52-066/2021
ADHD heilivágur
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 3. nov. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
066.21 Svar frá K.L.H.Johannesen til D. N. Joensen - ADHD heilivág.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 4. nov. 2021
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 3. november 2021 HMR J. nr. 21/21884-7 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður Svar upp á fyrispurning nr. 52-066/2021 eftir § 52a í tingskipanini um ADHD heilivág, frá Djóna N. Joensen, løgtingsmanni Spurningurin var soljóðandi: 1. Hvør kann útskriva ADHD heilivág í Føroyum? 2. Hvussu nógv fólk hevur vaksinpsykiatriin útgreinað fyri ADHD, og hvussu nógvan heilivág hevur hon útflýggjað um árið síðani 2016? 3. Hvussu nógv børn og ung hevur barna- og ungdómspsykiatriin útgreinað fyri ADHD, og hvussu nógvan heilivág hevur hon útflýggjað um árið síðani 2016? 4. Er tað møguleiki at fáa útgreinað tøl fyri, hvussu nógv psykiatriin hevur útskrivað av heilivági og býtt á sløg umframt somu tøl fyri privatpraktiserandi síðani 2016? Svar: Til spurning 1 Allir læknar, ið hava autorisatión, kunnu útskriva ADHD heilivág í Føroyum. Til spurning 2 Sambært Sjúkrahúsverkinum er tað ikki eydnast teimum at fáa til vega eftirfarandi tøl fyri, hvussu nógv fólk vaksinpsykiatriin hevur útgreinað fyri ADHD aftur til 2016. Tað krevur eitt størri granskingararbeiði, sum ikki er møguligt innan ásettu freistina. Sjúkrahúsverkið kann tó við vissu siga, at higartil í ár – t.e. tíðarskeiðið frá 1. januar til og við 31. august – eru 59 fólk komin framat til útgreiningar fyri ADHD í vaksinpsykiatriini. Sambært Sjúkrahúsverkinum ber tað ei heldur til at siga, hvussu nógvan heilivág vaksinpsykiatriin hevur útflýggjað síðani 2016. Sum nevnt í svarinum til spurning 1, so eru tað einans læknar, sum -- 1 of 3 -- skriva út heilivág, og skal Sjúkrahúsverkið kanna, hvussu nógvur ADHD-heilivágur er útflýggjaður hetta tíðarskeiðið, skulu tey finna fram allar læknar, sum hava arbeitt í vaksinpsykiatriini síðani 2016 og vita, nær teir vóru har. Við støði í hesum skal Sjúkrahúsverkið spyrja Apoteksverkið um, hvussu nógvan ADHD heilivág hesir læknar hava útskrivað í tí tíðarskeiðnum, teir arbeiddu á Landssjúkrahúsinum. Talan er um sera nógvar læknar, og sambært Sjúkrahúsverkinum ber tað ikki til at svara spurninginum innan ásettu freistina til hendan fyrispurning. Til spurning 3 Barna- og ungdómspsykiatriin hevur tøl fyri útgreiningar og hevur eisini fingið tøl frá Apoteksverkinum, sum vísa, hvussu nógvur heilivágur er útskrivaður av teimum fýra læknunum, sum hava verið knýttir barna- og ungdómspsykiatriini seinastu fimm árini. Tølini skulu takast við fyrivarni, tí tey eru sambært Sjúkrahúsverkinum neyvan fullfíggjaði, tí tað kunnu verða læknar, sum hava starvast í vaksinpsykiatriini, sum eisini hava útskrivað ADHD-heilivág til børn og ung í tíðarskeiðnum. Tøl fyri útgreiningar fyri ADHD í barna- og ungdómspsykiatriini frá 2016-2020: 2016 2017 2018 2019 2020 Tal av børnum/ungum ið eru ný- diagnostiseraði við ADHD* 39 30 47 47 67 Tal av børnum/ungum, ið eru byrjaði í medisinskari viðgerð fyri ADHD* 14 13 30 32 47 Samlaða talið av børnum/ungum, sum eru í viðgerð fyri ADHD* 51 64 94 126 173 Mongd av ADHD-heilivági, sum er útskrivaður av læknum í Barna- og ungdómspsykiatriini. Tølini eru uppgjørd í eindini DDD** 1,7 2,0 2,2 2,8 2,9 Mongd av ADHD-heilivági, sum er útskrivaður av øllum læknum í Føroyum. Tølini eru uppgjørd í eindini DDD** 8,4 9,5 10,5 14 18,3 Mongdin av ADHD-heilivági, sum læknar í barna- og ungdómspsykiatiini útskriva í mun til ta samlaðu mongdina (prosent). 20,2% 20,8% 21,2% 20,0% 16,0% *Íroknað er einans børn og ung, sum í dag eru undir 18 ár, tá tað við so stuttari freist ikki hevur verið møguligt hjá Sjúkrahúsverkinum at fáa til vega tølini, har tey ungu, sum í dag eru fylt 18 ár, eru íroknaði. Tær útgreiningar, sum ikki enda við eini ADHD diagnosu, eru ikki íroknaðar tølunum. **Sambært Landsapotekaranum er DDD ein teknisk eind, og DDD/1000 íbúgvar/samdøgur gevur bara ein leysliga meting av heilivágsbrúkinum, eitt nú hvussu stórur partur av íbúgvunum í einum samfelagi, sum -- 2 of 3 -- kunnu verða viðgjørdir við tí ávísa heilivágnum. Við øðrum er talan um hvussu nógvar nøgdir eru útskrivaðar pr. 1000 íbúgvar í eitt døgn. Um 2020 verður tikið sum dømi, so kann eindin 18,3 faldast við 53, tí tað eru umleið 53.000 íbúgvar í Føroyum. Hetta merkir so aftur, at leysliga mett eru tað umleið 970 íbúgvar í Føroyum sum dagliga taka ADHD heilivág. Tað hevur týdning at endurtaka, at allir læknar kunnu útskriva ADHD-heilivág, ikki bert læknar sum arbeiða í psykiatriini. Talan kann eisini vera um, at kommunulæknar endurnýggja reseptir hjá børnum og ungum ella vaksnum, har barnapsykiatriin ella vaksinpsykiatriin hevur sett viðgerðina í verk, og at tað viðhvørt verður útskrivað av kommunulækna eftir samráð við psykiatara. Tí skulu tølini takast við størsta fyrivarni. Tølini vísa annars, at talan er um eitt økt tal av ungum, sum byrja í viðgerð við ADHD-heilivági í barna- og ungdómspsykiatriini. Somuleiðis økjast nøgdirnar av heilivági, sum verða útskrivaðar, hvørt ár. Í løtuni eru 218 børn og ung í medisinskari viðgerð fyri ADHD í barna- og ungdómspsykiatriini. Til spurning 4 Sambært Apoteksverkinum ber ikki til at siga, hvussu nógvan heilivág samlaða psykiatriin hevur útskrivað síðani 2016. Sum nevnt eru tað læknarnir, sum útskriva heilivágin, og frá 2016 til 2020 eru tað umleið 235 ymiskir læknar, ið hava útskrivað ADHD heilivág til borgarar í Føroyum. Fyri at fáa upplýst hvussu nógvan ADHD heilivág psykiatriin hevur útskrivað, verður neyðugt at finna fram allar læknar, sum hava arbeitt í psykiatriini síðani 2016, og vita nær teir vóru har. Og við støði í hesum skal Apoteksverkið greina, hvussu nógvan ADHD heilivág hesir læknar hava útskrivað í tí tíðarskeiðnum, teir arbeiddu á Landssjúkrahúsinum. Sum áður nevnt er talan um sera nógvar læknar, so tað ber, sambært Apoteksverkinum, tíverri ikki til at svara spurninginum innan ásettu freistina til hendan fyrispurning. Tá ið tað viðvíkur tøl um ADHD heilivág fyri privatpraktiserandi læknar, so hevur tað bert verið ein lækni, sum seinastu 2 árini partvíst hevur arbeitt innan hetta økið í privatum høpi í Føroyum. Tí eru mongdirnar sera smáar, og sambært Apoteksverkinum gevur tað tí ikki meining at almannakunngera hesi tøl. Heilsumálaráðið, 3. november 2021 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður -- 3 of 3 --
066.21 Spurningur til K.L.H.Johannesen fra D. N. Joensen - ADHD heilivág.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 22. okt. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum Evni: ADHD heilivágur Spurningar: 1. Hvør kann útskriva ADHD heilivág í Føroyum? 2. Hvussu nógv fólk hevur vaksinpsykiatriin útgreinað fyri ADHD, og hvussu nógvan heilivág hevur hon útflýggjað um árið síðani 2016? 3. Hvussu nógv børn og ung hevur barna- og ungdómspsykiatriin útgreinað fyri ADHD, og hvussu nógvan heilivág hevur hon útflýggjað um árið síðani 2016? 4. Er tað møguleiki at fáa útgreinað tøl fyri, hvussu nógv psykiatriin hevur útskrivað av heilivági og býtt á sløg umframt somu tøl fyri privatpraktiserandi síðani 2016? Viðmerkingar: Langir bíðilistar til útgreiningar fyri ADHD fáa fólk at leita sær privata útgreining. Tí ber illa til at siga, hvussu nógv hava fingið staðfest diagnosuna í Føroyum seinastu árini. Hagtølini vísa, at eini 70% - 80% av teimum við diagnosini fáa ágóðan av heilivági. Harumframt er áhugavert at kanna lutfallið av heilivági, sum er útflýggjað frá almennu psykiatriini og privatpraktiserandi psykiatarum. Fyri at fáa lýst økið, ynski eg at fáa svar á hesar spurningar. Á Løgtingi, 21. oktober 2021 Djóni Nolsøe Joensen -- 1 of 1 --