← Løgtingsmál

52-059/2021

Um hædd er tikin fyri blindum og sjónveikum í nýggju bíleggingarskipanini hjá Strandfaraskipum Landsins

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 27. okt. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
059.21 Svar frá J. Niclasen til U. Rasmussen - Um hædd er tikin fyri blindum og sjónveikum í nýggju bíleggingarskipanini hjá Strandfaraskipum Landsins.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 27. okt. 2021

Sjá útdrigin tekst
FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
☏ (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 27. okt. 2021
J. nr.: 21/21450
Svar til fyrispurning 52-059/2021 frá Una Rasmussen, løgtingsmanni, settur Jørgeni
Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um hædd er tikin fyri blindum og sjónveikum í
nýggju bíleggingarskipanini hjá Strandfaraskipum Landsins
Fyrispurningurin er soljóðandi:
• Eru ætlanir um at gera tað møguligt hjá blindum og sjónveikum at bíleggja í nýggju
bíleggingarskipanini hjá Strandfaraskipum Landsins?
Svar
Strandfaraskip Landsins hevur, sum partur av menningartilgongdini viðvíkjandi nýggju
bíleggingarskipanini til ferðafólk og akfør, sent umbøn til Sjóndepilin um ráðgeving í mun til
tørvin hjá sjónveikum og blindum og tilvísing til brúkarar, ið seinni kunnu luttaka í
royndarkoyring (test) av skipanini. Harumframt upplýsir Strandferðslan, at hon fær ráðgeving frá
kt – mennara, ið áður hevur ment skipanir, ið taka atlit til serliga tørvin hjá fólkið, ið bera brek.
Høvuðsendamál hjá Strandferðsluni er at veita somu tænastu til allar borgarar í landinum og at
allar skipanir, ið geva borgarum atgongd til hesar, í mest møguligan mun eisini taka atlit til
tørvin hjá fólkið, ið bera brek.
Strandferðslan hevur eitt gott samstarv við Megd og hevur áður biðið um ráðgeving og
eftirmetingar, eitt nú í sambandi við útbjóðing av bygdaleiðum og byggingina av Erlu
Kongsdóttir.
Tinganes, 27. oktobur 2021
Jørgen Niclasen
landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
059.21 Spurningur til J. Niclasen frá U. Rasmussen - Um hædd er tikin fyri blindum og sjónveikum í nýggju bíleggingarskipanini hjá Strandfaraskipum Landsins.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 15. okt. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Uni Rasmussen, løgtingsmaður
Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Um hædd er tikin fyri blindum og sjónveikum í nýggju bíleggingarskipanini hjá
Strandfaraskipum Landsins
Spurningur:
Eru ætlanir um at gera tað møguligt hjá blindum og sjónveikum at bíleggja í nýggju
bíleggingarskipanini hjá Strandfaraskipum Landsins?
Viðmerkingar:
Strandfaraskip Landsins hava bílagt eina nýggja bíleggingarskipan til bæði oyggja- og
bygdaleiðir, sum væntandi kann setast í verk í 2022.
Tá ið tað almenna fer undir nýggjar verkætlanir er av týdningi, at tær rúma øllum
borgarunum í landinum.
Í hesum førinum, tá talan er um nýggja bíleggingarskipan, so er av týdningi, at øll fáa
ágóðan av henni, eisini blind og sjónveik.
Spyrjarin ynskir at fáa at vita, um hædd er tikin fyri blindum og sjónveikum í nýggju
bíleggingarskipanini, sum Strandfaraskip Landsins hevur bílagt. Tí verður hesin
fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 15. oktober 2021
Uni Rasmussen

-- 1 of 1 --