52-053/2021
Serlækni í eldrasjúkum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 19. okt. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
053.21 svar frá K.L.H. Johannesen til Tord Niclasen um serlækna í eldrasjúkum_ (002).pdfuppruna-PDF
Svar · — · 19. okt. 2021
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 19. oktober 2021 HMR J. nr. 21/20697-6 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður Svar upp á Fyrispurning nr. 52-053/2021 eftir § 52a í tingskipanini um serlækna í eldrasjúkum, frá Tordur Niclasen, løgtingsmanni Fyrispurningurin er soljóðandi 1. Hvørjar royndir eru gjørdar fyri at fáa sett serlækna í eldrasjúkum og nær kann roknast við, at slíkur verður settur í heilsuverkinum? Svar: Landssjúkrahúsið hevur játtan til serlækna í eldrasjúkum (geriatri) í hálva tíð. Í 2015 varð ein serlækni við hesari sergrein settur á Landssjúkrahúsinum í nakrar mánaðir, men síðani hevur eingin serlækni í eldrasjúkum verið í starvi í Føroyum. Tað er trupult at fáa serlæknar settar í fast starv, og geriatri er tíverri einki undantak - heldur hinvegin. Landsstýrismaðurin hevur fingið upplýst frá leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum, at tey eru ikki vitandi um nakran føroying, ið er serlækni í eldrasjúkum, og tað hevur víst seg at verða nærum vónleyst at fáa nakran serlækna at søkja eitt yvirlæknastarv innan økið í Føroyum. Landsstýrismaðurin er kunnaður um, at sjúkrahúsverkið fer at gera eina nýggja roynd í næstum, tá ið tey fara at lýsa eftir einum serlækna í eldrasjúkum. Eisini hevur Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum verið í samskifti við Región Øst um at gerast partur av høvuðsútbúgvingarstørvum í geriatri, soleiðis at ein lækni kann byrja høvuðsútbúgvingina í geriatri á Landssjúkrahúsinum og gera seg lidnan í Danmark. Hesum er man ikki komin á mál við enn. Orsøkirnar eru fleiri, millum annað at tað í síni heild er trupult at fáa yngri læknar at velja sergreinina geriatri, og útlitini til at arbeiða sum einsamallur serlækni í eldrasjúkum í Føroyum eru ikki lokkandi. Soleiðis er í verandi støðu ikki møguligt at svara uppá, nær tað kann roknast við, at serlækni í eldrasjúkum verður settur í heilsuverkinum, men arbeitt verður við hesum. -- 1 of 2 -- Heilsumálaráðið, 19. oktober 2021 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
053.21 Spurningur til K. L. H. Johannesen frá T. J. Niclasen - serlækni í eldrasjúkum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 7. okt. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Tordur J. Niclasen, løgtingsmaður Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum Evni: Serlækni í eldrasjúkum Spurningur: Hvørjar royndir eru gjørdar fyri at fáa sett serlækna í eldrasjúkum og nær kann roknast við, at slíkur verður settur í heilsuverkinum? Viðmerkingar: Vit hava sum kunnugt nógvar serlæknar í Føroyum. Her er talan um læknar, ið hava fingið serútbúgving og royndir innan ávís øki. Sum dømi kunnu nevnast serlækni í barnasjúkum, serlækni í kvinnusjúkum, serlækni í hjartasjúkum, serlækni í lungasjúkum, serlækni í giktasjúkum, serlækni í eygnasjúkum og serlækni í oyrna/nøs-og háls sjúkum. Soleiðis kundi eg hildið á. Um ein serlækna kann sigast, at hann er serfrøðingur burturav á sínum øki. At vit hava nógvar ymiskar serlæknar í føroyska heilsuverkinum er gott og gagnligt fyri okkum, ið gera brúk av hesi tænastu – og í nógvum førum ger hetta tað, at kanningar og viðgerðir í stóran mun kunnu fremjast í Føroyum – ella um neyðugt, uttanlands, við ávísing av serlækna. Men, tað er ein serlækni, sum, mær vitandi, ikki er at finna í føroyska heilsuverkinum – og tað er bæði spell og stórliga at undrast yvir. Her hugsi eg um serlækna í geriatri – ella lækna, ið hevur serútbúgving at taka sær av sjúkum, sum raka eldri. Ein serlækni í ”eldrasjúkum” er serkønur í at kanna, diagnostisera og viðgerða eldri menniskju. Bæði tá talan er um bráðfeingis sjúkur eins væl at útgreina og seta út í kortið endurvenjingarætlanir. Mangan hava eldri fólk ymiksar sjúkur samstundis at stríðast við. Ymiskar sjúkur, ið krevja ymiskan heilivág samstundis. Um geriataran kann sigast, at hansara føleiki er ikki avmarkaður til eina ávísa sjúku, men heldur ger hann sær eina heildarmeting av tí sjúka og hvat skal til, til tess at linna um støðuna ella lekja tann sjúka. Tá hugsað verður um eldru borgarar okkara, sum búgva heima hjá sær sjálvum ella hjá avvarðandi og/ella á ellis-og røktarheimum og á sambýlum kring landið – og sum stríðast við sjúkur, sum raka á ellisárum, ja, so er at harmast um, at eingin serlækni í “eldrasjúkum” finst í føroyska heilsuverkinum. Í samgonguskjalinum stendur, at “Fleiri serlæknar verða settir, herundir eisini ein serlækni í eldrasjúkum.” Tað er í hesum sambandi, at fyrispurningurin verður settur. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi, 7. oktober 2021 Tordur J. Niclasen -- 2 of 2 --