52-057/2021
Kærumøguleikar, kæruvegleiðing og kæruviðgerð í avgerðum um kvotuútluting hjá Fiskimálaráðnum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. okt. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
FM-116 Spurningur til løgmann frá H. Hoydal-Kærumøguleikar, kæruvegleiðing og kæruviðgerð í avgerðum um kvotuútluting hjá Fiskimálaráðnum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 14. okt. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Høgni Hoydal, løgtingsmaður Svarari: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður Evni: Kærumøguleikar, kæruvegleiðing og kæruviðgerð í avgerðum um kvotuútluting hjá Fiskimálaráðnum Spurningar: 1. Hvør skal viðgera kærur frá umsøkjarum um avgerðir Fiskimálaráðsins í sambandi við kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir? 2. Hvørja kæruvegleiðing hava umsøkjarar fingið sambært fyrisitingarlógini, og hava kærarar fingið svar og kunning um, hvussu kærurnar verða viðgjørdar og nær kæruúrskurður kann væntast? 3. Er Fiskimálaráðið gegnigt at viðgera kærur, tá ið landsstýrismaðurin hevur upplýst, at hann hevur verið uppi í málsviðgerðini og tikið avgerðir, ið ganga ímóti fyrisitingarligum tilmælum? 4. Hvussu hevur løgmaður hildið eftirlit sambært skyldum hansara, við at fyrisitingin er farin fram á lógligan og fullgóðan hátt í hesum málum? Viðmerkingar: Tað er komið fram, at fleiri umsøkjarar hava kært avgerðirnar hjá Fiskimálaráðnum um vinnuligar royndir og verkætlanir. Onki er frætt um kæruviðgerðina og møguleikarnar. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur upplýst í svari til undirritaða, at hann hevur verið uppi í málsviðgerðini, haruppií játtanum til kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir. Tí verður løgmaður, sum hevur eftirlit við fyrisitingini, spurdur, hvussu farið er fram við kærum og eftirliti sambært fyrisitingarlógini og aðrari lóggávu. Á Løgtingi, 14. oktober 2021 Høgni Hoydal -- 1 of 1 --
057.21 Svar frá B. S. Nielsen til H. Hoydal - Kærumøguleikar, kæruvegleiðing og kæruviðgerð í avgerðum um kvotuútluting hjá Fiskimálaráðnum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 26. okt. 2021
Sjá útdrigin tekst
-- 1 of 3 -- -- 2 of 3 -- -- 3 of 3 --