52-060/2021
Rehabiliteringslóg og rehabiliteringsdepil
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 29. okt. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
060.21 Svar til R. Samuelsen fra E. M. Gunnleygsdóttur - Rehabiliteringslóg og rehabiliteringsdepil.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 29. okt. 2021
Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn 29. oktober 2021 Mál: 21/21540 Tygara Skriv: Viðgjørt: Nr. 52-060/2021 Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 52-060/2021 eftir tingskipanini § 52a til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismann í almannamálum, frá Rósu Samuelsen, løgtingsmanni, um rehabilitering og rehabiliteringsdepil Fyrispurningur er ljóðar soleiðis: 1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta í verk eina yvirskipaða rehabiliteringslóg, sum fevnir um allar geirar innan rehabilitering? 2. Arbeiðir landsstýrismaðurin fram ímóti at seta á stovn ein rehabiliteringsdepil sum eina samskipaða tvørfakliga heildartænastu til kropsliga, sálarliga og sosiala viðgerð? 3. Um ja, nær og hvussu, og um nei, hvørjar eru grundgevingarnar? 4. Er samstarv millum Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið um nakrar framtíðarætlanir fyri rehabilitering? Svar: Innleiðandi verður víst til svarið til fyrispurning nr. 52-139/2020, dagfest 17. mai 2021, har greitt varð frá, at rehabilitering á almannaøkinum – endurmenning - fevnir um menning í breiðari merking við endamálinum, at viðkomandi borgari aftur fær eitt virkið lív, og við røttum umstøðum aftur megnar at klára seg sjálvan í størst møguligan mun. Stórur partur av virkisøkjunum hjá Almannaverkinum eru tí fevnd av økinum rehabilitering. Eitt høvuðsendamál við løgtingslóg um almannatrygd og tænastur sbrt. § 1, stk. 1 er at menna og endurmenna. Til spurning nr. 1 Landsstýrismaðurin hevur síðan hon fekk ábyrgdina av almannaøkinum lagt fyri Løgtingið lógina um almannatrygd og tænastur, sum er eitt frambrot á almannaøkinum, eisini tá ræður um endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing. Kunngerðir um endurvenjing og viðlíkahalsvenjing, -- 1 of 2 -- ALMANNAMÁLARÁÐIÐ síða 2 av 2 sum áseta nærri treytir fyri, nær ein borgari kann fáa endur- og viðlíkahaldsvenjing, eru eisini gjørdar. Landsstýrismaðurin hevur eisini raðfest økið fíggjarliga og sett pengar av bæði í inniverandi ári og í komandi fíggjarlóg. Landsstýrismaðurin raðfestir fyrst og fremst at fáa lógina um almannatrygd og tænastur at virka fult út. Til spurning nr. 2 og 3 Landsstýrismaðurin vísir á, at endamálið við løgtingslóg um almannatrygd og tænastum sbrt. § 1, stk. 1 er at menna og endurmenna, og at nógv av virkisøkjunum hjá Almannaverkinum eru beinleiðis endurmennandi í sær sjálvum, ella eru at meta sum ein týðandi partur av einari endurmenningartilgongd. Til spurning nr. 4 Tað er eitt gott samstarv ímillum Heilsumálaráðið og Almannamálaráðið um endurvenjingina. Tær lógarbroytingar og kunngerðir, ið eru settar í gildi um endurvenjingina, eru gjørdar í tøttum samstarvi ímillum Heilsumálaráðið og Almannamálaráðið. Nevnast kann eisini, at ein samstarvsavtala er gjørd ímillum Almannaverkið og Sjúkrahúsverkið á økinum. Landsstýrismenninir á økinum hava í hesum valskeiðinum uppraðfest endurvenjingina munandi og hava, í tí, sum er eftir av valskeiðnum, ætlanir um framhaldandi at uppraðfesta endurvenjingina. Landsstýrismaðurin raðfestir fyrst og fremst at fáa lógina um almannatrygd og tænastur at virka fult út Tórshavn 29. oktober 2021 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur landsstýrismaður í almannamálum -- 2 of 2 --
060.21 Spurningur frá R. Samuelsen til E. M. Gunnleygsdóttur - Rehabiliteringslóg og rehabiliteringsdepil.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 18. okt. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Rósa Samuelsen, løgtingsmaður Svarari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður í almannamálum Evni: Rehabiliteringslóg og rehabiliteringsdepil Spurningar: 1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta í verk eina yvirskipaða rehabiliteringslóg, sum fevnir um allar geirar innan rehabilitering? 2. Arbeiðir landsstýrismaðurin fram ímóti at seta á stovn ein rehabiliteringsdepil sum eina samskipaða tvørfakliga heildartænastu til kropsliga, sálarliga og sosiala viðgerð? 3. Um ja, nær og hvussu, og um nei, hvørjar eru grundgevingarnar? 4. Er samstarv millum Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið um nakrar framtíðarætlanir fyri rehabilitering? Viðmerkingar: Brúkarin hevur í eitt longri tíðarskeið spurt eftir einum meira skipaðum øki innan rehabilitering við einum greiðum uppgávu-, ábyrgdar- og heimildarbýti millum myndugleikar, ráð, stovnar og sjúkrahús. Økið er í dag ov óskipað og tí er vandi fyri, at borgarar, ið gerast álvarsliga sjúkir ella skulu til viðlíkahaldsvenjing, detta niðurímillum. Í svari til fyrispurning frá tingmanninum, Johan Dahl í mai mánað, søgdu bæði landsstýrismaðurin í heilsumálum og landsstýrismaðurin í almannamálum, at ongar ítøkiligar ætlanir vóru at skipa rehabilitering í ein depil. Sambandsflokkurin hevur síðani skipað fyri almennum kjakfundi um tørvin á rehabilitering í Føroyum, har bæði umboð frá Almannaverkinum og Sjúkrahúsverkinum vórðu boðin við. Niðurstøðan á fundinum var, at hóast økini tosa saman og royna at samstarva, so eru karmarnir als ikki nøktandi til endamálið. Tað eru harumframt avmarkaðir framtíðarmøguleikar fyri menning í verandi skipan. Rehabilitering fyrigongur bæði á almannaøkinum og heilsuøkinum, og tí hevur landsstý rismaðurin í heilsumá lum fingið ein fyrispurning um sama evnið. Tað, at okkara rehabilitering í Føroyum virkar væl og effektivt, hevur sera stóran týdning fyri øll tey, sum verða rakt av álvarsligari sjúku og tey avvarðandi - sosialt, fíggjarliga o.a. Tí verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 18. oktober 2021 Rósa Samuelsen -- 1 of 1 --