna hjá Bústøðum. Somikið nógv er komið fram seinastu dagarnar, sum peikar í ymsar ættir, at torført er at fyrihalda seg til, hvat er satt og ikki. Tí ynskir spyrjarin at fáa landsstýrismannin at útgreina og greiða frá, hvussu leiguinntøkurnar hjá Búðstøðum eru brúktar seinastu 5 árini. Á Løgtingi, 25. oktober 2021 Uni Rasmussen -- 1 of 1 --