52-065/2021
Bústaðir
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 2. nov. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
065.21 Svar frá E.M.Gunnleygsdóttur til B.L.Jacobsen - Bústaðir.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 2. nov. 2021
Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 100 Tórshavn 2. november 2021 Mál: 21/21847 Viðgjørt: JND Nr. 52-065/2021 Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 52-065/2021 eftir tingskipanini § 52a til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismann í almannamálum, frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingsmanni, um Bústaðir Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Ætlar landsstýrismaðurin at góðkenna broytingina í starvsskipanini hjá stjóranum í Bústøðum, sum meirilutin í stýrinum ætlar at gera? 2. Um svarið til fyrra spurning er ja, kann landsstýrismaðurin so grundgeva fyri, hví so er? Svar: Til nr. 1 Bústaðir hevur kunnað ráðið um, at uppskotið til starvsskipan er trekt aftur. Til nr. 2 Víst verður til nr. 1. Tórshavn, 2. november 2021 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur landsstýrismaður -- 1 of 1 --
065.21 Spurningur til E.M.Gunnleygsdóttur fra B.L.Jacobsen - Bústaðir.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 21. okt. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsmaður Svarari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður í almannamálum Evni: Bústaðir Spurningar: 1. Ætlar landsstýrismaðurin at góðkenna broytingina í starvsskipanini hjá stjóranum í Bústøðum, sum meirilutin í stýrinum ætlar at gera? 2. Um svarið til fyrra spurning er ja, kann landsstýrismaðurin so grundgeva fyri, hví so er? Viðmerkingar: Meirilutin í stýrinum fyri Bústaðir ætlar at broyta starvsskipanina hjá stjóranum í Bústøðum, so hesin skal tosa við stýrisformannin, áðrenn hann úttalar seg. Sum skilst liggur málið í løtuni í Almannamálaráðnum, og tí verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 21. oktober 2021 Beinta Løwe Jacobsen -- 1 of 1 --