← Løgtingsmál

52-063/2021

Møguleiki at fáa stuðlar í Suðuroynni

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. nov. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
063.21 Svar til E.M.Gunnleygsdóttur fra S.Stenberg - stuðlar í Suðuroynni.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 1. nov. 2021

Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3Postboks 208
110 Tórshavn
1. november 2021
Mál: 21/21783
Tygara Skriv:
Viðgjørt: BÁT
Nr. 52-063/2021
Svar uppá
skrivligan fyrispurning nr. 52-063/2021 eftir tingskipanini § 52a til Elsebeth Mercedis
Gunnleygsdóttur, landsstýrismann í almannamálum, frá Sirið Stenberg, løgtingsmanni,
um møguleikan at fáa stuðul í Suðuroynni
Fyrispurningur er ljóðar soleiðis:
1. Hvussu nógv fólk við serligum avbjóðingum fáa stuðul í Suðuroynni?
2. Hvussu nógv fólk hava fingið játtaðan stuðul, uttan at hetta er sett í verk, og hvørjar
eru orsakirnar.
3. Hvussu arbeiðir Almannaverkið við at nøkta tørvin á stuðlandi fyriskipanum til fólk,
sum bíða eftir stuðli ?
4. Hvørji tilboð hevur Almannaverkið til fólk við demens og ella røktartørvi, sum eru
undir 67 ár og búgva í Suðuroynni?
Svar:
Til spurning nr. 1
Í løtuni fáa 11 borgarar í Suðuroynni 1 - 1 stuðul.
Til spurning nr. 2
Tað eru 4 borgarar, sum hava fingið játtað stuðul, sum ikki er settur í verk. Orsøkirnar til, at
stuðulin ikki er settur í verk, er at tað ikki er borið á mál við at finna starvsfólk, sum vilja
átaka sær uppgávuna, at arbeiða sum stuðul.
Tá tað ikki eydnast at finna stuðlar, plagar Almannaverkið at bjóða borgarunum tilboð á
verkstaðnum á Bakka ístaðin, men tað eru ikki øll, sum ynskja at taka av tí tilboðnum.
Til spurning nr. 3
Almannaverkið arbeiðir alla tíðina við at veita borgarunum eina góða tænastu. Lýst verður
við jøvnum millumbilum eftir stuðlum, men tað er trupult at fáa fólk til stuðulsuppgávur.
Hetta ger seg galdandi um alt landið, ikki bara í Suðuroynni. Sí eisini sp. 2 Almannaverkið
roynir at bjóða aðra hóskandi tænastu, tá tað ber til.

-- 1 of 2 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 2 av 2
Til spurning nr. 4
Landsstýriskvinnan hevur fingið upplýst frá Almannaverkinum, at tey ikki eru vitandi um
borgarar undir 67 ár við demens í Suðuroynni, og upplýst verður eisini, at ongin umsókn er
móttikin har søkt verður um tænastu til borgara við demens í Suðuroynni.
Tað eru í løtuni 8 borgarar í Suðuroynni við røktartørvi, sum fáa tilboð frá
Almannaverkinum.
Teir borgarar, sum búgva á Eiðisgarði fáa dagtilboð á Eiðisgarði. Í løtuni er talan um 4
borgarar.
2 borgarar við røktartørvi fáa tilboð á verkstaðnum á Bakka. Og 2 borgarar við røktartørvi fáa
stuðul heima. Harav tann eini eisini fær tilboð á Verkstaðnum á Bakka.
Tórshavn 1. november 2021
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
landsstýrismaður í almannamálum

-- 2 of 2 --
063.21 Spurningur til E.M.Gunnleygsdóttur fra S.Stenberg - stuðlar í Suðuroynni.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 20. okt. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Sirið Stenberg, løgtingsmaður
Svarari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður í almannamálum
Evni: Møguleiki at fáa stuðlar í Suðuroynni
Spurningar:
1. Hvussu nógv fólk við serligum avbjóðingum fáa stuðul í Suðuroynni?
2. Hvussu nógv fólk hava fingið játtaðan stuðul, uttan at hetta er sett í verk, og
hvørjar eru orsakirnar.
3. Hvussu arbeiðir Almannaverkið við at nøkta tørvin á stuðlandi fyriskipanum
til fólk, sum bíða eftir stuðli ?
4. Hvørji tilboð hevur Almannaverkið til fólk við demens og ella røktartørvi, sum
eru undir 67 ár og búgva í Suðuroynni?
Viðmerkingar:
Tænastutilboðini frá Almannaverkinum eru ymisk alt eftir, hvar í landinum fólk
búgva. Nøkur øki hava eitt nú tænastur til fólk undir 67 við demenssjúkum, onnur øki
hava ikki; og soleiðis er við ymiskum tænastum.
Tað hevur eisini verið frammi, at tað er trupult at fáa stuðul frá Almannaverkinum.
Tað hevur verið víst á, at starvsfólkatrotið er ein av avbjóðingunum og í øðrum førum
er manglandi játtan ein trupulleiki.
Tað er órógvandi at frætta, at fólk, sum hava fingið at vita, at tey hava rætt til stuðul,
ikki fáa tað, tí ongir stuðlar eru at fáa. Spurningurin er tí, hvussu landsstýrið arbeiðir
við at bøta um støðuna, soleiðis at fólk kring landið verða tryggjað javnbjóðis rættindi
til hjálp, røkt og stuðul.
Á Løgtingi, 20. oktober 2021
Sirið Stenberg

-- 1 of 1 --