52-062/2021
Lærugreina- og skeiðstilboð á Setrinum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 29. okt. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
062.21 Svar frá J. av Rana til J. Joensen - Lærugreina- og skeiðstilboð á Setrinum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 3. nov. 2021
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Dagfesting: 3. november 2021 Tygara ref.: Máltal.: 21/08502-39 Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-062/2021 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, eftir § 52a í Tingskipanini. Um lærugreina- og skeiðstilboð á Setrinum. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Nær verður møguleiki at nema sær svimjilæraraprógv á Námsvísindadeildini aftur? 2. Hvussu nógvir lærarar hava tikið svimjilæraraprógv á Námsvísindadeildini seinastu 10 árini? 3. Nær verður møguleiki at nema sær telduvarðarútbúgving aftur? 4. Nær verður møguleiki at nema sær serlæraraútbúgving aftur? Svar Til 1: Lesandi á Námsvísindadeildini, bæði læraralesandi og námsfrøðingar, hava møguleika at taka svimjilæraraprógv. Svimjilæraraprógv er partur av linjulærugreinini “ítróttur” á læraraútbúgvingini, og í linjulærugreinini “heilsa, kroppur og rørsla” á námsfrøðingaútbúgingini. Báðar hesar linjulærugreinir eru væl umtóktar, og tí eru skeiðini oftast fullteknað við teimum lesandi á linjunum, og tá eru eingi tøk pláss til stakgreinalesandi. Tá tøk pláss hava verið á linjunum, hava tey verið boðin út bæði til lesandi á øðrum linjum og eisini til lærarar ella námsfrøðingar, sum ynskja at taka svimjilæraraprógv sum stakgreinalestur. Sostatt hava allir lærarar við ítrótti á linju altíð, eisini seinastu árini, havt høvi at taka svimjilæraraprógv. Tað er ein ávísur tørvur á at skipa svimjilæraraprógv sum eftirútbúgving, og tí hevur leiðslan á Námsvísindadeildini tikið avgerð um, at svimjilæraraprógv verður eitt av eftirútbúgvingartilboðunum, sum verða boðin út sum eftirútbúgving á Fróðskaparsetrinum komandi lestrarár. Til 2: Seinastu 10 árini hava tilsamans 106 lesandi staðið svimjilæraraprógv. Av hesum eru 69 læraralesandi. Harumframt taka í ár 33 lesandi svimjilæraraprógv, og av teimum eru 20 læraralesandi. -- 1 of 2 -- U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Page 2 of 2 Til 3: Landsstýrismaðurin hevur sett í verk arbeiði at fyrireika eina KT-verkætlan fyri alt skúlaverkið. Her verða gjørdar ymsar umraðfestingar í arbeiðinum hjá KT-vørðum, serliga við atliti at býtinum millum tøkniliga og námsfrøðiliga partin. Ætlanin er at bíða við at seta eftirútbúgving fyri KT-vørðar í verk til hesi viðurskifti eru fingin í rættlag. Til 4: Landsstýrismaðurin arbeiðir við at gera eina ætlan yvir eftirútbúgvingartørv í fólkaskúlanum. Mentamálaráðið hevur í trimum førum skipað fyri serlæraraútbúgving í 1987, 2000 og í 2012. Harumframt hava lærarar fingið møguleika at taka útbúgving sum serlærari sum fjarlestur. Tørvurin innan serundirvísing og serligan tørv er stórur, og tí verður serlæraraútbúgvingin raðfest, hóast tað ikki eru gingin so nógv ár, síðani ein flokkur tók eftirútbúgving sum serlærarar. Tað eru eisini aðrar serútbúgvingar, sum rættiliga stórur tørvur er á m.a. KT-varðaútbúgving og skúlabókavarðaútbúgving. Vinarliga Uttanríkis- og mentamálaráðið Jenis av Rana landsstýrismaður -- 2 of 2 --
062.21 Spurningur til J. av Rana frá J. Joensen - Lærugreina- og skeiðstilboð á Setrinum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 18. okt. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum Evni: Lærugreina- og skeiðstilboð á Setrinum Spurningar: 1. Nær verður møguleiki at nema sær svimjilæraraprógv á Námsvísindadeildini aftur? 2. Hvussu nógvir lærarar hava tikið svimjilæraraprógv á Námsvísindadeildini seinastu 10 árini? 3. Nær verður møguleiki at nema sær telduvarðarútbúgving aftur? 4. Nær verður møguleiki at nema sær serlæraraútbúgving aftur? Viðmerkingar: Svimjilæraraútbúgvingin í fólkaskúlanum og á miðnámi er grundarlagið undir, at næmingarnir kunnu nema sær holla svimjilæru, og hvussu skúlaleiðslur skipa sínar ítróttatímar. Lærarar, sum undirvísa í svimjing, skulu hava svimjilæraraprógv, umframt at teir eiga at hava galdandi fyrstuhjálparskeið og lívbjargandi fyrstuhjálp. Fyrr stóð tað øllum læraralesandi í boði at taka svimjilæraraprógv, men svimjilæraraútbúgvingin hevur ikki verið boðin út seinastu árini, og tí bíða fleiri lærarar eftir at fáa møguleika at nema sær hendan lærugreinaførleika. Fyri at undirvísa í svimjing eiga svimjilærarar eisini at hava dagførda lívbjargingarroynd. Møguleiki er at halda lívbjargingarroyndirnar úti á skúlum kring landið, tí nógvir skúlar hava svimjihyl á skúlanum. Tað sama er galdandi fyri telduvarðarútbúgvingina. Skjótt eru 20 ár síðan, at telduvørður seinast er útbúgvin til at virka í fólkaskúlanum. Tí eru sera fáir útbúnir telduvørðir, ið virka í skúlunum í dag. Fleiri hava aðrar útbúgvingar og eru sjálvlærdir. Nú tá tøkniligu krøvini, bæði við tilfari, royndarvirksemi og trygd vaksa, eru eisini størri krøv til telduvørðirnar. Tí er ein útbúgving innan hetta økið ongantíð so viðkomandi sum nú, tá Løgtingið hevur samtykt, at fremjast skal ein nýggj KT- heildarætlan fyri undirvísingarverkið fyri 40 mió. kr. Serlærarin er leiðarin í førleikastovunum í skúlunum. Nógv ár eru liðin, síðan henda útbúgving var bjóðað út. Flestu serlærarar eru komnir til árs í dag, og tí er átrokandi at útbúgva fleiri, um reglugerðir fyri førleikastovur skulu haldast. Fyri at fáa greiðu á hesum spurningum, verður hesin fyrispurningur settur. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi, 18. oktober 2021 Jóhannis Joensen -- 2 of 2 --