52-067/2021
Ferðslukostnaður og rakstur av Eysturoyartunlinum uttan Sandoyartunnilin
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 3. nov. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
067.21 Svar frá J. Niclasen til J. Langgaard - Ferðslukostnaður og rakstur av Eysturoyartunlinum uttan Sandoyartunnilin.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 5. nov. 2021
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 4. november 2021 J. nr.: 21/22222 Svar uppá fyrispurning nr. 67/2021 frá Jaspuri Langgaard, løgtingsmanni, settur, Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um ferðslukostnað og rakstur av Eysturoyartunlinum uttan Sandoyartunnilin. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvør hevði ferðslukostnaðurin verið, um Eysturoyartunnulin bara skuldi fíggjað seg sjálvan við verandi ferðslu, um ikki Sandoyartunnilin varð knýttur at? 2. Hvat hevði úrslitið av rakstrinum fyri Eysturoyartunnlin verið uttan Sandoyartunnilin við verandi ferðslu? 3. Hvussu er býtið av løgukostnaðinum fyri ávikavist Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin? 4. Verður tørvur á hægri lántøku í sambandi við báðar verkætlanirnar? 5. Hvørji eru útlitini fyri einum pendlara-prísi? Svar til nr. 1 og nr. 2 Víst verður á, at Eysturoyartunnilin neyvan var komin, um hann ikki varð knýttur saman við Sandoyartunnilin í einari samlaðari almennari tunnilsloysn. Privata tunnilsætlanin í sambandi við Eysturoyartunnilin kollsigldi í 2013. Undirtøka var ikki í politisku skipanini tá fyri at gera bara Eysturoyartunnilin í einari almennari verkætlan. Samstundis var sera torført og avbjóðandi hjá landinum at fíggja Sandoyartunnilin, sum ætlanin eisini var at fara undir. Tí vórðu verkætlanirnar knýttar saman fyri at lætta um fíggingina. Víst verður eisini á, at innskotið frá landinum til báðar tunlarnar varð tikið av samlaðu løgujáttanini hjá landinum til Sandoyartunnilin. Landið hevði einki sett av á langtíðarløguætlanini til ein almennan Eysturoyartunnil. Í politisku semjuni var ein fortreyt at seta peningin í samlaðu verkætlanina, sum annars var ætlaður at seta í ein komandi Sandoyartunnil. Tí ber ikki at siga neyvt, hvør kostnaðurin hevði verið at brúkt Eysturoyartunnilin, um hann bara fíggjaði seg sjálvan, um ikki Sandoyartunnilin varð knýttur at. Hetta er millum annað treytað av, hvørja rentu eitt tílíkt felag hevði fingið. Eitt annað fyrivarni er, at tílíkar verkætlanir vanliga hava eitt lutfalsliga høgt brúkaragjald tey fyrstu árini. Síðani hækkar ferðslan vanliga, so hvørt sum fólk venja seg við nýggju farleiðina, og til ber at lækka brúkaragjøldini, sum frálíður. Torført er eisini at meta um, hvør raksturin av Eysturoyartunlinum hevði verið uttan Sandoyartunnilin við verandi ferðslu. Hetta er millum annað treytað av, hvør prísurin tá hevði verið fyri at koyrt ígjøgnum Eysturoyartunnilin. -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance 2/2 Svar til nr. 3 Til ber ikki neyvt at býta samlaða løgukostnaðin sundur á ávikavist Eystur- og Sandoyartunnilin. Høvuðsarbeiðstøkan við NCC var ein arbeiðstøka fyri báðar tunlarnar á tilsamans 2,64 mia. kr. Kortini verður mett, at løgukostnaðurin leystliga kann býtast sundur við umleið 1,5 mia. kr. fyri Eysturoyartunnilin og umleið 1,2 mia. kr. fyri Sandoyartunnilin. Sí eisini skjalið Frequently Asked Questions About the Sub-Sea Tunnel Plans, Minimum Traffic Guarantee, sum er tøkt á hesari leinkjuni á heimasíðuni hjá Landsbankanum: https://www.landsbankin.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiles%2fOgn +og+skuld%2fRating%2ffaq-faroe-islands-2017-03-06.pdf Ein munur á tunlunum er rundkoyringin í Eysturoyartunlinum, sum ger Eysturoyartunnilin dýrari sammett við Sandoyartunnilin. Eitt annað fyrivarni er, at samlaða verkætlanin er ikki liðug enn, og tí ber ikki til at gera upp samlaða løgukostnaðin enn. Svar til nr. 4 Í løtuni bendir einki á, at tørvur verður á hægri lántøku í sambandi við verkætlanina Eystur- og Sandoyartunnilin. Svar til nr. 5 Samgongan, landsstýrið og tunnilsfelagið arbeiða við skipan, sum fer at gera tað bíligari hjá pendlarum at brúka Eysturoyartunnilin. Enn ber ikki til at siga, nær hetta arbeiðið er komið á mál. Tinganes, 4. november 2021 Jørgen Niclasen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 2 of 2 --
067.21 Spurningur til J. Niclasen frá J. Langgaard - Ferðslukostnaður og rakstur av Eysturoyartunlinum uttan Sandoyartunnilin.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 22. okt. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jaspur Langgaard, løgtingsmaður Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Evni: Ferðslukostnaður og rakstur av Eysturoyartunlinum uttan Sandoyartunnilin Spurningar: 1. Hvør hevði ferðslukostnaðurin verið, um Eysturoyartunnulin bara skuldi fíggjað seg sjálvan við verandi ferðslu, um ikki Sandoyartunnilin varð knýttur at? 2. Hvat hevði úrslitið av rakstrinum fyri Eysturoyartunnlin verið uttan Sandoyartunnilin við verandi ferðslu? 3. Hvussu er býtið av løgukostnaðinum fyri ávikavist Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin? 4. Verður tørvur á hægri lántøku í sambandi við báðar verkætlanirnar? 5. Hvørji eru útlitini fyri einum pendlara-prísi? Viðmerkingar: P/F Eystur- og Sandoyartunlar hevur í løtuni trupulleikar við at fáa raksturin at hanga saman; serliga er tað vantandi ferðsla í mun til skuldina, sum er viðvirkandi til íkomnu fíggjarstøðuna. Útlit eru fyri einum rímiliga stórum rakstrarhalli upp á einar 47 mió. kr. árliga, alt annað líka. Tað er onki yvir at dylja, at skuldi Sandoyartunnilin byggjast, so mátti verkætlanin tengjast saman við Eysturoyartunlinum og inntøkugrundarlagnum hjá honum. Tað er ikki gjørligt í løtuni at síggja, hvussu hvør rakstrareind/tunnil ber seg fíggjarliga ella hongur saman, inntøkur, útreiðslur o.a. Tí hevði verið gott við einari útgreining av rakstrinum. Endamálið er at skapa betri gjøgnumskygni í rakstrinum hjá felagnum og tryggja, at prísáseting og átøk verða gjørd rætt og málrættað. Fyri landskassan er samlaða byggiverkætlanin við til at tyngja landskassan, nakað sum ongantíð hevur verið ætlanin. Tí verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 22. oktober 2021 Jaspur Langgard -- 1 of 1 --