← Løgtingsmál

52-064/2021

Avgerðir og treytir landsstýrismansins um játtanir og sýtingar av kvotum til vinnuligar royndir og verkætlanir, haruppií ítøkiligt skipakeyp

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. nov. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
064.21 Svar frá J. Vestergaard til H.Hoydal - um avgerðir og treytir landsstýrismansins um játtanir og sýtingar av kvotum til vinnuligar.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 1. nov. 2021

Sjá útdrigin tekst
FISKIMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
1. november 2021
Mál: 21/21751-2
(at tilskila í svari)
Tygara skriv: 52-064/2021
Svar til fyrispurning 52-064/2021 frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, um avgerðir og
treytir landsstýrismansins um játtanir og sýtingar av kvotum til vinnuligar royndir
og verkætlanir, haruppií ítøkiligt skipakeyp
Spurningar:
1. Hvussu eru avgerðirnar um og grundgevingarnar fyri at ganga ímóti tilmælunum frá
umsitingini um, hvørjum skuldi játtast kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir,
haruppií ítøkiligt skipakeyp, skjalfestar, viðgjørdar og grundgivnar fyrisitingarliga?
2. Vórðu upplýsingar og metingar um avgerandi viðurskifti, sum landsstýrismaðurin
sigur seg hava lagt dent á sum veruligar umstøður í málinum, skjalfestar og sendar til
partshoyringar?
3. Luku teir umsøkjarar, ið landsstýrismaðurin valdi fram um aðrar, sum vóru tilmæltir
av umsitingini, tey grundleggjandi høvuðskrøvini í lóg, kunngerð og
metingarskjølum betur enn aðrir umsøkjarar? T.e.: nýskapan, virðisøking og
menning, skjalprógvaðar keypssáttmálar fyri skip, fígging, rakstrarætlan, at kunna
byrja beinanvegin v.m.?
4. Luku teir umsøkjarar, ið vórðu tilmæltir frá umsitingini, men sum
landsstýrismaðurin vrakaði, tey grundleggjandi høvuðskrøvini í lóg, kunngerð og
metingarskjølum? T.e.: nýskapan, virðisøking og menning, skjalprógvaðar
keypssáttmálar fyri skip, fígging, rakstrarætlan, at kunna byrja beinanvegin v.m.?
5. Hvør var munurin í eginpeningi og í royndum at reka fiskivinnu, sum
landsstýrismaðurin sigur seg hava lagt dent á, millum teir umsøkjarar, ið fingu játtan
og teir, sum vórðu tilmæltir frá umsitingini – og hvussu varð hetta skjalprógvað og
grundgivið í avgerðini?
6. Er tað rætt, at umsøkjarar, ið fingu játtan til ítøkiligt skipakeyp, nú hava útvegað
skip, sum aðrir umsøkjarar, ið vórðu vrakaðir, høvdu keypssáttmála uppá?

-- 1 of 3 --

FISKIMÁLARÁÐIÐ
2/3
Svar:
Til nr. 1.
Avgerðirnar eru skjalfestar, viðgjørdar og grundgivnar fyrisitingarliga í niðurstøðuskjalinum
hjá landsstýrismanninum og í avgerðunum, sum eru sendar umsøkjarunum.
Til nr. 2.
Vísast skal á, at um spyrjarin sipar til atlit viðvíkjandi eginpeningi og royndum hjá
stigtakarunum í sambandi við ítøkiligt skipakeyp, so vórðu hesi atlit bert tikin við í síðsta
umfari, tá avgerast skuldi, hvørjar tvær av fimm møguligum umsóknum skuldu játtast.
Mett var ikki, at tað var neyðugt við partshoyring, tí talan var um upplýsingar, sum
umsøkjararnir vórðu bidnir um at upplýsa – og høvdu upplýst – í umsóknarskjalinum. Í
leiðbeiningini til umsóknarskjalið er tað serstakt tilskilað, at eginpeningur og royndir skulu
upplýsast. Og í metingarskjalinum stendur, at umsóknirnar skulu viðgerast og metast við
grundarlagi í teimum ítøkiligu upplýsingunum í umsóknini.
Til nr. 3 og 4.
Í sambandi við viðgerðina er útgangsstøði tikið í sjófeingislógini, kunngerðini um kvotur av
makreli, norðhavssild og svartkjafti til vinnuligar royndir og verkætlanir, umsóknunum og
teimum skjølum, sum umsøkjararnir sendu við umsóknunum.
Tað kann vera torført at meta um, hvørt ein umsókn hevur við sær meira menning,
nýskapan og virðisøking enn ein onnur umsókn. Her er ein heildarmeting gjørd. Eisini
hevur landsstýrismaðurin valt at raðfesta verkætlanir, sum heilt ella í stóran mun eru bygdar
á uppsjóvarfisk, heldur enn at lata uppsjóvarkvotur til tann partin av vinnuni, ið hevur
rímiliga støðugt virksemi grundað á botnfisk.
14 umsóknir um kvotu til skipakeyp komu inn. Av hesum vórðu 5 tilmæltar sum
stuðulsverdar ella stuðulsverdar við fyrivarni. Tað er eisini talan um eina heildarmeting, tá
endaliga skuldi metast um, hvørjar tvær av hesum 5 umsóknunum skuldu fáa tillutað kvotu
til skipakeyp. Í endaligu metingini hevur landsstýrismaðurin eisini lagt dent á fíggingina av
verkætlanini í eginpeningi, eins og hvørjar beinleiðis royndir sjálvir stigtakararnir hava til
fiskiskap og skiparakstur.
Í slíkari meting vóru tvær ella møguliga tríggjar verkætlanir av teimum tilmæltu, ið luku
treytirnar um ávikavist lutfalsligan høgan eginpening og beinleiðis royndir. Samlaði
karmurin í tøkari kvotu avmarkar talið av verkætlanum til tvey skip.
Við grundarlagi í hesi meting og fyritreytum varð kvota latin 2 feløgum.
Til nr. 5.
Sum nevnt, vóru tilsamans 5 umsóknir tilmæltar sum stuðulsverdar ella stuðulsverdar við
fyrivarni. Viðvíkjandi eginfíggingini lógu hesar frá umleið 1 mió. kr. og upp til umleið 20
mió. kr. í eginfígging. Tann eina umsóknin, sum var tilmælt, men ikki fekk tillutað kvotu,
hevði lítlan eginpening. Tær báðar umsóknirnar, sum vórðu játtaðar, høvdu bæði nógvan
eginpening eins og at stigtakararnir høvdu drúgvar royndir.

-- 2 of 3 --

FISKIMÁLARÁÐIÐ
3/3
Viðvíkjandi skjalprógvi verður víst til svar upp á spurning 2.
Avgerðirnar eru skjalfestar, viðgjørdar og grundgivnar fyrisitingarliga í niðurstøðuskjalinum
hjá landsstýrismanninum og í avgerðunum, sum eru sendar umsøkjarunum.
Til nr. 6.
Tá umsóknirnar komu inn, vísti tað seg, at okkurt skipanavn gekk aftur í nøkrum
umsóknum. T.v.s., at nakrir umsøkjarar høvdu eina ”keypsoptión” upp á sama skip.
Keypið var tó m.a. treytað av, at umsøkjarin fekk tillutað kvotu frá Fiskimálaráðnum.
Sambært umsóknini hjá einum av teimum 14 umsóknunum upp á ítøkiligt skipakeyp hevði
umsøkjarin keypsoptión upp á eitt skip, sum annar av játtaðu umsøkjarunum nú hevur
keypt.
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
064.21 Spurningur til J. Vestergaard frá H.Hoydal - um avgerðir og treytir landsstýrismansins um játtanir og sýtingar av kvotum til vinnuligar.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 20. okt. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Høgni Hoydal, løgtingsmaður
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Evni: Avgerðir og treytir landsstýrismansins um játtanir og sýtingar av kvotum til
vinnuligar royndir og verkætlanir, haruppií ítøkiligt skipakeyp
Spurningar:
1. Hvussu eru avgerðirnar um og grundgevingarnar fyri at ganga ímóti
tilmælunum frá umsitingini um, hvørjum skuldi játtast kvotur til vinnuligar
royndir og verkætlanir, haruppií ítøkiligt skipakeyp, skjalfestar, viðgjørdar og
grundgivnar fyrisitingarliga?
2. Vórðu upplýsingar og metingar um avgerandi viðurskifti, sum
landsstýrismaðurin sigur seg hava lagt dent á sum veruligar umstøður í
málinum, skjalfestar og sendar til partshoyringar?
3. Luku teir umsøkjarar, ið landsstýrismaðurin valdi fram um aðrar, sum vóru
tilmæltir av umsitingini, tey grundleggjandi høvuðskrøvini í lóg, kunngerð og
metingarskjølum betur enn aðrir umsøkjarar? T.e.: nýskapan, virðisøking og
menning, skjalprógvaðar keypssáttmálar fyri skip, fígging, rakstrarætlan, at
kunna byrja beinanvegin v.m.?
4. Luku teir umsøkjarar, ið vórðu tilmæltir frá umsitingini, men sum
landsstýrismaðurin vrakaði, tey grundleggjandi høvuðskrøvini í lóg, kunngerð
og metingarskjølum? T.e.: nýskapan, virðisøking og menning, skjalprógvaðar
keypssáttmálar fyri skip, fígging, rakstrarætlan, at kunna byrja beinanvegin
v.m.?
5. Hvør var munurin í eginpeningi og í royndum at reka fiskivinnu, sum
landsstýrismaðurin sigur seg hava lagt dent á, millum teir umsøkjarar, ið fingu
játtan og teir, sum vórðu tilmæltir frá umsitingini – og hvussu varð hetta
skjalprógvað og grundgivið í avgerðini?
6. Er tað rætt, at umsøkjarar, ið fingu játtan til ítøkiligt skipakeyp, nú hava
útvegað skip, sum aðrir umsøkjarar, ið vórðu vrakaðir, høvdu keypssáttmála
uppá?
Viðmerkingar:
Landsstýrismaðurin hevur svarað, at hann broytti tilmælini frá umsitingini og játtaði
kvotur til onnur feløg, tí hann sigur seg leggja størri dent á eginpening og royndir at
reka fiskivinnu hjá umsøkjarunum. Hesar treytir standa ikki í lóg, kunngerð ella
metingarskjølum, og eru sostatt settar sum avgerandi treytir undir viðgerðini, uttan at
umsøkjarar hava vitað um hesar treytir, sum verða sagdar at hava týdning fyri
veruligu umstøðurnar í málinum.

-- 1 of 2 --

Tí verður spurt, hvussu alt hetta er skjalfest, viðgjørt, vigað, partshoyrt og grundgivið
í fyrisitingini, og hvussu høvuðstreytir annars eru loknar hjá umsøkjarum.
Á Løgtingi, 20. oktober 2021
Høgni Hoydal

-- 2 of 2 --