52-056/2021
Bíðilistar í sjúkrahúsverkinum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 22. okt. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
056.21 Svar fra K. L. H. Johannesen til R. Samuelsen - Bíðilistar í Sjúkrahúsverkinum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 21. okt. 2021
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 21.oktober 2021 HMR J. nr. 21/21015-5 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður Svar upp á fyrispurning nr. 52-056/2021 eftir § 52a í tingskipanini um bíðilistar í Sjúkrahúsverkinum frá Rósu Samuelsen, løgtingskvinnu Spurningurin var soljóðandi: 1. Hvussu langir eru bíðilistarnir fyri ymsar sjúkukanningar/útgreiningar og sjúkuviðgerðir í Sjúkrahúsverkinum skift á likamligar og psykiatriskar sjúkur? 2. Hvat er frágreiðingin ella orsøkirnar til bíðilistarnar í Sjúkrahúsverkinum - vantandi játtan og/ella vantandi starvsfólk o.a.? 3. Hvørjar avleiðingar hevur tað fyri sjúklingarnar at teir ikki sleppa framat viðgerð? 4. Hvørji stig ætlar landsstýrismaðurin at taka fyri at stytta um bíðilistarnar í Sjúkrahúsverkinum? Svar: Til spurning 1 Sjúkrahúsverkið hevði í 2020 fleiri enn 180.000 vitjanir, eisini rópt kontaktir. Hetta er eitt tal fyri samlaða virksemið á sjúkrahúsunum og fevnir um allar tær kanningar, útgreiningar, viðgerðir og kontrollar og aðrar heilsutænastur, sum starvsfólkini á teimum trimum sjúkrahúsunum veita. Tað vóru fleiri enn 30.000 ymisk fólk í samband við sjúkrahúsini í 2020, sum er fleiri enn vanlig ár. Seinnu árini hevur talið annars ligið um 25.000 fólk. Sjúkrahúsverkið ger hundraðtals ymiskar kanningar, útgreiningar og viðgerðir, og tað ber ikki til at geva eitt fullfíggjað yvirlit yvir hvussu nógv fólk í løtuni bíða til allar hesar kanningar og viðgerðir. -- 1 of 4 -- Arbeiðið at fáa álítandi bíðilistar og bíðitíðir er umfatandi og samansett. Tað er eingin loyna, at hóast talgilda heilsuskipanin, sum Sjúkrahúsverkið brúkar, virkar sera væl í sambandi við tað kliniska arbeiðið, so er hon ikki sett eins væl upp í mun til at stýra yvirskipað við – har ímillum til hagtalsbrúk, bíðitíðir o.a. Hetta ber til at lesa nærri um í Tilmælinum um viðgerðartrygd frá 2019. Sjúkrahúsverkið er í gongd við at menna hendan partin og byrjaðu á sumri í 2020 javnan at almannakunngera bíðilistar og bíðitíðir á útvaldum serlæknaøkjum. Hesir síggjast á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum. Arbeitt verður við at fáa fleiri serøkir í yvirlitið. Í hesum sambandi skal nevnast, at á fíggjarlógini fyri 2021, raðfesti landsstýrismaðurin 1,8 mió. kr. til Hagtalseind og dátuvernd. Landssjúkrahúsið hevur skipað eina Hagtalseind, har 1,3 mió. kr. eru avsettar til tvey starvsfólk at arbeiða fulla tíð á hesi deild. Endamálið hjá Hagtalseindini er at framleiða kvalifiseraðar greiningar yvir staðfestar bíðitíðir fyri tey mest týðandi virksemisøkini í føroyska sjúkrahúsverkinum. Í sambandi við hendan fyrispurningin, hevur Sjúkrahúsverkið hugt eftir sonevndum staðfestum bíðitíðum, sum fevna um bíðitíðir aftur í tíð. Tað vil siga, hvussu leingi sjúklingarnir í veruleikanum bíðaðu eftir at fáa fótin innum gáttina til sjúkrahúsverkið eftir ávísing frá t.d. kommunulækna. Talan er ikki um akuttar støður. Tølini eru ikki endaliga valideraði og skulu tí takast við ávísum fyrivarni. Eftir ætlan verða tær valideraðu staðfestu bíðitíðirnar almannakunngjørdar um mánaðarskiftið november/desember í ár. Skurðøkið Hyggja vit eftir útvaldum økjum innan skurðøkið fyrst, so siga hagtølini, at miðalbíðitíðin til at koma til fyrstu viðtalu í parenkymkirurgi (t.d. tarmur, livur, magi v.m.) í 2021 hevur verið um 1-3 mánaðir í Sjúkrahúsverkinum. Til endoskopi (kikarakanning) hevur bíðitíðin í miðal verið 1-2 mánaðir, til serlækna í kvinnusjúkum hevur bíðitíðin verið um ein mánaða, og í urologi (m.a. landrás og nýrur) er tað tríggjar mánaðir bíðitíð í miðal til serlækna. Ortopedkirurgi fevnir um nógv økir, eitt nú føtur, mjadnar, rygg, knø, akslar og ítróttarskaðar og eru staðfestu bíðitíðirnar eisini ymiskar. Somuleiðis er eisini ein ávísur munur ímillum sjúkrahúsini á summum økjum. Í miðal kanst tú vænta at bíða einar 3 mánaðir eftir at koma til forkanning ella 1. viðtalu í ortopedkirurgiini. Medisinska økið Sjúkrahúsverkið hevur eisini hugt eftir staðfestu bíðitíðunum í 2021 á útvaldum medisinskum serlæknaøkjum. Innan krabbameinssjúkur (onkologi) er bíðitíðin til 1. viðtalu í miðal 10 dagar. Innan maga-tarm sjúkur, (gastroenterologi) frá undir einum mánaða til 3 mánaðir. Tá tað kemur til sjúkur tengdar at nervalagnum (neurologi) hava tey, ið hava verið til 1. viðtalu í ár bíðað í miðal 3 mánaðir, í blóðsjúkum (hæmatologi) upp til tveir mánaðir. Bíðitíðin innan lungasjúkur (lungnamedisin) til fyrstu viðtalu hevur verið umleið ein mánaði og í giktasjúkum (reumatologi) hevur bíðitíðin verið um 4 mánaðir til fyrstu viðtalu. Í Svøvnambulatorinum er bíðitíðin umleið ein mánaði og bíðitíðin til pínuklinikkina er millum 3 og 6 mánaðir, alt eftir um talan er um fyrstu samrøðu við eitt heilsustarvsfólk ella tvørfakliga fyrstu samrøðu. -- 2 of 4 -- Psykiatriska økið Sjóneykan hevur seinastu tíðina verið á bíðitíðina til barna- og ungdómspsykiatriina, sum seinasta árið er vorðin nógv longri. Tey, ið hava verið til 1. viðtalu í 2021, hava í miðal bíðað millum fimm og seks mánaðir. Stóra avbjóðingin er, at seinasta árið eru komin so nógv børn aftrat á bíðilista og tað hevur við sær, at tey, ið verða ávíst í dag, skulu vænta at bíða í upp til 16 mánaðir við verandi manning í barna- og ungdómspsykiatriini. Onnur økir í psykiatriini hava styttri bíðitíð. Til dømis er bíðitíðin til fyrstu viðtalu í demens 3 vikur. Til fyrstu vitjan í økispsykiatriini er bíðitíðin eisini 3 vikur, og til forsamrøðu við lækna í vaksnapsykiatriini er bíðitíðin 2 mánaðir. MR-skanningar og CT-skanningar Landsstýrismaðurin hevur raðfest at fáa bíðitíðina til MR-skanningar niður á Landssjúkrahúsinum. Um farið verður til byrjanina av 2019 var bíðitíðin til at sleppa til eina MR-skanning umleið 6 vikur, ið varð mett at verða ov long tíð til eina tílíka kanning. Tað vórðu 250 tús. kr. játtaðar til hetta økið í 2020 og aftur 500 tús. kr. í 2021, soleiðis at MR skannarin hevur verið opin fýra kvøld um vikuna. Tað er eydnast at fáa bíðitíðina burtur, soleiðis at tað í dag ongin bíðitíð er til MR-skanningar. Talið á MR-skanningum er voksið nógv og er meira enn fýrafaldað seinast 10 árini – frá 600 skanningum í 2010 til 2.800 skanningar í 2020. Tá ið tað kemur til CT-skanningar er tað soleiðis, at ávísingarnar verða visiteraðar dagliga og sjúklingar fáa upplýst tíð beinanvegin. Tað skal havast í huga, at ein CT-skanning kann krevja størri fyrireiking, tað við siga, at aðrar kanningar – til dømis onkrar blóðroyndir skulu fyriliggja fyrst og at tað tí tekur longri tíð, áðrenn skanningin kann verða framd. Kanningar, sum ikki hasta verða raðfestar og planlagdar 6 vikur fram. Samstundis er gjørt pláss fyri tí, sum kann væntast at koma afturat, t.e. skanning av innløgdum, akuttum og sonevndum “sub-akuttum” sjúklingum. Eisini talið á CT-skanningum er voksið nógv og er meira enn tvífaldað seinastu 10 árini – frá 4.700 skanningum í 2010 til 10.100 skanningar í 2020. Til spurning 2 Einfalda svarið er, at samband er millum tørvin á kanningum/viðgerð og samlaða útboðið av tænastum. Veksur t.d. eftirspurningurin eftir útgreiningum í barna- og ungdómspsykiatriini, meðan tilfeingið og kapasiteturin er hin sami, so vaksa bíðilistarnir og bíðitíðin. Somuleiðis er tað ein sannroynd, at summi serøki í Sjúkrahúsverkinum burturav eru mannaði við konsulentum, sum bert eru í Føroyum eina viku um mánaðin ella so, og tað hevur eisini ávirkan á bíðilistarnar og bíðitíðirnar. Arbeitt verður við felags visitatiónsskipan fyri Sjúkrahúsverkið, sum verður mett at verða ein fortreyt fyri, at virksemið og tilfeingið í Sjúkrahúsverkinum kann gagnnýtast til fulnar. Ávísandi læknar hava tørv á at senda eina ávísing til eitt stað og ikki til trý sjúkrahús. Við einari inngongd og felags visitatión til hvørja sergrein, kann sleppast undan dupultávísingum. Harvið kann kapasiteturin gagnnýtast til fulnar, og gjøgnumskygni verður í bíðitíðunum. -- 3 of 4 -- Til spurning 3 Tað er altíð ein fyrimunur, at bíðitíðin millum ávísing frá kommunulækna til serlækna á sjúkrahúsinum er so stutt sum gjørligt, so møguligar sjúkur kunnu kannast og viðgerast beinanvegin. Annars kann vandi vera fyri at støðan versnar, samstundis sum lívsgóðskan í bíðitíðini í heila tikið gerst verri. Til spurning 4 Landsstýrið hevur frá fyrsta degi raðfest heilsuøkið høgt. Samgongan setti sær fyri, at í hesum skeiðnum skuldu játtast í minsta lagi 100 mió. kr. til heilsuøkið, umframt lønarhækkingar og prísøkingar. Nú skeiðið er hálvrunnið er komið væl áleiðis, og sett eru fleiri heilsustarvsfólk. Hetta fer at halda fram. Umframt, øktar játtanir og fleiri starvsfólk, fyri at fleiri kunnu fáa viðgerð, er eisini neyðugt at hyggja eftir øðrum viðurskiftum fyri at fáa bíðilistarnir niður. Í desember 2019 varð eitt álit handað landsstýrismanninum um viðgerðartrygd í sjúkrahúsverkinum. Í álitinum verður víst á fleiri átøk, ið eiga at verða gjørd fyri at stytta bíðilistarnar. Gongd er sett á arbeiðið at koma við ítøkiligum uppskotum til, hvussu tilmælini kunnu setast í verk, og hvussu tey kunnu raðfestast. Heilsumálaráðið, 21. oktober 2021 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður -- 4 of 4 --
056.21 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá R. Samuelsen - Bíðilistar í Sjúkrahúsverkinum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 11. okt. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Rósa Samuelsen, løgtingsmaður Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum Evni: Bíðilistar í Sjúkrahúsverkinum Spurningar: 1. Hvussu langir eru bíðilistarnir fyri ymsar sjúkukanningar/útgreiningar og sjúkuviðgerðir í Sjúkrahúsverkinum skift á likamligar og psykiatriskar sjúkur? 2. Hvat er frágreiðingin ella orsøkirnar til bíðilistarnar í Sjúkrahúsverkinum - vantandi játtan og/ella vantandi starvsfólk o.a.? 3. Hvørjar avleiðingar hevur tað fyri sjúklingarnar at teir ikki sleppa framat viðgerð? 4. Hvørji stig ætlar landsstýrismaðurin at taka fyri at stytta um bíðilistarnar í Sjúkrahúsverkinum? Viðmerkingar: Sjúkrahúsverkið hevur havt trupulleikar við at skráseta og framleiða rapportir við bíðilistum skift á ymiskar sjúkur, kanningar/útgreiningar, sjúkraviðgerðir o.a. Nú vit skriva 2021 er tað eitt minstakrav at gera skrásetingar um kjarnuvirksemi á einum stovni sum Sjúkrahúsverkinum, og at kunna fylgja við tørvinum á sjúkuviðgerð, eitt nú við bíðilistum. Væl vitandi um, at landsstýrismaðurin hevur tað sum sína høgu raðfesting. At framleiða rapportir við bíðilistum er ikki í sjálvum sær eitt endamál, men hesar kunnu vera hentar, tá man skal leggja til rættis og raðfesta sjúkuviðgerðirnar. Hetta á ein slíkan hátt, at bíðilistarnir gerast so stuttir sum gjørligt, soleiðis at fólk sleppa framat viðgerð skjótast til ber fyri at kunna verða virkin aftur í samfelagnum. Ikki minst eru rapportir við bíðilistum eitt krav og fortreyt fyri at kunna samskipa sjúkuviðgerðir millum tey trý sjúkrahúsini. Sjálvt um Heilsuverkið er uppraðfest við hægri játtanum seinastu 2 árini, so sær tað út til, at tað enn eru langir bíðilistar í Sjúkrahúsverkinum. Tað kann hava stórar, óhepnar avleiðingar fyri tey, sum eru rakt av sjúku og noyðast at bíða sera leingi fyri at sleppa framat hjálp og viðgerð. Eisini fyri vinnu og almannaverk kann tað hava fíggjarligan kostnað. Tí verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 11. oktober 2021 Rósa Samuelsen -- 1 of 1 --