52-058/2021
Teknmálstulkatænastan
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. okt. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
058.21 Svar frá E. M. Gunnleygsdóttur til T. J. Niclasen - Teknmálstulkatænasta.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 26. okt. 2021
Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo Løgtingið Nr. 52-058/2021 Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 52-058/2021 eftir tingskipanini § 52a til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismann í almannamálum, til Tord J. Niclasen, løgtingsmann, um teknmálstulkatænastuna Spurningar: 1. Er ætlanin at fáa møguligar forðingar av vegnum fyri, at fríyrkistulkar í nógv størri mun kunnu nýtast av tí einstaka brúkaranum? 2. Er ætlanin at broyta skipanina, so at játtanin fylgir brúkaranum? 3. Er ætlanin at broyta skipanina, so at brúkarin fær størri frælsi at velja egnan tulk? Svar: Til 1: Í lógini um almannatrygd og tænastur er fyri fyrstu ferð ásett í lóg, at tulkur kann verða veittur persóni við ongari ella niðursettari hoyrn ella persóni, sum hevur teknmál sum mál, og sum tí hevur tørv á tulki, tá samskift verður við onnur, at tulkur verður veittur soleiðis, at persónur kann taka lut í samfelagslívi og sosialum lívi á jøvnum føti við onnur, og at landsstýrismaðurin ásetir reglur um treytir fyri at veita tulkatænastu, tal av tulkatímum, undir hesum býtislykil millum brúkarar og gjald fyri avleiddar útreiðslur. Arbeitt hevur verið við at orða eina kunngerð um reglur og treytir fyri at veita teknmálstulkatænastu. Kunngerðin skal m.a. áseta hvussu nógvar ókeypis tímar, og til hvørji tiltøk, persónur við ongari ella niðursettari hoyrn hevur rætt til. Umframt ókeypis tímarnar til tann einstaka, skal teknmálstulkatænastan hjá Almannaverkinum veita tulk, har almannaøkið hevur myndugleikaábyrgd, og at Almannaverkið mótvegis gjaldi kann tulka fyri aðrar myndugleikar, har hesir hava myndugleikaábyrgd, eitt nú tulka kringvarpssendingar og tulka í sambandi við útbúgving og lesnað. Kunngerðin hevur verið til ummælis hjá viðkomandi pørtum, men av tí at tað vóru fleiri mótstríðandi viðmerkingar til hvussu hetta skal skipast, verður neyðugt at fyrireika málið betur. Teknmálstulkatænastan hjá Almannaverkinum hevur á fíggjarlógini játtan til at hava fýra teknmálstulkar í starvi, umframt at tænastan kann hava inntøkufíggjað virksemi. Tað er tó trupult at fáa manna øll størvini, hóast lýst hevur verið eftir tulkum. Almannaverkið brúkar tí 26. oktober 2021 Mál: 21/21359-4 Viðgjørt: Jeanette Ellefsen Blaasvær -- 1 of 2 -- ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Síða 2 av 2 eisini fríyrkistulkar og tímalønt. Almannaverkið er av teirri fatan, at tey hava sett allar teir tulkar, sum tey kunnu, men tíverri má staðfestast, at Almannaverkið framvegis manglar tulkar. Leggjast kann afturat, at Uttanríkis- og mentamálaráðið, Heilsumálaráðið og Almannamálaráðið hava ætlanir um at kanna, hvørt tørvur er á einum samskiftisdepli fyri deyv og hoyriveik, og um so er, hvussu hesin kann verða skipaður. Ætlanin er at gera tilmæli til landsstýrið, um hvussu økið kann skipast best frameftir, eisini millum geirar. Til 2: Ongar ætlanir eru í løtuni at broyta skipanina, soleiðis at játtanin fylgir brúkaranum. Sum støðan er í dag, megnar Almannaverkið ikki at nøkta allan tørvin á teknmálstulking, tí tey ikki fáa sett øll teknmálstulkastørvini. Tað er trupult at síggja fyri sær, at tað fer at betra um støðuna hjá fólki við ongari ella niðursetta hoyrn, um hesi sjálvi umsótu játtanina, tá mangulin á teknmálstulkum er so stórur. Til 3: Ongar ætlanir eru í løtuni at broyta skipanina. Skal borgarin sjálvur velja sínar tulkar, er neyvan grundarlag fyri at hava teknmálstulkar í føstum starvi hjá Almannaverkinum, men neyðugt verður allarhelst at hava tímalønt og fríyrkis teknmálstulkar. Tórshavn 26. oktober 2021 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur landsstýrismaður í almannamálum -- 2 of 2 --
FM-115 Spurningur til E. M. Gunnleygsdóttur frá T. Niclasen - Teknmálstulkatænastan.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 14. okt. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Tordur J. Niclasen, løgtingsmaður Svarari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður í almannamálum Evni: Teknmálstulkatænastan Spurningar: 1. Er ætlanin at fáa møguligar forðingar av vegnum fyri, at fríyrkistulkar í nógv størri mun kunnu nýtast av tí einstaka brúkaranum? 2. Er ætlanin at broyta skipanina, so at játtanin fylgir brúkaranum? 3. Er ætlanin at broyta skipanina, so at brúkarin fær størri frælsi at velja egnan tulk? Viðmerkingar: Hóast greiða lógaráseting (§ 42 í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020) er tað tíanverri ein sannroynd, at teknmálstulkatænastan hjá Almannaverkinum ikki megnar at veita ta tænastu, sum tørvur er á. Sannroynd er, at mangul er upp á tulkar í Almannaverkinum, og at skipanin tykist ov stirvin. Hóast játtan er í løgtingsfíggjarlógini til teknmálstulkatænastuna, sum deyvir borgarar hava rætt og tørv á, so fáa tey ofta ikki ágóðan av henni. Avleiðingin er verri atkoma og verri møguleikar hjá okkara deyvu borgarum at taka lut í samfelagslívi og sosialum lívi á jøvnum føti við onnur. Sostatt er hesin minnniluta bólkur fyri vanbýti. Tí átti tað at verið natúrligt og ein sjálvfylgja, at fríyrkistulkar í nógv størrri mun gjørdust partur av tænastuni, og at játtanin á fíggjarlógini fíggjaði hetta. Fyri at gjørt skipanina minni stirvna og meira smidliga, so átti peningurin at fylgt brúkaranum og at tann deyvi, um gjørligt, hevði frælsi at valt egnan tulk – og at hetta varð goldið av játtanini ”Teknmálstulkatænastan” á løgtingsfíggjarlógini. Hetta vildi uttan iva verið eitt stórt frambrot til gleði og gagns fyri tey, ið tørva. Í samgonguskjalinum verður sagt, at ”Teknmálstænastan verður styrkt”. Tað er í hesum sambandi, at fyrispurningurin verður settur. Á Løgtingi, 14. oktober 2021 Tordur J. Niclasen -- 1 of 1 --