52-055/2021
Uppgávan hjá Sernámi og bíðilistar
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 22. okt. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
055.21 Svar frá J. av Rana til R. Samuelsen - Uppgávan hiá Sernámi og bíðillistar.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 22. okt. 2021
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Dagfesting: 21. oktober 2021 Tygara ref.: Máltal.: 21/08502-35 Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-055/2021 frá Rósu Samuelsen, løgtingskvinnu, eftir § 52 a í Tingskipanini, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, - um uppgávuna hjá Sernámi og bíðilistar. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvørjar uppgávur í sambandi við sernámsfrøðiliga ráðgeving hevur Sernám trupulleikar við at røkja, og hvat eru orsøkirnar til hesar trupulleikar? 2. Hvussu virkar samstarvið millum Sernám og t.d. psykiatriina, dagstovnar, skúlar og foreldur? 3. Hvussu langir eru bíðilistarnir fyri ymsu uppgávurnar og viðgerðirnar, sum Sernám varðar av? 4. Hvørjar ætlanir eru fyri framman til at tryggja, at allar uppgávur hjá Sernámi verða loystar á nøktandi hátt, og at samstarvið við aðrar myndugleikar o.o. virkar so væl sum møguligt? Svar Til 1: Sernám veitir ráðgeving til allar dagstovnar og skúlar í Føroyum, men megnar ikki at nøkta allan eftirspurningin eftir ráðgeving. Henda ráðgevingin er viðhvørt í mun til einstøk børn og teirra foreldur. Eisini kann ráðgevingin verða í mun til bólkar ella evni. Henda myndin er galdandi innan allar fakbólkar í Sernámi. At bíðilistarnir leingjast er ein vaksandi trupulleiki og ger, at tað verða alsamt fleiri børn og ung, sum mugu bíða eftir sernámsfrøðiligu og sálarfrøðiligu tilgongd og hjálp, sum teimum tørvar. Avbjóðingin hjá Sernámi snýr seg í høvuðsheitum um, at talið av uppgávum er størri, enn verandi starvsfólk megna at arbeiða undan. Til 2: Í Sernámi er mannagongdin í dag tann, at leiðslur í skúlum og á dagstovnum kunnu venda sær til Sernám umvegis sernámsfundir. Ein sernámsfundir er hurðin inn til Sernám, og teir verða ásettir fyri eitt ár í senn, tað merkir, at ongin bíðitíð er til sjálvan sernámsfundin. Allir dagstovnar hava tveir sernámsfundir um árið, og skúlar hava tveir til fýra sernámsfundir pr. ár (alt eftir skúlastødd). Í alt vóru 210 sernámsfundir tilrættalagdir skúlaárið 20/21. Nøkur mál verða avgreidd við ráðgeving á sjálvum sernámsfundinum, meðan onnur mál fara víðari. Í teimum málum, sum fara víðari, verður ein átaksætlan gjørd fyri hvørt málið sær. Ein -- 1 of 2 -- U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Page 2 of 2 átaksætlan er eitt avtalað samstarv við stovn/skúla. Í teimum førum, har talan er um eitt einstakt barn, eru foreldur eisini ein partur av tí avtalaða samstarvinum. Eitt tílíkt samstarv kann t.d. innibera, at støðan verður lýst nærri, eygleiðingar verðar gjørdar, afturboðanir verða gjørdar, veitt verður frálæra um sernámsfrøði og sernámsfrøðilig amboð, kanningar verða gjørdar osfr. Hetta eru arbeiðsuppgávur hjá øllum fakbólkum í Sernámi. Foreldur, sum hava barn í skúla ella á dagstovni, venda sær til skúlan/dagstovnin, um tey eru stúrin um eitthvørt. Skúlin/dagstovnurin kann síðani taka hetta upp á sernámsfundi. Foreldur eru vælkomin at venda sær til Sernám, og fáa tey tá omanfyrinevndu kunning. Foreldur kunnu ikki bíleggja eina ávísa tænastu frá Sernámi. Ráðgeving frá Sernám er altíð til skúla ella dagstovn, sum foreldur síðani beinleiðis ella óbeinleiðis fáa ágóðan av. Tað er uppgávan hjá barna- og ungdómspsykiatriini at útgreina børn og ung. Sernám kann ávísa børn til barna- og ungdómspsykiatriina, men tað verður altíð gjørt sum ein partur av eini tilgongd. Tað merkir, at Sernám saman við skúla/dagstovni altíð setur átøk í verk fyrst. Tí kann tilgongdin til barna- og ungdómspsykiatri gerast longri umvegis Sernám. Ávísingar frá Sernámi fara í somu bíðirøð sum ávísingar frá kommunulæknum. Sernám samstarvar við barna- og ungdómspsykiatriina m.a. við at geva innlit í mál og við at luttaka í netverksfundum. Til 3: Eingir bíðilistar eru til sernámsfundir. Bíðitíð í ávísum átøkum kann vera á leið ½ - 1 ár, so sum t.d. eygleiðingar og kanningar. Talan kann t.d. verða um 1 ára bíðitíð eftir eini rørslukanning. Til sernámsfundir skulu dagstovnar og skúlar raðfesta, hvat verður umrøtt saman við Sernámi, tað merkir, at stovnar og skúlar í nógvum førum mugu avmarka seg til, hvørji mál tey kunnu fáa ráðgeving til. Tí verður talan um ein bólk av avbjóðingum, sum ikki blíva ein partur av samstarvinum við Sernám, men sum stovnar og skúlar eru noydd at loysa innanhýsis. Dagstovnar og skúlar vísa á, at tørvurin eftir ráðgeving frá Sernámi er størri enn núverandi starvsfólkaorka hjá Sernámi kann bera. Til 4: Seinastu árini hevur Sernám arbeitt við, hvussu verandi játtan og harvið starvsfólkaorka verður brúkt skilagott og effektivt. Samstundis kunnu vit staðfesta, at eftirspurningurin eftir hjálp er vaksandi. Arbeitt verður eisini við at betra samstarvið við aðrar skipanir á barna- og ungdómsøkinum í Føroyum. Viljin er til staðar, men størsta avbjóðingin eru tær skipanarligu avmarkingarnar. Ynskiligt er, at allir geirarnir á økinum samstarva um at lyfta byrðuna í felag at hjálpa okkara sárbæru ungu. Vinarliga Jenis av Rana landsstýrismaður -- 2 of 2 --
055.21 Spurningur til J. av Rana frá R. Samuelsen - Uppgávan hiá Sernámi og bíðillistar.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 11. okt. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Rósa Samuelsen, løgtingsmaður Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum Evni: Uppgávan hjá Sernámi og bíðilistar Spurningar: 1. Hvørjar uppgávur í sambandi við sernámsfrøðiliga ráðgeving hevur Sernám trupulleikar við at røkja, og hvat eru orsøkirnar til hesar trupulleikar? 2. Hvussu virkar samstarvið millum Sernám og t.d. psykiatriina, dagstovnar, skúlar og foreldur? 3. Hvussu langir eru bíðilistarnir fyri ymsu uppgávurnar og viðgerðirnar, sum Sernám varðar av? 4. Hvørjar ætlanir eru fyri framman til at tryggja, at allar uppgávur hjá Sernámi verða loystar á nøktandi hátt, og at samstarvið við aðrar myndugleikar o.o. virkar so væl sum møguligt? Viðmerkingar: Sernám veitir ráðgeving innan sernámsfrøðilig viðurskifti til dagstovnar og skúlar, og foreldur, sum varða av børnum og ungum. Í Sernámi eru hesi fakøkini: ergo- og fysioterapi, sálarfrøði, sernámsfrøði, sersamskifti, sjón og tala. Harumframt er eisini lesiráðgeving til fólkaskúlan. Dentur verður lagdur á tvørfakligt samstarv millum hesi fakøkini í teirra samstarvi við stovnar, skúlar og foreldur. Tað hoyrist alment millum fólk, at Sernám hevur stórar trupulleikar við at loysa og røkja sínar uppgávur í sambandi við sernámsfrøðiliga ráðgeving. Spurningurin er um trupulleikarnir stinga djúpri og ikki einans skulu finnast á stovninum sjálvum. Tey, sum standa sum taparar eru brúkararnir, sum ikki fáa ta hjálp og viðgerð, sum er neyðug, og sum tey hava rætt til. Tí verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 11. oktober 2021 Rósa Samuelsen -- 1 of 1 --