52-052/2021
Undirskrivað avtala við Danmark og Grønland um uttanríkis-, verju- og trygdarpolitikk
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 18. okt. 2021 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
052. 21 Svar frá B. S. Nielsen til H. Hoydal - Undirskrivað avtala við Danmark og Grønland um uttanríkis-, verju- og trygdarpolitikk.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 19. okt. 2021
Sjá útdrigin tekst
-- 1 of 2 -- -- 2 of 2 --
052. 21 Spurningur til B. S. Nielsen frá H. Hoydal - Undirskrivað avtala við Danmark og Grønland um uttanríkis-, verju- og trygdarpolitikk.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 6. okt. 2021
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Høgni Hoydal, løgtingsmaður Svarari: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður Evni: Undirskrivað avtala við Danmark og Grønland um uttanríkis-, verju- og trygdarpolitikk Spurningar: 1. Við hvørjari heimild hevur løgmaður undirskrivað eina avtalu við donsku og grønlendsku stjórnina um at viðgera uttanríkispolitikk, verju-, og trygdarpolitikk í einum ráði við donskum, føroyskum og grønlendskum ráðharrum? 2. Við hvørjari heimild hevur løgmaður skrivað undir avtalu, har eisini yvirtikin málsøki skulu viðgerast í einum slíkum ráði? 3. Nær hevur løgmaður verið til ráðførslu í Uttanlandsnevnd Løgtingsins um hesa avtalu sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya §54? 4. Um ikki, er hetta tá í samsvari við løgtingslóg um stýrisskipan Føroya? Viðmerkingar: Danska forsætismálaráðið kunngjørdi tann 4. oktober 2021, at løgmaður hevði undirskrivað eina avtalu um, at danskir, føroyskir og grønlendskir ráðharrar skuldu ganga saman í eitt ráð, har uttanríkispolitikkur, verju-, og trygdarpolitikkur skal viðgerast í felag – eisini á yvirtiknum málsøkjum. Stýrisskipanarlógin ásetur: §54.Løgtingið velur millum løgtingsmenn eina uttanlandsnevnd við sjey limum, sum landsstýrið ráðførir seg við, áðrenn avgerðir verða tiknar, ið hava stóran uttanlandspolitiskan týdning. Stk. 2. Somuleiðis skal landsstýrið ráðføra seg við hesa nevnd í sambandi við samráðingar við ríkismyndugleikarnar av stórum týdningi fyri viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum. Tí verður spurt, hvussu hetta kann bera til. Á Løgtingi, 6. oktober 2021 Høgni Hoydal -- 1 of 1 --