← Løgtingsmál

52-061/2021

Rehabiliteringslóg og rehabiliteringsdepil

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 29. okt. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
061.21 Svar fra K. L. H. Johannesen til R. Samuelsen - Rehabiliteringslóg og rehabiliteringsdepil Heilsuøkið.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 29. okt. 2021

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 29.10.2021
HMR J. nr. 21/21547-5
Kaj Leo Holm Johannesen
Landsstýrismaður í heilsumálum
Svar
uppá
Fyrispurning frá Rósu Samuelsen, løgtingskvinnu, nr. 52-061/2021 eftir § 52a í
tingskipanini um rehabiliteringslóg og rehabiliteringsdepil
Fyrispurningurin er soljóðandi:
Spurningar:
1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta í verk eina yvirskipaða
rehabiliteringslóg, sum fevnir um allar geirar innan rehabilitering?
2. Arbeiðir landsstýrismaðurin fram ímóti at seta á stovn ein rehabiliteringsdepil
sum eina samskipaða tvørfakliga heildartænastu til kropsliga, sálarliga og
sosiala viðgerð?
3. Um ja, nær og hvussu, og um nei, hvørjar eru grundgevingarnar?
4. Er samstarv millum Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið um nakrar
framtíðarætlanir fyri rehabilitering?
Svar:
Til spurning 1
Í 2015 var lógarbroyting gjørd í sjúkrahúsverkslógini, har § 6a varð sett inn. Sambært
hesi grein veitir Sjúkrahúsverkið ókeypis endurvenjing til sjúklingar, sum hava ein
læknafakliga grundaðan tørv á endurvenjing. Kunngerð um endurvenjing innan
sjúkrahúsverkið var sett í gildi í 2017, og verður endurvenjing allýst sum: miðvís,
tíðaravmarkað og fyriskipað venjing, sum hevur til endamáls, at sjúklingurin í størst
møguligan mun kann endurvinna sínar mistu førleikar, bæði likamliga, kognitivt og
sálarliga. Sambært kunngerðini skal Sjúkrahúsverkið gera endurvenjingarætlan til
sjúklingin, umframt veita sjúklinginum kontaktpersón, ið hevur ábyrgdina av at
samskipa endurvenjingina hjá sjúklinginum innan Sjúkrahúsverkið og mótvegis
Almannaverki og kommunum. Endurvenjingarætlanin verður latin avvarðandi
kommunu, Almannaverkinum ella øðrum sjúkrahúsi, um endurvenjing skal halda
áfram har. Líknandi ásetingar um endurvenjing eru í almannalóggávuni.
Lógarkarmar eru sostatt runt endurvenjingina. Landsstýrismaðurin metir ikki, at
avbjóðingin við endurvenjingini í dag er, at ein yvirskipað rehabiliteringslóg vantar.
Heldur er trupulleikin, at galdandi lógarásetingar ikki eru implementeraðar í praksis.
Landsstýrismaðurin er tó sinnaður at taka ein fund við Landsstýriskvinnuna í
almannamálum og Kommunufelagið fyri at umrøða møguleikar og tørv á einari

-- 1 of 2 --

rehabiliteringslóg. Landsstýrismaðurin arbeiðir í løtuni við at implementera galdandi
reglur viðvíkjandi endurvenjing innan Sjúkrahúsverkið. Fleiri eftirmetingarfundir hava
verið um endurvenjingina, har Heilsumálaráðið og tey, ið arbeiða við endurvenjing á
teimum trimum sjúkrahúsunum luttaka. Í hesum sambandi verður arbeitt við at dagføra
vegleiðingina um tilboð um endurvenjing innan sjúkrahúsverk, almannaverk og
kommunur. Eisini verður arbeitt við at skipa fyri undirvísing og verkstovum á teimum
trimum sjúkrahúsunum um galdandi reglur um endurvenjing.
Til spurning 2 og 3
Landsstýrismaðurin arbeiðir áhaldandi við at menna endurvenjingina innan
Sjúkrahúsverkið. Hetta verður gjørt við at fáa játtan til vega á fíggjarlógini til nýggj
átøk innan endurvenjing. Játtanin til endurvenjingarøkið hækkaði við 2 mió. kr. í 2020
og við 1,6 mió. kr. afturat í 2021.
Landsstýrismaðurin ætlar at arbeiða fyri, at enn fleiri pengar verða settir av til
endurvenjing í hesum samgongutíðarskeiðnum, og á fíggjarlógini 2022 eru 2 mió. kr.
settar av afturat til endurvenjing. Harumframt verður arbeitt við at skapa tryggar karmar
kring endurvenjingina innan Sjúkrahúsverkið, soleiðis at heilsustarvsfólk verður
tilnevnt at samskipa endurvenjingartilboðið til sjúklingin, og soleiðis at sjúklingar, ið
verða útskrivaðir av sjúkrahúsi, fáa eina endurvenjingarætlan.
Sjúkrahúsverkið arbeiðir sjálvt við at menna endurvenjingina. Samstarvað verður meira
og meira uppá tvørs av teimum trimum sjúkrahúsunum, soleiðis at endurvenjing verður
veitt og styrkt á øllum teimum trimum sjúkrahúsunum.
Landsstýrismaðurin metir, at hetta er rætta leiðin at fara og metir sostatt ikki, at tað er
ráðiligt at skipa tann partin, sum Sjúkrahúsverkið veitir av tænastum innan
rehabilitering í Føroyum, í einum depli.
Til spurning 4
Tað er eitt gott samstarv ímillum Heilsumálaráðið og Almannamálaráðið um
endurvenjingina. Tær lógarbroytingar og kunngerðir, ið eru settar í gildi um
endurvenjingina, eru gjørdar í tøttum samstarvi ímillum Heilsumálaráðið og
Almannamálaráðið. Nevnast kann eisini, at ein samstarsavtala er gjørd ímillum
Almannaverkið og Sjúkrahúsverkið á økinum. Landsstýrisfólkini á økinum hava í
hesum valskeiðnum uppraðfest endurvenjingina munandi og hava, í tí sum er eftir av
valskeiðnum, ætlanir um framhaldandi at uppraðfesta endurvenjingina.
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
061.21 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá R. Samuelsen - Rehabiliteringslóg og rehabiliteringsdepil Heilsuøkið.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 18. okt. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Rósa Samuelsen, løgtingsmaður
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Rehabiliteringslóg og rehabiliteringsdepil
Spurningar:
1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta í verk eina yvirskipaða
rehabiliteringslóg, sum fevnir um allar geirar innan rehabilitering?
2. Arbeiðir landsstýrismaðurin fram ímóti at seta á stovn ein rehabiliteringsdepil
sum eina samskipaða tvørfakliga heildartænastu til kropsliga, sálarliga og
sosiala viðgerð?
3. Um ja, nær og hvussu, og um nei, hvørjar eru grundgevingarnar?
4. Er samstarv millum Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið um nakrar
framtíðarætlanir fyri rehabilitering?
Viðmerkingar:
Brúkarin hevur í eitt longri tíðarskeið spurt eftir einum meira skipaðum øki innan
rehabilitering, við einum greiðum uppgávu-, ábyrgdar- og heimildarbýti millum
myndugleikar, ráð, stovnar og sjúkrahús.
Økið er í dag ov óskipað og tí er vandi fyri, at borgarar, ið gerast álvarsliga sjúkir ella
skulu til viðlíkahaldsvenjing, detta niðurímillum.
Í svari til fyrispurning frá tingmanninum, Johan Dahl, í mai mánað, søgdu bæði
landsstýrismaðurin í heilsumálum og landsstýrismaðurin í almannamálum, at ongar
ítøkiligar ætlanir vóru at skipa rehabilitering í ein depil.
Sambandsflokkurin hevur síðani skipað fyri almennum kjakfundi um tørvin á
rehabilitering í Føroyum, har bæði umboð frá Almannaverkinum og
Sjúkrahúsverkinum vórðu boðin við. Niðurstøðan á fundinum var, at hóast økini tosa
saman og royna at samstarva, so eru karmarnir ikki nøktandi til endamálið.
Tað eru harumframt avmarkaðir framtíðarmøguleikar fyri menning í verandi skipan.
Rehabilitering fyrigongur bæði á heilsuøkinum og almannaøkinum, og tí hevur
landsstý rismaðurin í almannamá lum fingið ein fyrispurning um sama evnið.
Tað, at okkara rehabilitering í Føroyum virkar væl og effektivt, hevur sera stóran
týdning fyri øll tey, sum verða rakt av álvarsligari sjúku og tey avvarðandi - sosialt,
fíggjarliga o.a. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 18. oktober 2021
Rósa Samuelsen

-- 1 of 1 --