← Løgtingsmál

52-054/2021

Hestleiðin og ætlanirnar eftir at Sandoyartunnilin er tikin í nýtslu

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 20. okt. 2021 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
054.21 Svar fra J. Niclasen til H. Hoydal - Hestleiðin og ætlanirnar eftir at Sandoyartunnilin er tikin í nýtslu.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 21. okt. 2021

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 19. nov. 2021
J. nr.: 21/20792
Viðgjørt: AE
Svar til fyrispurning 52-054/2021 frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, settur Jørgeni Niclasen,
landsstýrismanni í fíggjarmálum, um Hestleiðina og ætlanirnar eftir at Sandoyartunnilin er
tikin í nýtslu.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu metir landsstýrismaðurin tænastuna vera á Hestleiðini í løtuni, og hvussu
grundgevur hann fyri teimum skerjingum, ið eru gjørdar seinastu árini?
2. Hví møtti landsstýrismaðurin ikki á fundi hjá Útoyggjafelagnum um støðuna og
framtíðina á Hestleiðini?
3. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um at betra tænastuna á Hestleiðini og at
samskifta við fólkið í Hesti um tørv og møguleikar?
4. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin fyri Hestleiðina eftir at Sandoyartunnilin er
tikin í nýtslu?
Svar til spurning nr. 1
Tað er sera umráðandi, at hóskandi ferðasamband er kring alt landið. Eitt gott samferðslukervi
hevur alstóran týdning fyri trivnað og menning.
Tað búgva 18 fólk í Hesti. Strandferðslan metir, at fastbúgvandi í Hesti, sum heild eru nøgd við
ferðaætlanina.
Eftir ferðaætlanini í ár (2021) siglir Teistin 18 ferðir um vikuna (tur/retur) beinleiðis millum
Gomlurætt og Hest. Hetta er sama túratal sum í 2016, 2017 og 2018. Tilkalling er til allar túrar. Í
2019 og 2020 sigldi Spógvin eisini millum Gomlurætt og Hest samanlagt 24 túrar, umframt at
Teistin sigldi millum Skopun, Hest og Gomlurætt 5 ferðir um vikuna. Hóast hetta, so lækkaði
ferðafólkatalið frá 2018 til 2019.
Funnist hevur verið at, at tað ikki ber til at pendla millum Hest og miðstaðarøkið, serliga tí fyrsti
túrur frá Hesti ikki hevur verið nóg tíðliga. Talið av ferðandi á morguntúrinum á Hestsleiðini
hevur verið sera lítið. Ja, ferðafólkatalið var 0,2 í miðal fyrsta túrin hjá Spógvanum kl. 07.00, tá
hann varð settur í fasta sigling og síðan 1-2 ferðafólk, tá farið var aftur til tilkalling til túrin hjá
Teistanum kl.7.20. Hetta er ein orsøk til at farið var aftur til gomlu ferðaætlanina.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Svar til spurning 2
Útoyggjafelagið og hestfólk ætla at skipa fyri einum tiltakið um samferðslu í Hesti hin 26.
novembur í ár.
Svar til spurning 3 og 4
Um so er, at ferðaætlanin verður víðkað, eigur atlit at takast til, at Teistin røkir tvær farleiðir.
Strandferðslan vísir á møguleikan fyri, at Erla Kongsdóttir siglir nakrar túrar á Hestsleiðini um
vikuna; til dømis túrin úr Hesti kl. 7.20 sum eina royndarverkætlan.
Landsstýrismaðurin fylgir við gongdini í Hesti og er til reiðar at taka málið upp um møguliga
broytta ferðaætlan, um fyritreytirnar broytast.
Eftir ætlan letur Sandoyartunnilin upp fyri ferðslu í desembur 2023, og skal tá verða funnin ein
haldgóð loysn á, hvussu farleiðin skal skipast. Landsstýrismaðurin vil tryggja, at ferðasambandið
á Hestsleiðini er gott.
Tinganes, 19. oktobur 2021
Jørgen Niclasen
landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
054.21 Spurningur til J. Niclasen frá H. Hoydal - Hestleiðin og ætlanirnar eftir at Sandoyartunnilin er tikin í nýtslu.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 8. okt. 2021

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Høgni Hoydal, løgtingsmaður
Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Hestleiðin og ætlanirnar eftir at Sandoyartunnilin er tikin í nýtslu
Spurningar:
1. Hvussu metir landsstýrismaðurin tænastuna vera á Hestleiðini í løtuni, og
hvussu grundgevur hann fyri teimum skerjingum, ið eru gjørdar seinastu árini?
2. Hví møtti landsstýrismaðurin ikki á fundi hjá Útoyggjafelagnum um støðuna
og framtíðina á Hestleiðini?
3. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um at betra tænastuna á Hestleiðini
og at samskifta við fólkið í Hesti um tørv og møguleikar?
4. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin fyri Hestleiðina eftir at
Sandoyartunnilin er tikin í nýtslu?
Viðmerkingar:
Støðan og tænastan á Hestleiðini er broytt fleiri ferðir seinastu árini, og tænastan er
skerd hjá Hestfólki.
Lítið alment orðaskifti er um støðuna, hóast royndir frá Hestfólki at fáa ljóð fyri
sjónarmiðum sínum. Á fundi um málið, sum Útoyggjafelagið bjóðaði avvarðandi
politikarum og myndugleikum til um Hestleiðina, møtti stjórin á Strandferðsluni, men
hvørki borgarstjórin í Havn ella landsstýrismaðurin í fíggjarmálum møttu upp.
Nú nærkast eisini tann stóri dagur, har Sandoyartunnilin verður tikin í nýtslu, sum øll
fegnast um. Men Hestfólk hava onga ábending fingið frá landsstýrinum um, hvat skip
og hvør tænasta verður á Hestleiðini, tá ið Sandoyarleiðin verður niðurløgd.
Til tess at varpa ljós á støðuna, fáa betrað tænastuna og at fáa eina greiða ætlan fyri
Hestleiðina, eftir at Sandoyartunnilin letur upp, verður fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 8. oktober 2021
Høgni Hoydal

-- 1 of 1 --